Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

NÆRDEMOKRATI KANN KOMA SO NÆR,AT TAÐ IKKI LONGUR ER DEMOKRATI!

Innanlands, Lesarabrøv | 04/05-2018 21:48

HalIó. Búgva vit ikki í Føroyum? Men nú skal alt knappliga vera so nær, so nær. Tú skalt hava demokratiið í túninum. Við síðuna av bilinum. Helst inni í stovuni.

Um tað eru havbylgjurnar rundanum okkum sum gera tað, ella um tað eru internetbylgjurnar rundanum okkum sum gera tað. Ella um tað er okkurt heilt triðja sum ger tað, er ikki til at siga.

Men knappliga hendir tað.Vit gerast so øgiliga upptikin av onkrum ávísum evni.Fjølmiðlaveldið, og fólk við einari ávísari maktposisjón í samfelagnum, liggja framvið at seta dagsordanin fyri okkum.Fyri okkara besta.Ella teirra egna besta.
Leikmaðurin á Facebook fær illa frið at seta dagsordanin fyri einum professionellum liði av freelance journalistum.Serliga uppundir val. Tú veitst ikki, um teir eru nøku vælmeinandi menniskju, ella teir eru keyptir av ávísum áhugamálum.Ella um skrivinging er ein skurvblanding av báðum leiklutunum.

Men í hesum lítla samfelag, hava vit ein trupulleika, tá ið kjakið er fari í gongd.

Vit blíva so nógvar ferðir meira áhugaði í “hvør í sigur tað”, enn “hvat í verður sagt”.

Hvør er handa har.Hvat ger hon.Er hon forlova?.Er hon gift?. Eigur hon børn? Eigur hon leysingarbørn? Hvør er pápi hennara.Hvør er familjan?

Og mitt í øllum hesum gloyma vit “hvat í henda skilakonan hevði uppá hjarta at fortelja okkum”.

Hon ætlaði sær bara at siga sína hjartans meining.Og nú vildi hon ikki havt tala.

Kjakmennandi orðatakið sigur tað eisini so væl.Tig,og tala ikki.

Tað finnast tvey sløg av kjakarum.Lokalkjakarar og Globalkjakarar.

Lokalkjakarin sær alt úr vindeygakarminum afturvið einum drekkamunni.Meðan hann hyggur út á snórin.

Globalkjakarin hugsar um heildina.Hann megnar enntá at skoða yvir 18 oyggjar í senn.Úr erva.Í fuglaperspektivi,sum tað so fínt eitur.

Men tað ger lokalkjakarin ikki.Ikki talan um.

Hann er valdur inn í kommununa fyri at blíva valdur inn í løgtingi.Og situr tí í løgtinginum fyri at arbeiða fyri kommununa.Sína kommunu.

Og hvat var tað nú ein kommuna er? Hvat var endamálið við henni?

Jú.Ein kommuna er ein frívilligur felagsskapur av borgarum,sum hava tikið seg saman um at samarbeiða um eitt ella annað.Á einum ávísum bletti.Innanfyri eitt ávíst mark.

Idéin var nokk at gera gerandisdagin lættari, tá ið trupult var at ferðast,at samskifta, at flyta farm osfr.

Tað var tá á døgum, tá ið Quirinius var landshøvdingi.Og frástøðan til myndugleikan í høvuðsstaðnum var drúgv.Tá kvøldini gjørdist myrk og long.Við grúgvuna.

Men nú eru aðrar tíðir.Tú kanst melda teg inn og út úr hesum felagsskapi,sum eitur kommuna, akkurát sum tú vilt.Tú ert ikki forpliktaður av nøkrum.
Tann seinasti,sum eftir situr, kann sløkkja, og takka fyri seg.Uttan at taka skyldurnar við sær.

Men um eini 6 ár.

Tá gerðast Føroyar ein stórur býur.Tá fer tað at taka ein góðan tíma at koyra úr enda í annan.

Verður tað tá neyðugt við meira enn einari kommunu?.Einari vælvirkandi kommunu,sum tekur sær av nøkrum ávísum gerandismálum, soleiðis at løgtingið kann blíva manna av globalkjakarum?Av virðiskjakarum?.

Ikki veit eg.Men tað hevði verið gagnligt.Núverandi blandingsskipan,sum hon hevur ment seg.Helst av óvart. Er ikki lukkulig.

Og so er tað tað.Øll hesi systemini við løgtingi, kommunum, og økjum.Tey seta vit á stovn, av tí at vit vilja vera so DEMOKRATISK.

So demokratisk, at vit seinnu árini enntá eru byrjaði at vera nærdemokratisk.Nærdemokratisk.HalIó.Búgva vit ikki í Føroyum?.Men nú skal alt knappliga vera so nær, so nær.Alt skal leggjast út til kommunurnar.Tú skalt hava demokratiið í túninum.Við síðuna av bilinum.Helst inni í stovuni.Nærdemokrati í Føroyum????.Eitt system sum helst er uppfunnið í USA.Til statir.Við milliónum av borgarum.?

10´tals landsmilliónir rulla í hesum døgum úti í kommunukassarnar við lítlari og ongari fyrisiting – uttan at hesar verða Landsgrannskoðarar eftir reglunum um fyrisitingarliga grannskoðan. Og fleiri og fleiri uppgávur verða lagdar út til tann eina kommunala bókhaldaran.Uttan nøkur sum helst krøv.

Av øllum kommunum í landinum, er tað bara Tórshavnar Kommuna,sum sjálvboðin hevur biðið um at vera umfata av einari fyrisitingarligari landsgrannskoðan.Hattin av fyri Tórshavnar Kommunu.

Sjálvt um Føroyar um 6 ár er ein stórur býur, har tað tekur ein tíma at koyra úr enda í annan,so verður tað í størsta álvara tosað um at flyta almennar stovnar út á bygd.

Forrestin.Akkurát sum í 80´unum. Tá bygdu vit havnir í hvørjari bygd,sum um hjólið ikki var uppfunnið.Valskipanin, og kommunuskipanin legði upp til hesar loysnir.Gitir onkur.

Men vit halda áfram.Hesa ferð skúladeplar og stórar fysiskar bygningar, sum standa tómir meginpartin av døgninum.Sum um internetið ikki er uppfunnið. Hong eina mikrofon um hálsin á onkrum, og stilla eitt myndatól frammanfyri viðkomandi.

Afturundirliggjandi hugsanin tykist vera tankin um at lokalisera,heldur enn at globalisera.

Fiskimálaráð í Klaksvík, og Fuglamálaráð í Fugloy (fugli). Mentamálaráð á Dímun, og uttanríkisráð í Suðri.

Hví ikki savna øll saman í einum bygningi,við einari stórari kaffimaskinu, og fáa eina effektiva umsiting við allari vitan á einum staði,mannaða av fyrisitarum, sum arbeiðir uppá tvørs av øllum mørkum?

Tað búgva 50.000 fólk í Føroyum.Tað fer at taka ein góðan tíma at koyra úr enda í annan um fá ár.Hvussu stór kann umsitingin blíva?

Vandin við nærdemokrati er tann, at demokratiið kann koma so nær,at tað ikki longur er demokrati. Vit kunnu blíva stammustýrd.Serliga á bygd.

Tí, sum gamli løgtingsmaðurin so vísiliga segði á sinni.

Um man ikki kann hjálpa sínum nærmastu.Hvørjum skal man so hjálpa?

Ferðafólk úr øllum heiminum valfartast til Føroyar at síggja luxusfongsli í Mjørkadali.Luxusfongslið við heimsins besta útsýni.Tey undrast yvir, at ikki allir føringar eru kriminellir.
Meðan vit gremja okkum um,at føroyskir fangar í donskum fongslum ikki fáa nógmikið av føroyskum halalmati innihaldandi nógmikið av kyksilvuri

 

Jákup Fróði Djurhuus


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi