Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Óveruleikin defineraður í Damudomi

Lesarabrøv, Politikkur | 25/04-2018 22:30

Og einki—ikki eingong rætturin hjá ungum gentum at hanga út í friði, og helst í friði fyri monnum, ið halda seg vera kvinnur—sleppur at liggja fyri og forða damudomsku krusaduni fyri eini eyðmýkjandi og uppblástari staðfesting av sær sjálvari.

Nú er tað so Damudomi, sum, í sínum fabrikeraða gløggsemi, skumpar djúpt órógvað menniskju út har, tey ikki grynna... bert so tey kunnu kasta eitthvørt slag av outrerum viktigheits-ljósi á seg sjálvan við at billa almenna rúminum inn, at tær eisini eru feministar, eisini hava tyngd.

Meg undrar, um hasir trans-klemmandi “feministarnir” í kulturistiska miðlaheiminum nakrantíð høvdu ímyndað sær, at teir trúliga fóru at stríðast fyri rættinum hjá vaksnum monnum at fara inn í skiftingarrúmið hjá teenage-gentum—tí teir “føla” seg sum konur?

Cue 8. mars og Damudomi, har síðstnenvda samanstúving so væl uppsummerar trupulleikan við trans-aktivismu ídag. Henda samanstúving av stokk-konservativum konufólki gevur seg út at vera ein frígerandi kraft á jøvnum føti við kvinnurørsluna ella stríðið hjá samkyndum fyri líkarætt... áðrenn, altso, at hol kom í við fullmentari virðiskreppu sum fylgju.

Men í veruleikanum líkjast damudomarnir meiri og meiri einum meinings- og seimleikahungrandi riðili, sum ikki dugir sær hógv. Og einki—ikki eingong rætturin hjá ungum gentum at hanga út í friði, og helst í friði fyri monnum, ið halda seg vera kvinnur—sleppur at liggja fyri og forða damudomsku krusaduni fyri eini eyðmýkjandi staðfesting av sær sjálvari.

Profileringshungrandi sirkusliberalistarnir siga, at øll hasi, ið ikki tosa ella bera seg nóg pent at, mugu burturbeinast; og ein og hvør persónur, ella vesi, ið sigur, at tú ikki ert ein kvinna... má beinast burtur.

Verðin og øll í henni mugu laga seg eftir einum óendaliga lítlum samleika—eini, í besta føri, aberratión av einum turrgeldum forstáilsi fyri feminismu og tí grundformi, menniskjað er ætlað. Hetta er svakt. Søguliga hevur kvinnurørslan, samkynjurørslan eisini, verið eitt moralskt róp um økt tolsemi; trans-rørslan, hinvegin, kamuflerað í lesbiskum elitu-politikki, tekur seg í alt eksplosivari mun út sum ein fasilitator fyri øktum ótolsemi.

Og eins og tað var við teim samkyndu, tá tey vildu sleppa uppí hjúnabandið, so eru tað eginliga ikki tey “transkyndu”, ið geyla harðast, men tey beint aftanfyri, tey samkyndu, ið gera tað. Aldeilis nossaleyst, men snilt nokk, at samkynju-elitan goymir seg og brúkar onkran hissini, uppfunnan minniluta, minni enn sín egna... enter transkynd, hvørs eksistensur hevur eitt ørklænt rótfesti í følilsum aleina—og aðramáta eru so eym, so sár. Og er tað nakað, eitt bland av desperatión og vreiði kann gera, og ikki bert við konufólki, tá er tað sjálvsskaði.
Nú er tað so Damudomi, sum, í sínum fabrikeraða gløggsemi, skumpar djúpt órógvað menniskju út har, tey ikki grynna... bert so tey kunnu kasta eitthvørt slag av outrerum viktigheits-ljósi á seg sjálvan við at billa almenna rúminum inn, at tær eisini eru feministar, eisini hava tyngd.

Um alt hetta ikki er eitt grunnskygt pret, tá hava tær í Damudomi trúliga tørv á at umhugsa sín persón og, um tær orka, feminismu. Eg meini, um tú sum maður krevur at hava rætt til at fara inn í skiftingarrúmið hjá einum øðrum kyni, um tú veruliga heldur hetta vera rætt!, tá hevur tú, har og tá!, mist rættin at kalla teg progressivan, ikki at tosa um liberalan. 
Tað er ikki sørt problematiskt at siga, at transkvinnur eru kvinnur. Hetta er ein staðfesting, sum á ongan hátt byggir á sannføri, og harumframt hevur sjálvs-identifisering, sonevnd “Self ID-ing”, automatiskt við sær, at øll øki, støð, høli, rúm, skipanir, virðislønir, vesi, kvinnuhús og miðstøðir fyri neyðtøkuoffur, mugu gerast um til blandingspláss. Altso, eitt pláss, ið ikki longu einans er fyri konufólk, men ein og hvønn. Eitt mixed-sex helle, ið undirminerar legimitetin í einum agggomlum stríði fyri rættindi og viðurkenning.

At tú vrøvlar runt í hugtøkum sum “cis”, greiðir nokko væl frá hesum innihaldsleysa felagsskapi. Tí har er onki “cis”. Ongin kvinna er cis. Ella “tvíkynd cis-kvinna”, eins og Sunneva Háberg Eysturstein heilt høpisleyst skeltar seg sjálva ígjøgnum Damudomi.

Reint intellektuelt er hugtakið ein húsagangur, men tað mest undrunarverda er hetta: “Hvussu kanst tú vera ein hugsandi kvinna og samtíðis identifisera teg sjálva við eina fullvegis niðring av tí ímynd, túsund og aftur túsund konufólk hava av sær sjálvari, ein samfelagslig og heimilað hugmynd av kvinnuni og tí stríði, tí faktiska stríði, hon hevur verið fyri?”

Í Góðan morgun Føroyar søgdu umboð fyri Damudomi, at “avbóðingin er sosial ... Hvussu vit behandla hvønnanan. Hvussu vit tosa um hvønnannan. Hvussu vit handfara hvønnannan. Hvar mínar grensur eru í mun til tínar grensur... ”. Hetta merkir, kókað niður, at felagsskapsins, ja, feminisma avmarkar seg til okkara privatu atferð, minutiøsa mikrostýring av tær og mær, hvat tá aftur merkir, at aktar tú ikki, so er tað úti við tær. Tín og mín atburður skal stýrast við lóg. Okkara lóg.

At fremja hetta verða tey sárbæru, hesuferð transkyndu, stillað í fremsta rað, ikki fyri at hjálpa sær sjálvum, men teppa alla mótstøðu, og soleiðis skumpa egna sannføring ígjøgnum, kosta hvat kosta vil. Hetta er “ein uppbyggjandi felagsskapur”, ljóðar boðskapurin. Men veruleikin er ein annar. Hann heldur seg hava rætt at taka avgerð um, hvussu onnur skulu “tosa um hvønnannan” og “behandla hvønnanan”.

Í Bretlandi var ein kvinna herfyri átalað sum fylgja av, at hon tweetaði “a trans person’s operation is castration”. Slíkt uppíbland frá myndugleikum inn í talufrælsi er alarmerandi óakseptabult, um tað so er við hjálp av pseudofeministum og ørkymlaðum ungdómi, transkyndum at navni, ella ei. Ikki bert Bretland, men alt norður-Evropa er í vanda fyri at detta inn í ein politi-stat, har okkara leiðarir gera av, hvat vit sleppa at siga og, sum úrslit, hugsa.

Hetta skal stoppast. Og hevur Damudomi nakran sum helst signifikans nakrastaðni í sínum bløðrutosi um einki, so hevur hann tað í núverandi samgongu og opportunistisku uttanflokkaklapparum, tá avgerðir um einar alsamt meiri terapeutiskar, systematiskar og formyndandi Føroyar skulu takast. 

Um okkara politikarir enda sum harri yvir akseptablum tanka, og hvat er ókey at siga, tá verða øll avbjóðandi og óhoyrd hugskot etin upp av sensuri. Og tá fara bæði samfelag og einstaklingar at líða. Einstaklingar, tí teir ikki longur sleppa at almannagera sínar tankar. Og samfelagið, tí fólk aktivt verða forðað í at hugsa sjálvstøðugt—tað skulu nokk staturin og avvarðandi stovnar gera fyri teg.

Fylgjan er eitt keðiligt, stirvið, dovið, ansandi, ódjarvt og, at enda, ómodernað, óliberalt og fátækt land, vit enda við. Eitt elendigt eitt, eisini økonomiskt. Tað, Damudomi ikki skilir, er at útblásturin av “farligum tankum” og “villum sannføringum” á ongum øki skaðir samfelagið... men sensururin av teimum ger. 
“If everyone was the same, thought the same, did the same, looked the same, there would be no art. There would be no humour. Vive la difference.”, segði Ricky Gervais sum klár fylgja av, at rætturin at ironisera, at halda tað skeiva og hánt um alt, um apsalutt alt!, at einki er heilagt, tá tað kemur til, hvat er loyvt at siga og skriva, er fyri drakoniskum avmarkingum as we speak. 

Damudomi hevur líka lítið við feminismu sum Úr menniskjum pening lokki við filantropi at gera. Tí er onki løgið, at flestallar kvinnur ikki síggja seg sum feministar—so ikki hatta slagið av feminismu, hasar ráðaleysu diddurnar portrettera. Men allíkavæl hevur tú henda tráðin av miðstættar-kvinnum, ið standa fast uppá, at onkur reint faktiskt lurtar at teimum, at tær tosa fyri kvinnur í Føroyum. Men kvinnur í Føroyum hava ikki brúk fyri frelsu, ikki frá nøkrum, og als ikki Damudomi! 

La difference? Frálíkt—hvør elskar ikki ymiskleika! Trupulleikin er bert, at hasi, sum halda seg vera mest “difference”, og vera mest fyri ”la difference”, samstundis eru mest ímóti tí.

Hesir damudomisku... feministar tosa ikki upp liberalismu og djúptøkið frælsi, men ein smásinnaðan og alráðandi politistat.

Agga Niclasen

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi