Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Býráðið í Havn skrivaði undir sáttmála áðrenn hoyringsfreistin var úti

Innanlands, Lesarabrøv | 28/04-2018 11:51

Tann 25. apríl fyri einum ári síðani fór Tórshavnar kommuna at fremja størstu náttúruoyðingina í hesi øldini. 

Samstundis sum røður vórðu hildnar fyri flaggi, tjóð, fólkaræði, forsturlandi og náttúru, gjørdi høvuðsstaðarkommunan eina byrging við rørum og gróti yvir Sundsá.

Tað gjørdi yvirvøldin á Vaglinum, hóast nærum øll í gomlu Kaldbaks kommunu høvdu sagt nei til hetta ógvusliga inntrivið í náttúruna.

Síðani eru nógvir leikir farnir fram í einum óvirðiligum stríði.  Leikir, sum vit kunnu flokka undir høgtøkini: náttúruoyðing, reinging, ósannindi og vantandi fólkaræði. Óheppin fyribrigdi í einum rættarsamfelagi.

Men hvat er so tað nýggjasta?

Jú,  tvey viðurskifti, sum seta ósannindini, reingingarnar, vantandi virðingina fyri lóg og rættindunum hjá borgarunum í eitt óvirðiligt perspektiv.

 

Skrivaðu undir sáttmála áðrenn hoyringsfreistin var farin

Í almennum innliti er nú komið undan kavi, at nývaldi borgarstjórin, kommunustjórin og havnarmeistarin longu tann 9. januar í 2017 skrivaðu undir sáttmála við Tunnilsfelagið um at taka ímóti grótinum og leggja tað á Sundi.

Gevið gætur dagsetingina 9. januar!

Dagfestingin er 11 dagar undan, at hoyringsfreistin í málinum at broyta byggisamtytkina fyri Sund – sum heimilar grótfyllingini – var úti. Tað merkir, at ovasta leiðslan í høvuðsstaðnum ikki ætlaði at halda:

·      lógarásetingina um hoyring í málinum,

·      2. viðgerðina í býráðnum í málinum at broyta byggisamtyktina,

·      og endaligu staðfestingina fyri broytingini í Innlendismálaráðnum.

Gevið gætur, at ovasta leiðslan á Vaglinum skrivaði undir ein sáttmála, áðrenn hoyringsfrestin hjá borgarunum í kommununi var úti. V.ø.o. ætlaði yvirvøldin á Vaglinum, at hoyringin bara skuldi vera ”pro forma”. 

Vit hava eitt rættarsamfelag. Siga vit. Men grótsáttmálin, og málið um yvirgangin á Sundi og Kaldbaksfirði, vísir okkum, at rættarsamfelagið er ikki frægari enn í bananrepublikkum, vit helst ikki vilja samanberast við.

Onkur á Vaglinum fær tó ”kaldar føtur”. Tí sáttmálin frá 9. januar verður ógildaður. Men seinri – eftir ásetta hoyring, 2. viðgerð í býráðnum og staðfesting í Innlendismálaráðnum – skrivar borgarstjórin, Annika Olsen, kommunustjórin, Bjørgfríð Ludvig, og havnarmeistarin, Jónsvein Lamhauge undir grótsáttmálan tann 26. apríl.

Tað er dagin eftir, at farið varð at oyða fjøruna eystan fyri Sundsá. Men sama dag sum forkvinnan í náttúru- og umhvørvisnevndini, Turið Horn, í miðlasamrøðu sigur, at tunnilsgrótið ikki skuldi leggjast á Sundi. Tað skuldi nýtast til at fylla í sár í náttúruni. Hon visti ikki betur, enn at politikkarar og fólkaræðið høvdu valdið. Men aðrar kreftir stýra, mátti hon ásanna. 

 

Oyðsla 40 milliónir krónur við ósannindum og reingingum

 Fyri stuttum var borgarafundur á Velbastað um grótið frá tí komandi Sandoyartunnilinum. Á hesum fundi  vórðu reingingarnar og ósannindini hjá havnameistaranum og yvirvøldini á Vaglinum avdúkaðar.

Á fundinum fekk Stein Olvur Petersen nevniliga spurningin, um grótið úr Skálafjarðartunnlinum, sum kemur upp á Hvítanesi, kundi verið brúkt til Skansabryggjuna. Sum tann reiðiligi maður Stein Olvur er, svaraði hann, at grótið kundi væl brúkast sum ífylla.

Tað, Stein Olvur Petersen svaraði, er fullkomiliga í andsøgn við tað, havnarmeistarin svaraði kaldbaksfólki á fundi í Ingálvshøll á Vaglinum 6. juni í fjør.

Í stríðnum millum Vaglið og Kaldbaksnevndina og Á-hugabólkin fingu kaldbaksfólk á hesum fundinum loksins høvi at leggja fram síni sjónarmið.

Tá kaldbaksfólk vístu á møguleikan at brúka grótið at byggja út Skansabryggjuna, var svarið hjá havnameistaranum, at tað kundi ikki brúkast. Tað kundi bara ikki brúkast. Líkamikið, hvat kaldbaksfólk søgdu. Tað kundi heldur ikki siglast til Havnar. Onki annað bar til enn at koyra tað inn á Sund. Hóast verkfrøðingarnir – eisini hjá J. & K. Petersen – søgdu nakað annað.

Men einki beit á. Støða var tikin, sló borgarstjórin fast. Hóast Tórshavnar kommuna kundi spart hálvthundrað milliónir og náttúru.

Um Tórshavnar býráð hevði virt ynskið hjá fólkinum við Kaldbaksfjørð og náttúruna á Sundi, høvdu teir 60-70.000 lastbilarnir ikki koyrt grót inn á Sund, men oman til Havnar.

Hevði Tórshavnar býráð virt náttúruna á Glyvursnesi, kundi býráðið borið so í bandi, at tað slapst undan at spreingja 500.000 rúmmetrar av gróti.  Kostnaðurin at spreingja hesa nøgd er 40 milliónir, siga verkfrøðingar. Harafturat kemur sjálv útleggingin á Sundi.

Samanumtikið kostar tann óskynsami nátturu- og umhvørvispolitikkurin – náttúruoyðingin – Tórshavnar kommunu kanska einar 50 milliónir krónur.

Samanumtikið er framferðin móti teimum trimum bygdum við Kaldbaksfjørð óvirðilig. Hon hevur valla sín líka í føroyskari søgu.

Kaldbaksfólk høvdu vón um, at Tórshavnar býráð fór at virða fólkið við Kaldbaksfjørð og náttúruna á Sundi. M.a. tí at forkvinnan í byggi- og býarskipanarnevndini, Marin Katrina Frýdal, í 2014 segði, at vit ”hava ikki ráð at oyðsla við sjóvarstrond”. Og tí at forkvinnan í náttúru- og umhvørvisnevndini, Turið Horn, segði dagin eftir flaggdagin, at grótið skuldi ikki leggjast út á Sundi.

Men vónin varð gørd til skammar. Kaldbaksfólk taptu stríðið móti yvirvøldini á Vaglinum. Men stóru tapararnir eru náttúran, fólkaræðið og virðingin fyri borgarunum við Kaldbaksfjørð.

Grát mítt elskaða land. Men móti fávitskuni berjast sjálvt guðarnir til fánýtis!

 

Í Niðaru Soylugørðum í Kaldak tann 24. apríl 2018

Jóhann Mortensen


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi