Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Nógvur gróður í sjónum

Fiskivinna, Innanlands, Vísind | 16/04-2018 09:35

“Hetta sær spennandi út,” sigur Havstovan.

Várgróðurin á landgrunninum er komin óvanliga tíðliga í ár. Tað skrivar Havstovan. Talan er um plantuæti, sum er fyrsti liður í føðiketuni, og er harvið grundarlagið undir øllum lívi í sjónum.

“Av tí at plantuæti fær orkuna úr sólarljósinum, er næstan allur gróðurin í sjónum á okkara leiðum um várið og summarið,” sigur Havstovan. Longu áðrenn hálvan apríl varð staðfest, at rættiliga nógvur várgróður var at síggja, og hetta er óvanliga tíðliga.

Tá gróðurin byrjar, fær djóraætið føði og fer av álvara at gýta. Smátt djóraæti er fyrsta føðin hjá fiskalarvum tíðliga um várið.

“Tá nógvur várgróður er, kunnu vit tí vænta, at livilíkindini og vøksturin hjá fiskalarvunum eru góð,” sigur Havstovan.

Hóast tað enn er ov tíðliga at siga, um gróðurin í 2018 fer at hilnast væl, heldur Havstovan, at tað sær spennandi út.

Síðani 1997 hevur Havstovan á hvørjum ári fylgt við gróðrinum á Landgrunninum. Hvørja viku tekur Lívfiskastøðin í Skopun royndir í Skopunarfirði, sum Havstovan síðani kannar.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Álvarsom lúgvisjúka stórtrívst millum ávísar journalistar í Føroyum
Norð­oyggjar missa nógv orsaka av fiski­vinnu­nýskipanini
Kristin Michelsen: Hetta er brot á lógirnar hjá Javnaðar­flokkinum
Kristin Michelsen stillar uppaftur
Ætlar Bjørn at forkoma Sjálvstýris­flokki­num?
Alt hevur sína tíð her á fold
Jenis ætlar sær í lands­stýrið
R7 og KvF samsenda
Kanning av kynsligari misnýslu av børnum í Føroyum
Fuglafjarðarsendingin (7) - 18. okt. 2018
Hugnaløtan (38) - Gestur: Karina Højgaard
Óreglusemi á fundarborði í fiski­mála­ráðnum
Ljóðbrot: Tá dunnan endaði undir sofuni
Líggjas Johannesen: Hvar eru pengarnir brúktir?
Sverri Hansen sagt seg úr búskaparráðnum
Metis - Øll sendingin - 16. oktober 2018
At lata Almanna­verki­num fleiri íbúðir loysir sjálvandi nakað
Myndarøð: Café"in á Mølini í Skálavík
Norðlysið gitar: Tummas Lervig fyri Hendrik Old
Eg gangi út frá, at Poul Michelsen hevur eina góða frágreiðing til vanliga skattgjaldaran
Saudi-Arabiski krúnprinsu­rin kann verða koyrdur frá
Myndarøð úr Føroyingahavn­ini: Tíðarin­nar tonn er farin avstað við tí mesta. 
Sjálvstýri havt ársfund
Terje hugleiðir um almennan og privatan kappróður.
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi