Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tórshavnar kommuna átti næstan hálva milliard á bók

Innanlands | 26/04-2018 08:43

Nógvir pengar eru í kommunukassanum í Havn, sambært Anniku Olsen, borgarstjóra.

Á býráðsfundi í Havn, týskvøldið, legði Annika Olsen, borgarstjóri, fram ársroknskapin fyri 2017.

Annika Olsen segði, at stórur búskaparvøkstur hevur verið í Føroyum seinastu árini, og hesin vøksturin sæst aftur í roknskapinum hjá Tórshavnar kommunu. Inntøkurnar í 2017 vóru íalt 970 mió. krónur. Tað eru heili 12% hægri enn mett varð í fíggjarætlanini hjá kommununi.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2017 vóru 693 mió. krónur. Tað er ein vøkstur í mun til undanfarna roknskaparár. Fleiri orsakir eru til tað, segði Annika Olsen. Hon vísti millum annað á, at búskaparvøksturin seinastu árini hevur havt við sær eina tilflyting, soleiðis at fólkatalið í farna ári á fyrsta sinni kom upp um 21.000 borgarar.

Nógv virksemi var í 2017, og kommunan gjørdi íløgur fyri tilsamans 198 mió. krónnur. Nýttar vóru 67,5 mió. krónur til Skúlan á Fløtum. Aðrar 21,2 mió. krónur fóru til Musikkskúlan og 1 mió. krónur til at gera Dagstovnin í Kollafirði lidnan.

57,6 mió. krónur vórðu nýttar til ítrótt, og kommunan varð fríðkað fyri 11,3 mió. krónur.

Tórshavnar havn hevur í 2017 gjørt íløgur fyri 75 mió. krónur.

Úrslitið hjá kommununi aftaná íløgur var eitt avlop á 52 mió. krónur.

Fíggjarstøðan góð

Fíggjarstøðan hjá Tórshavnar kommunu er góð. Tøkur peningur við ársskiftið var 438 mió. krónur. Av hesum stóðu 231 mió. krónur inni hjá Tórshavnar kommunu og 207 mió. krónur hjá Tórshavnar Havn.

“Orsøkin til nógv innistandandi við ársskiftið eru fleiri. Inntøkurnar hava verið hægri enn mett, íløgur eru fluttar fram - umframt lántøka í árinum,” segði borgarstjórin á býráðsfundinum týskvøldið.

Hon minti á, at hóast gongdin hevur verið góð seinastu árini, so kunnu tíðirnar skjótt broytast, og tað eingur kommunan altíð at vera fyrireikað til.

“Vit hugsa okkum væl um, soleiðis at vit eisini í komandi tíðum eru ein kappingarfør kommuna,” segði Annika Olsen, borgarstjóri.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi