Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Pant fyri plastikposar

Uttanlands | 16/04-2018 09:13

Danska handilsketan Netto bjóðar nú kundunum pant fyri plastikposar.

Higartil hevur pant einans verið givið fyri íløt við drykkjuvørum - tað vil siga dósir, gløs og plastikfløskur. Men hetta kann fara at broytast í framtíðini.

Frá í dag bjóða Netto-handlarnir á Fyn, sum eina roynd, pant fyri plastikposar, og um hendan royndin eydnast væl, verður sama skipan sett í gildi fyri allar handlarnar hjá Netto, skrivar DR.

15 tons í havið um minuttin

Orsøkin til royndarskipanina er nógv umtalaða dálkingin av havinum, har mett verður, at umleið 8 mió. tons av plastiki endar í havinum á hvørjum ári - tað svarar til 15 tons um minuttin.  

Plastik heldur leingi, og roknað verður við, at tað tekur 400 ár at bróta niður nógv av plastikinum, sum er í náttúruni.

Skipanin hjá Netto virkar soleiðis, at kundin rindar 50 oyru, tá hann keypir ein plastikposa, og hann fær eina krónu, tá posin verður latin innaftur. Posin verður síðani sendur til endurnýtslu.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Menningarkvotan í Vestmanna í vanda
Prát við Jóan Paula í Geil
Segði Rigmor Dam ov nógv um tíðindaleiðaran?
Samgongulimur: Tunnilin til Fámjins verður boðin út í morgin
Fuglafjarðarsendingin (3) - 20. sept. 2018
Jónfinn valdur til " ársins Vestmenning ", er staddur í Mauritania
Vestmannadagar: Veðrar úr Góðmansskor á uppboðsølu - veðrur fór fyri  6.500 kr
Kristin Michelsen misnøgdur við raðfesting­ina av tunlum
Góður gongutúrur í gjár - "Vestmannadagar" halda fram í dag
750.000 laksar deyðir í Sundalagnum
Vespureiðrið (90) - 24. sept 2018
Semja við handverkarafeløgini
Samhaldsfasti hækkar 1.045 kr. Lands/­kommunukassar fáa 1.070 kr
Spreinging á Rókini 20/­9-18
Finskur ráðharri í politiskum ódnarveðri tí hann hevur mótmælt fosturtøku
Stefan Løfven fallin
Opið bræv til Føroya Landsstýri og Føroya Løgting
Nógvur vindur í løtuni - bilur tikin av vindi
Hugnaløtan (34) - Gestur: Jeffri Johannesen
Eyðun Mørkøre - øll nýtast ikki at búgva í Havn
Hava funnið Endeavour hjá James Cook
Menningar­kvotur kunnu misbrúk­ast uttan avleiðingar
Skuldsettur fyri dráp
R7: Fuglafjarðarsendingin beinleiðis í dag klokkan 15.00 til 17.00
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi