Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Australia bjóðar hvítum suðurafrikanum skundvisa

Andøvsløtan | 22/04-2018 23:38

Australski ráðharrin fyri innlendis-, tilflytara- og marknarmálum, Peter Dutton, beyð herfyri forfylgdum hvítum suðurafrikanum skundvisa at flyta til Australia, um tey føla seg jagstrað heima. Hetta tilboð galt serliga hvítar bøndur í SA.

Suðurafrika er við at fáa øvugt apartheid, har tey hvítu eru fyri vanbýti. 1/4 av teim hvítu liva nú í fátækradømi. Tey svørtu fáa flestu og bestu størvini. Hvít fólk við góðum inntøkum verða enn búgvandi í landinum. Men fátæk hvít hava ikki ráð til at rýma og ikki útbúgving at klára seg í EU, USA, NZ ella Australia.

Almenn hagtøl vísa, at 40 ára langi bardagin fyri og ímóti apartheid kostaði 5-6.000 mannalív, flestu svørt, ið gjørdu vápnaða mótstøðu móti hvítu stjórnini.

Í1994 fekk Suðurafrika svart meirilutastýri við ANC sum størsta flokki og Nelson Mandela sum forseta. Bæði tjóðartingið og forsetin vórðu vald við vanligum valrætti fyri øll, og ANC hevur havt einflokkavald síðan.

Longu nú, bert 24 ár eftir svart meirilutastýri í SA, eru 4.000 hvítir bøndur, konur og børn teirra dripin av svørtum brotsmonnum. Stjórnin letur sum einki.

ANC er byrjað at endurtaka brølaran hjá Robert Mugabe norðanfyri, ið síðan 1990 hevur rænt jørðina frá teim tá 4.000 hvítu bøndrunum (nú eru bert 200 eftir). Tað hevur broytt Zimbabwe frá “breyðkurvini” til biddaraskálina í Afrika.

Jacob Zuma hevur júst lagt frá sær, og Cyril Ramaphosa tikið við sum forseti í Suðurafrika. Grundlógin er broytt til at taka jørðina frá teim 40.000 hvítu bøndrunum uttan endurgjald, ið er reinur stuldur. Helst fáa ANC-politikarar og ikki svartir knæbøndur teir flestu og bestu garðarnar - júst sum í Zimbabwe.

Suðurafrikanska tjóðartingið samtykti fyri páskir at loyva ognartøku av jørð.

Tað hevur vakt vreiði millum ANC politikar, at australska stjórnin býður hvítum forfylgdum bøndrum skundvisa. Men australski ráðharrin, Peter Dutton, hevur sagt alment í Radio 2GB-4GB, at australsk lóg loyvir játtan av visum til “fólk, ið verða forfylgd – uttan mun til, um tað er av trúarávum, húðaliti ella øðrum.”

Stjórnin í Suðurafrika hevur úttalað, at “Hvít fólk hava onga grund at óttast, hóast grundlógin nú er broytt, so vit hava loyvi at leggja hald á jørð uttan gjald til at javna landsins ognir, so SA bøtir um gjørdan órætt í farnum tíðum.”

 


Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi