Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Fýra mál fáa aðru viðgerð á tingfundinum í dag

Innanlands, Politikkur | 16/04-2018 08:50

Breið semja er um flestu málini.

Løgtingsfundur byrjar í morgun klokkan 10. Fýra aðru viðgerðir er á skrá, umframt at tveir skrivligir fyripsurningar verða svaraðir, og eisini er framløga á skránni.

Fyrsta málið sum løgtingið viðger, er uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, um at gera broytingar í alilógini. Ein samd vinnunevnd tekur undir við størsta partinum av uppskotinum, við onkrum tillagingum, men umboðini fyri ávikavist samgongu og andstøðu hava eisini hvør síni broytingaruppskot.

Í næsta málinum á skránni, sum snýr seg um at javnseta rættindi hjá fyritíðarpensjónistum við rættindini hjá fólkapensjónistum í heilsutrygdarlógini, er full semja í trivnaðarnevndini, sum hevur viðgjørt málið. Øll nevndin tekur undir við uppskotinum hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, og mælir løgtinginum til at samtykkja tað.

Eisini triðja málinum, sum løgtingið viðger í dag, tekur ein samd trivnaðarnevnd undir við. Talan er um eitt ríkislógartilmæli, har løgtingið skal mæla ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar § 3 í “lov om ændring af lov om social service, lov om almene boliger m.v. og lov om psykologer m.v.” Talan er um broytingar, sum eru gjørdar í Danmark, og skotið verður upp eisini at seta somu broytingar í gildi fyri Føroyar.

Fjórða málinum, sum løgtingið viðger í dag, tekur eisini ein samd nevnd undir við. Hesaferð er talan um mentanarnevndina, og málið snýr seg um at broyta lógina um embæti og størv í fólkakirkjuni.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna hevur skotið upp, at gudfrøðingar, sum verða prestvígdir, og skulu virka sum óløntir hjálparprestar við síðuna av øðrum arbeiði í fríðum, kirkjuligum felagsskapi, skulu ikki hava skyldu at vera kirkjuráðslimir. Teir skulu tó framvegis hava rætt at taka lut á kirkjuráðsfundum sum eygleiðarar.

Rættiliga nógv mál skulu hava aðru- og triðju viðgerð, áðrenn tingið eftir ætlan fer heim flaggdagin, og tí kann roknast við, at tingfundir verða hvønn dag hesa vikuna, og fyrra partin av næstu viku.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Borgar­stjó­rin í Runavíkar býráð er ikki Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum, hetta sigur Tobbi við R7
Jógvan Páll Lassen: Lat SEV selja bensin og olju
Eiga at halda fast við tálmandi rúsdrekka­politikkin
Sonni hevur Volvo "virus "
Kleptoman-landskassi
Rák (27) Damudomi um sexismu í almanna rúminum
"Kom á 2069!" (42) - 7. des 2018
Glasir!
Tvístøða (49) - "Mín besti vinmaður hevur kvett sambandi við meg!"
R7 Premier League (29) - 10. des 2018
Fuglafjarðarsendingin (14) - 06. des. 2018
Novembervitjan í Suðuroy - møtir og bíbliuskeið
NOVA úr Suðuroynni (33) - 10. des 2018
Her verða allar gátur loystar
Tvístøða (49) - Øll sendingin
Tvístøða (49) - "Eingin hevur ábyrgdina av teimum, ið ikki finna bústað!"
Tíðindi klokkan 12
Janus Rein og Brandur Ellingsgaard: Nýtt advokat­felag byrjar í Føroyum
Heilsustøðan hjá Anne Graham Lotz - ferðin gjøgnum Skuggadalin longri enn væntað!
Rúni Jacobsen klakti eggini undir síni egnu dýnu
Kristilig Tíðindi (77) - Kristiliga tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus
Metis - Øll sendingin - 11. desember 2018
Tíðindi klokkan 17
Sølutiltak hjá Leirkeri­num - fleiri enn 100 bøkur!
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi