Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Allir pensjónistar fáa meira at liva fyri

Politikkur | 24/04-2018 20:32

Við pensjónsnýskipanini fáa allir verandi pensjónistar umleið 1000 krónur meira at liva fyri hvønn mánað eftir skatt. Við nýggju skipanini, sum verður galdandi í 2020, fáa allir lág- og meðalløntir pensjónistar millum 1000 og 2300 krónur meira at liva fyri um mánaðin. Pensjónistarnir fáa altso meiri keypiorku við pensjónsnýskipanini, og tað eru vit í Javnaðarflokkin sera fegin um.

Sambandsflokkurin megnar ikki at fremja eina pensjónsnýskipan. Tað hevur flokkurin prógvað við sjeytumma seymi. Heldur enn at viðganga tað, so roynir Sambandið at bera fram misvísandi tíðindi um avleiðingarnar av pensjónsnýskipanini, sum varð samtykt við einum stórum meiriluta.

Sambandið roynir at billa fólki inn, at keypiorkan hjá pensjónistum fer at minka,

og at tað verða tey veikastu, sum koma at fíggja pensjónsnýskipanina. Hvørki av hesum passar. Eisini hevur Sambandið ferð eftir ferð ført fram, at grundupphæddin hvørvur við nýskipanini. Tað passar heldur ikki. Eini ósannindi verða ikki sonn, bara tey verða endurtikin nóg ofta. Allir verandi pensjonistar varðveita grundupphæddina, júst sum hon er í dag, og allir verandi pensjónistar hava bara fyrimunir av nýggju broytingunum.

Hesar broytingar verða millum annað gjørdar fyri ávikavist verandi og komandi pensjonistar:

Verandi pensjónistar:

  • Allir verandi pensjonistar varðveita grundupphæddina, júst sum hon er í dag.
  • Útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkar, soleiðis at verandi pensjonistar fáa umleið 1000 krónur meira at liva fyri um mánaðin aftaná skatt. Ein part beinanvegin og ein part í 2019.
  • Mótrokning millum hjún verður gjørd valfrí.

Komandi pensjónistar:

  • Allir lág- og meðalløntir pensjónistar fáa millum 1000 og 2300 krónur meira at liva fyri hvønn mánað.
  • Mótrokning millum hjún verður strikað.
  • Komandi pensjonistar varðveita eisini grundupphæddina. Hon verður prístalshækkað og verður framvegis skattafrí.
  • Pensjónsaldurin hækkar eitt hálvt ár í 2025 og eitt hálvt ár í 2030. Møguleiki verður eisini fyri at framskunda ella útseta pensjónina eftir tørvi.

Fyri komandi pensjónistar verður eisini tann broyting gjørd, at tey, sum forvinna mest, verða mótroknað lagaligt í allari fólkapensjónini. Men tað eru bara tey hægst løntu, sum koma at fáa minni í fólkapensjón. Hetta eru til dømis bankastjórar, yvirlæknar og vit politikarar. Tað er ikki meir enn rímiligt.

Hetta er enn einaferð eitt prógv um, at tað eru ikki tey veikastu, sum fíggja ágóðarnar í pensjónsnýskipanini - tvørturímóti. Mótrokningin hjá komandi pensjónistum verður so mikið lagalig, at tað verður bæði hugaligari og fyrimunarligari hjá teimum allarflestu at arbeiða eftir pensjónsaldur samanborið við í dag. Ikki fyrr enn pensjónisturin hevur aðra inntøku á umleið 20.000 kr. um mánaðin umframt grundupphædd, viðbót og Samhaldsfasta verður pensjónin lægri, enn hon er í dag.

Keypiorkan minkar ikki!

Sjálvandi minkar keypiorkan ikki, tá ið pensjónisturin fær millum 1000 og 2300 krónur meira um mánaðin eftir skatt – tað sigur seg sjálvt!

Keypiorkan og inntøkugrundarlagið hjá pensjónistum minkar heldur ikki í framtíðini. Tí pensjónsveitingarnar - bæði grundupphædd og viðbøtur - fara at hækka við prístals- og lønarhækkingum á hvørjum ári. Tað er júst eitt av frambrotunum við pensjónsnýskipanini, at allar veitingar verða prístalshækkaðar. Tað hava tær ikki verið í mong ár, og tí er virðið av bæði grundupphædd og viðbót minkað.

Sambandsflokkurin pástendur, at prístalsjavningin av pensjónsveitingum fer at vera lægri enn lønarhækkingar annars. Øll duga at síggja, at henda grundgeving gevur onga meining. Vit fara frá ongari prístalsjavning til fulla prístalsjavning, og so ger Sambandsflokkurin tað framstigið til ein vansa. Nú er av sonnum panikkur komin í Sambandið.

Grundupphæddin verður varðveitt – og hon verður skattafrí!

Tað stutta av tí langa er, at allir pensjónistar hava framvegis rætt til grundupphædd, hon er framvegis skattafrí. Allir pensjónistar fáa eisini Samhaldsfasta – uttan mun til aðrar inntøkur. Útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkar longu í 2018 og aftur 1. januar 2019 við tilsamans umleið 1.000 kr. eftir skatt hjá øllum pensjónistum. Útgjaldið úr Samhaldsfasta verður tí 5.635 kr. um mánaðin samanborið við 4.025 kr í dag.

Tvungna eftirlønaruppsparingin betri fyri tey lágløntu

Undanfarna samgonga samtykti tvungna eftirløn, sum brandskattar pensjónsinngjøld við 40%. Hetta hava vit broytt, so at láglønt koma at rinda ein lægri pensjónsskatt. Tað tryggjar, at tey lægstløntu fáa eitt frægari avkast av tvungnu eftirlønaruppsparingini. Enn eitt dømi um at nýskipanin er neyðug.

Eftirlønargjald verður rindað av almannaveitingum

Pensjónsnýskipanin tryggjar harumframt, at eftirlønargjald frameftir verður rindað av øllum almannaveitingunum, sum t.d. verða veittar einum borgara í sambandi við sjúku, barnsburð ella arbeiðsloysi. Sostatt verða nógv av teimum, sum vórðu sett uttanfyri av undanfarnu samgongu og eftirlønarlóg teirra, fevnd av skilagóðari lóggávu.

Eisini her síggja vit, at pensjónnýskipanin tekur hond um tey við lágum inntøkum.

Er pensjónsnýskipanin óneyðug?

Andstøðan sigur, at pensjónsnýskipanin er óneyðug – men er hon nú tað?

Eru 1.000 krónur meira um mánaðin eftir skatt óneyðugar? Kanska hjá onkrum. Men hjá einum pensjonisti, sum einans hevur fólkapensjón og samhaldsfasta at liva fyri, so muna 1.000 krónur meira í útgjaldi um mánaðin nógv.

Er tað óneyðugt, at tey, sum eru niðurslitin á arbeiðsmarknaðinum sum 64 ára gomul, í framtíðini sleppa frá við eftirløn uttan stórvegis hóvasták? Nei. Tað eru nógv, sum verða fegin um henda nýggja møguleikan. Tað tryggjar smidligheit – og virðing fyri, at tað eru borgarar, sum eftir eitt langt og strævið lív á arbeiðsmarknaðinum, veruliga hava tørv á at fara frá.

Er tað óneyðugt, at tey, sum vilja vera longri á arbeiðsmarknaðinum, sleppa tað, og harafturat kunnu fáa eina hægri fólkapensjón, tá ið tey fara á pensjón? Og er tað óneyðugt at strika mótrokningina millum hjún? Nei tað haldi eg ikki.

Sambandsflokkurin vildi bjóða øllum pensjónistum 580 kr omaná grundupphæddina. Tað er nógv minni enn 1.000 kr, og uppskotið frá Sambandsflokkinum fevnir ikki um allar hinar batarnar, sum nýskipanin tryggjar.

At nýskipanin so eisini yvir eitt áramál styrkir samlaða búskapin, er so bara ein hjá-ágóði, sum vit eisini fegnast um.

Pensjónsnýskipanin er neyðug. Hon er neyðug, tí hon er við til at tryggja okkara elstu borgarum ta vælferð, sum tey hava uppiborið. Tað hevur verið drúgt at koma fram til hesa semju – og vit fara framhaldandi at kunna um hana kring landið og at lurta eftir øllum sjónarmiðum frá borgarum, um tað skuldi verið okkurt, sum skal fáast at virka enn betri.

Helena Dam á Neystabø, tingbólkaforkvinna fyri Javnaðarflokkin

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi