Ikki brúka sniglagift í hernað móti morsniglum
Sniglagift drepur allar sniglar, og um man brúkar sniglagift verður bara morsnigilin eftir tí hann nørist skjótast. Tað sigur Rakul Arnfríð Dam, plantualari á Gróðurstøðini, í sendingini Rák.
Tað besta at gera í bardaga móti morsniglum er, at skipað uragarðin so at morsnigilin ikki trívist. Sambært Rakul Dam eru tað tvey ting at hugsa um. Betið skal vera reint, uttan ókrút, og so er tað týdningarmikið at urtir ikki standa í ov vátari mold um náttina. Fugtigari tað er um næturnar betri trívast sniglarnir, sigur Rakul Arnfríð Dam. Hon greiðir frá at best er at vatna um dagin, so moldin sleppur at dampa áðrenn náttin kemur. Eisini kann man brúka sivslangur, so vatnið kemur beint niður í moldina uttan at gera alla urtina váta.
Morsnigilin sum verður 5-15 cm langur er skínandi og oftast javnt morreyður, men tá morsnigilin er ungur er hann meira gjøgnumskygdur á liti. Hann stavar upprunaliga frá Spania, men hevur spjatt seg norðureftir, og varð fyrstu ferð funnin í Føroyum í 1996.
Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur