Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Vinnuhúsið: Bústaðarpolitikkurin í Føroyum peikar í allar ættir

Innanlands, Politikkur, Vinnulív | 23/04-2018 14:07

Politisku myndugleikarnir hava fleiri ferðir seinastu árini eftirlýst, at vinnan átekur sær at byggja bústaðir til útleigan. Men nú tá marknaður er fyri hesum íløgunum, verður hálsað um.

“Bústaðarpolitikkurin í Føroyum peikar í allar ættir.” Tað skrivar Vinnuhúsið í dag.

Vinnuhúsið sigur, at seinastu árini hevur mikið fokus verið á at útvega fleiri bústaðarmøguleikar og í fleiri umførum er heitt á vinnuligar aktørar um at bjóða seg fram. Í kommunum hava stórfundir verið um málið og vinnulívsfólk eru boðin inn til samrøður fyri at avklára, hvat skal til fyri, at tær vilja verða við til byggja ella fíggja íbúðir. Frá landsins síðu hevur eisini verið eftirlýst, at vinnufyritøkur bjóða seg fram at byggja bústaðir.

So langt heldur Vinnuhúsið, at alt er gott.

Men umframt áheitanirnar um at luttaka í arbeiðinum við at útvega fleiri bústaðir, er lítið ítøkiligt í førda politikkinum, sum bendir á, at politiski myndugleikin veruliga ynskir privatar vinnuligar útleigarar.

“Tað almenna hevur við Bústøðum sett gongd í at byggja íbúðir, og fyri nøkrum mánaðum síðani fekk Bústaðir heimild at upptaka lán fyri at kunna byggja fleiri íbúðir,” sigur Vinnuhúsið, sum vísir á, at Bústaðir einsamalt klárar ikki at nøkta tørvin á leigubústøðum, og tí er neyðugt, at tað almenna skapar røttu karmarnar fyri privatari vinnuligari luttøku á leigumarknaðinum.

“Men nú liggur eitt lógaruppskot í Løgtinginum, har almenni aktørurin, Bústaðir, fær betri treytir enn vinnuligir útleigarar í sambandi við útleigan av íbúðum,” sigur Vinnuhúsið.

“Politiskt ynskir mann sostatt ikki at javnstilla kappingina millum Bústaðir og vinnuligar aktørar á útleigumarknaðinum,” stendur í skrivinum frá Vinnuhúsinum.

At Bústaðir hevur fingið atgongd til grundøki og bygningar fyri lítið og lætt, og at einki avkastkrav er til grunnin, er eisini ein partur av søguni, heldur Vinnuhúsið, og fer so langt sum at siga, at landstýrisfólkið, sum varðar av málsøkinum hevur eftir tí, sum er komið fram í Kringvarpinum, ikki skilt málið.

“Samanumtakandi kann sigast, at Løgtingið sendir greið signal til tað privata um at halda seg burtur frá leigumarknaðinum,” sigur Vinnuhúið.

“Signalini frá lands- og lokalpolitikarum eru mótstríðandi, tí samstundis sum landspolitikarar arbeiða fyri at gera møguleikarnar fyri privata vinnuliga útlegan verri, verður frá kommunalari síðu heitt á tað privata um at luttaka í bygging av leigubústøðum,” stendur í skrivinum frá Vinnuhúsinum.

“Politisku myndugleikarnir hava fleiri ferðir seinastu árini eftirlýst, at vinnan átekur sær at byggja bústaðir til útleigan. Nú tá marknaður er fyri hesum og tískil vinnuligt grundarlag fyri at gera hesar íløgur, verður hálsað um, sjálvt um politiski myndugleikin veit, at Bústaðir ikki fer at megna at byggja allar teir leigubústaðir sum tørvur er á,” sigur Vinnuhúsið.

Vinnuhúsið heldur tað ikki vera løgið, at privatir aktørar hava hug at renna skríggjandi burtur frá at bjóða seg fram at byggja bústaðir.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi