Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Islam í 1500 ár kostað dupult so nógv mannalív sum kommunisman

Andøvsløtan | 15/04-2018 22:45

’The Black Book of Communism’ (Svartabók um kommunismu)  kom út fyri fáum árum síðan. Hon lýsir út í æsir, at frá 1917, tá Sovjet fekk kommunistiskt stýri og sosialistiskan planbúskap, og til í dag, drupu heimsins marxistisku leiðarar fleiri enn 100 mió fólk, tvær ferðir fleiri enn Hitler og Tojo tilsamans.

Ímillum heimsins størstu drápsmenn teljast Mao og Stalin (í tí raðfylgju).

So nógv meniskjaoffur kostaðu royndirnar hjá svøkum, óndum monnum og teirra fylgisneytum at skifta Gud út við teir sjálvar og kristnan átrúnað við sosialistiska ideologi. Hitler gjørdi seg til gud og nationalsosialismu til religión.

20. øld kostaði fleiri mannalív enn nakað 100-ár frammanundan. Jú longri við søguliga nærkast okkara egnu tíð, og skjótari hendir menningin.

Men yvir longri tíð, eitt nú tey 1.400 árini, síðan Islam sá dagsins ljós sum ein átrúnaður, íspunnin av einum svøkum epileptikara mitt í Arabisku oyðimørkini 6 øldir eftir Krist, hevur Islam heimsmet í týndum mannalívum.

Ì tann mun, sum søgufrøðingar hava ganskað Islam, ber til at staðfesta, at henda ’turkatrúvgvin’, vit kalla, hevur dripið tvær ferðir so nógv mannalív sum øll sløg av marxismu, nevniliga væl yvir 200 mió týnd menniskju.

Tað tók bert hálva øld frá deyða Mohammeds, til fanatisku krígsmenn profet Islams høvdu hertikið alt Miðeystur og Norðurafrika, har sum fleiri milliónir kristin fólk búðu, eisini eftir at vestara Rómaríkið var farið í upploysn.

Longu stutt eftir ár 700 sigldu’ maurar’ tvørtur um Gibraltarsundið og hertóku ta kristnu Iberisku hálvoynna (Spania/Portugal) eftir fáum árum.

Tað ber til at rokna út, at í tí risa økinum frá Persia í eystri til Pyrineafjøll í vestri hava búð 10-tals milliónir fólk við kristnari trúgv.

Í 750, bert 100 ár eftir at hermenn Muhammeds høvdu hertikið Jerusalem, livdu 50% av heimsins kristnu undir islam sum trælir og 2. klassa borgarar.

Islamar drupu ikki øll, men yvirtalaðu mong at taka við islamskari trúgv. Afturfyri  sluppu tey undan skattaliga trælaokinum frá rómaratíðini.

Tey, sum sýttu fyri at svíkja kristnitrúnni, vórðu flestu dripin. Milliónir í tali.

Í dag eru bert 2% av fólkinum í Norðurafrika og Miðeystri kristin. Har sum Islam hevur fingið fastatøkur, sleppa teir av trúaávum ikki valdinum.

Islamar gevast aldri at føra kríggj ímóti øllum fólki við aðrari trúgv. Koranin sigur, at: ”Allah krevur av sínum trúartegnum, at teir eru harrar yvir tí landi, har teir búgva, og bert teir kunnu eiga ogn, og bert teir kunnu eiga jørð.”

Bæði islamar og vinstrahall í Vesturheimi rógva javnan aftur á Krossferðirnar sum eitt blóðugt kapitil í søgu okkara kristnu.

Hesar 5-7 krossferðir (?) eru eitt dapurt 200 ára tíðarskeið (ár 1100 – 1300) í søgu kristindómsins. Eingin vann ’Heilaga landið’ aftur frá muslimum, og krossferðirnar endaðu sum ránsferðir í ruðuleika og ósigrum móti muslimum.

Men samanlagt hava evropearar bert byrjað 48 bardagar móti muslimum. Hin vegin byrjaðu muslimar 456 bardagar móti øðrum fólkasløgum og trúarherum tey 1.500 árini, islam hevur breitt seg.

Til okkara tíð hevur Islam kostað 100 mió afrikanarum lívið, lutvíst á ránsferð-um frá Norðurafrika tvørtur um Sahara til Vesturafrika, gjøgnum Sudan niður í Miðafrika, og serliga fram við eysturafrikansku strondini heilt til Mozambique.

Fremsta endamálið var at taka trælir, serliga kvinnuligar sextrælir. Mannligu trælirnir vórðu geldir og settir í harem sum eunukkar. Børnini, sum afrikansku trælkvinnurnar fingu við sínum muslimsku eigarum, vórðu dripin. Annars hevði alt Miðeystur langt síðan verið fólkað við svørtum fólki.

Árini, tá muslimskir ’selsjukkar’ og síðan ’osmannar’ troðkaðu seg úr land-synnings Turkalandi inn á tað upprunaliga ríka og sterka eysturrómverska ríkið, doyðu ótald kristin í bardøgum og hertøkum.

Henda langa herferð endaði við, at tá heimsins størsti og glæsiligasti býur Konstantinopel fall fyri muslimskum álopum í 1453, var mannfallið so ræðuligt, at kristnamanna blóð rann í gøtunum í hesum milliónbýi í dagavís.

Síðan herjaðu osmannar upp gjøgnum Balkan heilt norður til Wien, sum teir kringsettu og lupu á tvær ferðir, fyrst í1529 (tá Luther yrkti: ”Um devlum uddi verðøld í, sum okkum vildu týna. Vit óttast ongan vanda tí, teir sjálvir skulu dvína....”) og hitt seinna so nýliga sum í 1683 (altso í føroysku Gablatíðini).

Báðar kringsetingarnar og hertøkurnar miseydnaðust, og báðir osmannisku herarnir vórðu riknir aftur av evropeiskum mótálopum. Tá steðgaði útbreiðslan av Islam upp í Evropa eystanífrá.

Í 1915, undir fyrra heimsbardaga, tá Turkaland var í parti við Týsklandi og Eysturríki, lupu turkar á Armenia millum Turkaland og Rusland. Muslimarnir drupu 1,5 mió kristnar armenar og hava ongantíð so frægt sum viðgingið tað.

Í 1. heimsbardaga drupu turkar 10-tústals grikkar, sum búðu fram við turkisku Vesturstrondini. Ongin umbering er komin úr Ankara fyri tað hópdrápið.

Muslimska innrásin í Evropa er uppafturtikin, nú 30 mió muslimar hava gjørt innrás í okkara meginland sum ein troyanskur hestur, ið er ætlaður at hertaka Vesturheimin næstan hálva fjórðu øld eftir álopið á Wien.

Vit kunnu bara ætla, hvussu nógvar milliónir kristin fólk, muslimskir herar drupu tey 230 árini frá tí, Konstantinopel fall, til álopið á Wien varð rikið aftur.

Í dag búgva mió av fyrr kristnum, men nú muslimum á Balkan. Í borgarakrígn-um í Jugoslavia vóru harðastu bardagarnir við muslimar í Kosovo og Bosnia.

Eini 20 smærri kríggj eru nú kring heim, har muslimar eru annar parturin.

Í Libanon búðu fyrr fleiri kristin enn muslimar. Men í 1970-unum stóð næstan á jøvnum millum báðar trúarbólkarnar. Tá byrjaðu muslimarnir borgarakríggið, sum endaði við, at hetta fyrr væla land í Miðeystri er ein muslimskur vígvøllur.

Tann, ið billar sær inn, at stríðið millum ísraelar og palestinar kann enda við eini friðaravtalu, má vera blindur, býttur ella óreinur. Muslimar gevast ikki at kríggjast móti Ísrael, fyrrenn jødastaturin er strikaður av landkortinum, og seinasti ísraelin fyribeindur. (Allahu Ahbar).

Muslimska innrásin í Evropa í okkara tíð er byrjanin til eina herseting, sum endar við, at muslimsk lóggáva erstattar ta evropeisku og fær gildi fyri allar borgarar, og vit verða fremmand og 2. klassa borgarar í okkara egnu londum.

So er vesturlendsk mentan og siðmenning fokin, og ’alibaba’ ræður øllum í eini nýggjari Miðøld her í okkara vesturlendska heimsparti.

Tað var serliga í tíðarskeiðinum 1500 til 1700, at ’turkar og írar’, sum vit kallaðu hesar muslimsku sjórænarar, herjaðu og drupu frá hond í Føroyum.

Teir løgdu skipini í vetrarlegu í býum við berbarastrondina í Norðurafrika, til teir hvørt vár settu segl og sigldu heilt norður til okkara at ræna og taka trælir.

Í Vestmannaoyggjum tóku teir í einum álopi 300 kvinnur og børn trælir, og í Hvalba í 1629 tóku trý turkisk skip 50 kvinnur og børn, ið helst vórðu seld sum sex-trælir á marknaðunum í Marocco, Algier, Tunesia ella Libya.

Í Svartahavinum rændu turkar eisini, tóku og keyptu trælir, serliga ljóshærdar russiskar ungar kvinnur, sum í millióna tali alla seinnu miðøld vórðu tiknar inn í harem um alt Miðeystur.

Í Spania frá 700-talinum til 1500, tá spaniólar róku teir seinastu muslimsku maurarnar tvørtur um Gibraltarsundið aftur, fingu islamsku leiðararnir eitt ávíst fast tal av sponskum og norðurevropeiskum ljóshærdum ungmoyum til gávus at halda sum trælir.

Nógv søgufólk siga, at gamla Rómaríkið gekk til grundar í 5. øld e.Kr av villmanna innrásum eystan- og norðaneftir. Men latínska málið, rómverska mentanin, lógarverkið, sosiala skipanin og ferðslunetið hildu fram at verða brúkt sum partar av tí vaksandi katólska kirkjuveldinum í Evropa.

Veruleikin er, at allar tær barbarisku fólkaættirnar, vestur- og eysturgotar, frankar, longubardar, vandalar og germanar vórðu integreraðar í tað viknandi Rómaríkið, og øll hesi inntreingjandi fólkasløg, ið bert taldu nøkur 10- ella nøkur fá 100-túsund fólk hvørt, gjørdust kristin og partur av Pávakirkjuni.

Søgufólk halda uppá, at tað vóru muslimskir sjórænarar og landherar fyrst við suðurstrond Miðjarhavsins og síðan fram við norðurstrondini frá 700-talinum, sum gjørdu enda á tí rómversku sivilisatiónini kring Miðjarhavið.

Tá byrjaði veruliga Miðøldin í Vesturevropa.

Mest blóðiga og syndarliga kapitlið í søgu Islams var frá 800 -1500 í umráðunum frá eystara Miðeystri og fevndi alt tað indiska subkontinentið.

Trúartegnar Allahs og Muhammeds herjaðu og drupu flest fólk, har Islam er mest grundfest í okkara tíð, Iran, Afghanistan, Pakistan og Bangladesh, har yvir 300 mió fólk, øll muslimar, búgva.

Tann islamska hersetingarsøgan eystur frá Miðeystri var sum sagt serliga fúl.

Vit vita fyri vist, at muslimar úr arabiskum londum herjaðu við skipum og herum í India í 700 ár. Søgufólk meta, at 80 miljónir fólk lótu lív í hesum kríggjum. Tann eina bardagan tapti indiski herurin og gav seg yvir. Arabar drupu við hond 80.000 indiskar hermenn, sum høvdu kastað vápnini.

Indonesia er fólkaríkasta muslimska landið í heiminum, yvir 250 mió fólk, flestøll muslimar. Tað vóru ríkar og fruktabærar oyggjar við nógvum fólki, sum arabiskir herflotar herjaðu í 300 ár, tá hesi fólk vórðu tvingað at taka við islamskari trúgv ella verða dripin.

Í Filipsoyggjum komu arabisku herflotarnir somikið seint, at Spania, sum í 15- og 1600-talinum var heimsins sterkasta makt á sjónum, steðgaði teimum, so teir bara fingu tann religiøsa fótin fastan á suðurendanum á oyggjunum, Mindanao, har borgarakríggj hevur herjað í mong ár.

Nú hevur verið sagt nóg mikið um hetta søguliga og landafrøðiliga evni. Lat tað vera nóg mikið at taka samanum, at Islam er blóðigasti religiøsi ørskapur í heimssøguni. Hitler dyrkaði muslimska drápshugin í bardaga.

Hesin religiøsi devilskapur hevur kostað yvir 200 mió mannalív, dupult so nógv sum Stalin, Mao og Hitler tilsamans beindu fyri á ymsan hátt við teirra sosialistisku religiónum.

Islam sum lógar- og haturstrúgv (Sharia) hevur eisini hildið øllum sínum trúartrælum niðri í tímiligum fátækradømi og uttan andligt og persónligt frælsi.

Harðskapur Islams í dag er næstan líka ljóslivandi, sum tá landherar og herflotar Muhammeds herjaðu, píndu, plágaðu og umvendu øll tey, ið góvu eftir og skiftu trúgv, antin tað var hindu, buddisma, kristindómur ella onnur.

Tey, sum ikki góvu seg undir Allah og Mohammed, vórðu dripin. Vit verða eisini dripin, tá hesir barbarar hava fingið makt – eisini í Evropa – sum teir hava akt. Teir fáa hjálp frá okkara ringastu politikarum

Islam er heimssøgurnar størsta dreparamaskina við yvir 200 miljónum líkum undir sandoyðimørkunum. Oyðimørk eyðkennir muslimskan lívsstíl, religión og samfelagsskipan.

Keldur til hesa lýsing av Islam sum mestu drápsmaskinu í heimssøguni eru greinar eftir: Will Durant, Daniel Pipes, John A. Azuma, CERC og BBC,


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi