Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Løgmaður fyri tey útvaldu

Lesarabrøv, Politikkur | 28/04-2018 20:28

Eftir at løgtingskvinna hevur átalað løgmann fyri hansara ætlan at seta Pro-Vita ráðstevnuna 27. apríl, hevur løgmaður kúvent og boðað frá, at hann hóast alt ikki kann seta ráðstevnuna. Orsøkin er, at tann eini fyrilestrahaldarin hevur víðgongd og harðrend sjónarmið, sum stríða grundleggjandi ímóti tí, løgmaður stendur fyri.

Vit hava skrivi-, talu- og hugsunarfrælsi í Føroyum. Øll sjónarmið, sum ikki eru revsiverd, hava sama rætt at verða hoyrd. Um umtalaði fyrilestrahaldari ber fram revsiverd sjónarmið, hevði hann neyvan fingið innbjóðing frá Pro-Vita. Men løgmaður velur og vrakar, hvønn hann er løgmaður fyri. Nøkur eru nóg góð, meðan onnur ikki eru verd eina løgmansvitjan. Hetta er ikki løgmanni verdugt. Ein løgmaður eigur altíð at kunna møta øllum føroyingum, bæði samhugaðum og teimum við mótstríðandi sjónarmiðum. Tað er fáur løgmaður, sum í røðum og brøvum hevur talað so heitt fyri samanhaldi, samhuga, samhaldsfesti og samstarvi sum sitandi løgmaður. Men váti vøtturin til tey, sum ynskja at verja tey mest verjuleysu, boðar hvørki frá samstarvi ella samanhaldi.

Ongin væntar ella krevur av løgmanni, at hann skal taka undir við teimum, hann røður fyri. Tað hevur neyvan heldur ligið í kortunum hjá felagsskapinum Pro-Vita. Men fyri tað er hann løgmaður hjá øllum føroyingum, eisini teimum í Pro-Vita. Og løgmaður kundi sjálvandi nýtt høvið til at víst á síni egnu sjónarmið undir setanini av ráðstevnuni. Vit hava enn talu-, skrivi- og hugsunarfrælsi í Føroyum. Tað merkir, at fólk við mótstríðandi sjónarmiðum hava sama rætt at taka til orðanna undir sama taki.

Løgmaður er raskur at møta upp, tá Løgtingið skal setast. Í Løgtinginum finnast eisini fólk, sum løgmaður er grundleggjandi ósamdur við. Og sum í eygum løgmans bæði eru harðrend og víðgongd. Men fyri tað bakkar løgmaður ikki út. Og somuleiðis er løgmaður sum heild raskur at møta upp, tá boð eru eftir honum, eitt nú til at halda flaggrøður og 1. maidagsrøður. Munnu ikki fleiri vera millum áhoyrararnar, sum hava bæði harðrend og víðgongd sjónarmið? So leingi sjónarmiðini verða sjónarmið og ikki verða umsett til harðrenda og víðgongda atferð, hava tey sama tilverurætt sum øll onnur sjónarmið.  

Tað var eitt mistak, at løgmaður við nevndu grundgevingum ikki vildi seta ráðstevnuna. Harvið hevur hann sett nøkur fólk uttanfyri felagsskapin, sum hann er løgmaður fyri. Tað er álvarsligt. Tað vekir harmakenslur í fólki. Tað tænir ikki felagsskapinum, samansjóðingini og samstarvinum. Tað spjaðir og eggjar til øsing. Tí vit hava bara ein løgmann, og hann eigur at vera løgmaður fyri alt fólkið.

Bill Justinussen


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi