Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Eg elski Setrið - Strategisk ætlan um lestrarbý

Lesarabrøv, Politikkur | 23/04-2018 08:03

Tað er týdningarmikið, at karmar um Fróðskaparsetur Føroya og ein veruligur lestrarbýur, sum sømir seg Føroyum, fær rætta raðfesting.

“Eg elski Setrið” – var slagorðið hjá Fróðskaparsetri Føroya í kampanju, sum byrjaði í 2012 og sum hevði til endamáls at fáa fleiri ung at raðfesta at lesa á Setrinum. Og eg elski Setrið.

Gekk sjálv har í tíðarskeiðnum frá 2000 til 2007, fulla tíð frá byrjan og ½ tíð móti endanum, tí eg var byrjað at arbeiða við síðuna av, eins og eg var í barsilsfarloyvi í eitt ár. Harafturat fekk eg høvi at lesa eina týdningarmikla eftirútbúgving frá 2013 og eina tíð fram. Og havi bert gott at bera undirvísingini og undirvísarunum á Fróðskaparsetri Føroya.

Fróðskaparsetur Føroya, Academia Færoensis, varð stovnað í 1965, og vit skulu minnast til, at hetta er rættiliga ungt fróðskaparsetur, um vit samanbera við t.d. Københavns Universitet, sum mong føroysk lesandi ganga á, sum varð stovnað í 1479; við Jagielonska Universitetið í Krakow, sum drotningin Jadwiga av Polen fekk lagt lunnar undir í 1399 og við Laval Univeristet í Québec, fyrsta og fremsta fransktmælta universitet í Norðuramerika, sum varð stovnað í 1663. Felags fyri øll hesi er, at virksemið kom fyrst, síðani hóskandi høli og síðani nýbygging til endamálið. Jagiellonska Universitetið fór inn í verandi bygningin, Collegium Maius, sum var bygt í 1364, Københavns Universitets Hovedbygning varð ikki bygdur fyrr enn í 1829, og mangt er bygt kring og til hendan lærustovnin síðani.

Og Fróðskaparsetur Føroya, Føroyamálsdeildin, sum var fyrsta virksemið og fyrsta deildin á okkara hægri lærustovni, fór stutt eftir stovnan inn í svarta bygningin í V.U Hammershaimbs gøtu 16, sum varð bygdur til Fiskiídnaðarstovuna og Fiskirannsóknarstovuna í 1965. Í 1990 fekk Fiskirannsóknarstovan nýggjan bygning (Fiskiídnaðarstovan var tá ikki longur til), og tá fekk Føroyamálsdeildin allan bygningin, deildin nú húsast í.

Tað er eitt ordiliga gott hugskot at savna Setursvirksemið á einum øki – og tí verður arbeitt við hesum, bæði í landsstýrinum og í løgtinginum, sum í hesum døgum viðger uppskot til samtyktar hjá Magna Laksafoss um málið, sí leinki:

http://logting.fo/files/casestate/22291/091.17%20U.t.s.%20um%20bygging%20av%20kamp
us%20og%20akademiskum%20vitanardepil.pdf

Partur av kjakinum hjá núsitandi samgongu er júst hetta, at t.d. Tjóðsavnið (fornminnissavn og náttúrigripasavn), ella partur av virksemi savnsins møguliga kann vera tætt við kampus. Í økinum, har Setrið i stóran mun húsast í dag, er tøkt lendi og vit vita, at fleiri viðkomandi vitanarstovnar eru í økinum longu í dag, so sum Skjalasavnið og Landsbókasavnið, Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Landssjúkrahúsið. Vit vita eisini, at til m.a. søvnini er neyðugt
við betri hølum til at varðveita lutir, bøkur og skjøl, sum vit hava ábyrgd av og møguliga til eina framsýning. Spurningurin um bókasavn er ein heilt viðkomandi partur av eini bygging til kampus. Og tað er í tráð við virksemið og ætlanirnar hjá Setrinum, at vinnulig umhvørvi eru í góðum samstarvi við lærustovnin og hava møguleikar at verða knýtt betur at Setrinum Harafturat er týdningarmikið, at bústaðarviðurskifti og tílík trivnaðarviðurskfti eru partur av
ætlanini. Ein verulig savning av Fróðskaparsetri Føroya í eitt kampusøki fer somuleiðis altíð at virka savnandi fyri annað virksemi hjá Setrinum, sum kann fara fram aðrastaðni í landinum.

Tað hevur ikki ongan týdning, at hendan verkætlan er klár at seta í gongd sum konjunkturjavnandi politiskt amboð, um og tá byggivirksemið, vit kenna í dag, minkar.

Landsstýriskvinnan á økinum setti í 2015 ein kampusbólk, sum læt úr hondum eina fragreiðing í juni 2016. Eg var sjálv til eina framløgu hjá bólkinum í Læraraskúlahøllini á Frælsinum á sumri 2016.

Ein nýsettur bólkur er eisini fyri stuttum farin til verka í hesum árinum fyri at lýsa og loysa hølisavbjóðingarnar hjá Setrinum her og nú. Og tað er sanniliga týdningarmikið. Tí meðan vit fyrireika tann endaliga lestrarbýin, sum er langtíðarplanlegging og eitt arbeiði, sum tekur tíð, so mugu vit samstundis nøkta bráfeingis tørvin, so at gerandisdagurin hjá starvsfólki og lesandi skal rigga.

Tað er týdningarmikið, at karmar um Fróðskaparsetur Føroya og ein veruligur lestrarbýur, sum sømir seg Føroyum, fær rætta raðfesting í langtíðar íløgukarminum hjá landinum næst komandi árini, so at vit um eitt styttri áramál – hægst 10 ár, hava júst tað, vit í dag ynskja okkum og vita er neyðugt fyri eitt framkomið samfelag og ein spennandi høvuðsstað - og sum kampusbólkurin skal fyrireika og leggja fram ætlan um. Tað er at fegnast um, at løgtingið fær høvi at samtykkja at heita á landsstýrið um at virka fyri einum lestrarbýi. Og ímeðan langtíðarloysnin verður fyrireikað til fysisku karmarnar til okkara universitet, sum vónandi fær nógv fleiri lesandi – eisini úr øðrum londum – so verður arbeitt dúgliga fyri tryggja, at bæði hølisviðurskifti og mong viðurskifti annars, sum krevja at vera góð og trygg fyri okkara hægsta lærustovn, koma í eina góða legu.

Les eisini meirilutaálitið frá Mentanarnevndini í løgtingsmáli nr.91 um bygging av kampus og akademiskum vitanardepli her:

http://logting.fo/files/casestate/22295/091.17%20Alit%20Campus.pdf

 

Hanna Jensen


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi