3.000 mans doyðu í Salerno í eina viku
Teir sameindu gjørdu landgongd í Salernu í 1943. Tað vóru sera ógvusligir bardagar og nógvir hermenn doyðu. Ein vakur kirkjugarður er har 1867 hermenn eru jarðaðir.
Í Salerno í Italia er ein kirkjugarður har 1847 hermenn eru jarðaðir. Salerno er 300 kilometrar sunnanfyri Rom og 25 kilometrar frá Pompei og gosfjallinum Vesuv.
Tað var 9 september í 1943 at teir sameindu gjørdu landgongd í Salerno. Avgjørt var ikki at bumba fyrst, fyri í staðin at vóna at Italienarar og týskarar ikki skuldu vita av at teir gjørdu landgond. Men tað gjørdu teir allíkaval og tí doyðu sera nógvir hermenn.
Flestu hermennirnir doyðu fyrsta og næsta dagin. Av hesum 1847 eru 111 ókendir. Við minnisvarðan er ein gestabók, sum fólk skriva sítt navn í. Somuleiðis er eitt hefti við nøvnunum á øllum teimum sum eru jarðaðir har. Eisini stendur navn á foreldrum og hvar teir eru frá.
Flestu gravirnar eru av sera ungum dreingjum. Millum 20 og 24 ár. Nakrir heilt fáir vóru yvir 30 ár. Onkur evnaríkur hermaður náddi at blíva majorur, hóast bert 24 ára gamal.
Tað doyðu umleið 2.200 hermenn hjá teimum sameindu og umleið 800 týskarar/italienarar í bardøgum sum vardu eina viku. Nógv teir flestu doyðu fyrsta og næsta dagin.
Tað var so ógvusligt, at 500 sameindir hermenn noktaðu at kríggjast. Teir sum skipaðu fyri, blivu settir fyri krígsrætt og dømdir til deyða. Tó blivu teir ikki avrættaðir, men onkur semja bleiv gjørd og so hildu teir áfram at kríggjast.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur