Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tá hanarnir gala - og halda, at teir fingu sólina at rísa

Lesarabrøv, Politikkur | 13/04-2018 23:16

Farna vikuskiftið høvdu javnaður og tjóðveldi landsfundir í Klaksvík.
Við dyggari miðlaumrøðu og viðmerkingum frá poltiskum eygleiðarum – politiskt samsintum, vórðu lurtarar, hyggjarar og lesarar geitaðir um trupulleikar og møguleikar, hesir báðir sosialistisku flokkarnir hava fyri stavn.

Álvarsligu greiningarnar av politisku avbjóðingunum komu í hæddina, tá miðlarnir góðvarnir tóku á seg at endurgeva bornu politisku páhaldini og sjálvrósið úr Klaksvík, samstundis sum farið var væl um vikuskiftið, tá lurtarar og lesarar framvegis vórðu leskaðir við greiningum frá virknum sum óvirknum politiskum verjum.

Fiffini
Sjálvsprísanin hjá floksformonnunum um at hava rokkið stórbærum málum - málum, ið sambært politisku monologunum onnur ikki megnaðu at loysa, mintu ikki sørt um lýsingarfiff fyri sølugassi.
Frættusnildirnar hjá floksformonnunum vóru kryddraðar við tilgjørdari sjálvsrannsakan um at gongdin ikki hevði verið vøkur. Kortini er ongantíð komið so nógv av skafti, varð avdúkað...

So hóast oddamenninir av órøttum (sjálvandi) hava verið offur fyri trúloysingum í samgonguni, so hevði samgongan vent gongdini –  fólkafráflyting til fólkatilflyting, ovurstóru virðini í samfelagnum eru komin í øllum fólkinum til góðar, skattalætti til lág- og miðallønt, fólkapensionistar meira at liva av, fyritíðarpensionistar fingið eitt lyft, arbeiðsloysið metlágt, landskassaarvurin við milliarda halli var eftir einum ári vorðin til stórt avlop – undirskot vent til yvirskot o.s.fr.

Álvaratos. Tað kunnu vit í Javnaðarflokkinum meir enn so vera errin um”, messaði løgmaður erpin, meðan hin floksformaðurin njóraði um samfelagsanda, uppbygging og samhaldsfesti – heldur enn niðurgerð og egingirnd og kundi staðfesta, “at nógv er avrikað og stór tøk tikin – ja, tað mesta, ið eg veit um í nýggjari tíð”.

Mikrofonhaldarí
At góða gongdin í samfelagnum í minsta mun er orsakað av førda politikkinum, kom slettis ikki floksformonnunum til hugs – og eingin miðil setti teimum viðkomandi og avdúkandi spurningar um tað, bert endurtøkur og mikrofonhaldarí.

Hví vóru floksformenninir ikki konfronteraðir við sannroyndina,

  • at fólkatilflytingin og vøksturin tók dik á seg longu í 2013,
  • at undanfarna samgonga minkaði undirskotið frá hálvari milliard til nærum javnvág í 2015,
  • at arbeiðsloysið í sama tíðarskeiði fór úr 7,5 % niður í 2,5%,
  • at allar inntøkur undir 5500 kr um mðr. gjørdust landsskattafríar,
  • at givni skattalættin í hesum valskeiðinum nærum er skorin eftir sama leisti, sum borgarliga samgongan fyrireikaði,
  • at allar fráboðaðar afturrullingar av flatskatti og forskatting av pensiónunum nú ósmæið verða innroknaðar í samgongureypið og samgongan soleiðis hevur gjørt “kavráða, týnandi og kensluleysa” borgarliga politikkin til sín egna
  • og at eingin grundleggjandi lógarbroyting yvirhøvur er framd, sum hevur orsakað áhaldandi framgongdina í búskapinum?

Ja, viðmerkingarnar til sjálvrósið kundu verið ótaldar, men har kom ikki eina tann einasti avdúkandi spurningur – eingin kritiskur journalistikkur, so eiðasørt. 

Alt dult
Heldur eingir naskir spurningur um,

  • hví íhaldni borgarligi fíggjarpolitikkurin annars er sleptur og at almennu útreiðslurnar nú ótamdar dundra uppeftir og eru farnar um tær 800 mio afturat síðani 2015,
  • hví minst helvtin av almenna útreiðsluvøkstrinum tilætlað er kamufleraður í grunnum og øðrum almennum skattafíggjaðum skipanum,
  • hví kommunurnar nú verða spentar fyri at rinda fyri partar av almenna ballinum, uttan tær yvirhøvur eru spurdar
  • og um ætlanin framhaldandi er at krevja enn meira eyka inn frá borgarum og vinnuni at rinda fyri vaksandi almenna marglætið - higartil omanfyri hálva milliard?

Men alt verður dult, tí eingin spyr.

Sóla sær
Ístaðin sluppu floksformenninir ókritiskt at greina tekstin fyri lesarum, lurtarum og hyggjarum.
Partskenda miðlingin gav greiða fatan av, at stavnamenninir eru so sannførdir um egnan dugnaskap, at teir sum hanar liva í teirri sælu vissu, at sólin rísir, tí teir gala.
Og hvís skulu teir ikki tað?
Eingin spyr ella fortelur teimum ella lovprísandi floksumboðunum á vaglunum, at støðan í veruleikanum er beint tann øvugta. At júst tí at sólin geislar, so kunnu teir sóla sær í tí, sum onnur undan teimum hava avrikað.
Avrik, sum av somu stavnamonnum og teirra verjum blivu háðað og speirikin, til tey sjálvi ósmæðið gjørdu borgarligu úrslitini til síni egnu.

Bjarni Djurholm


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi