Tvey størv sum sosialráðgevi hjá Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin eru leys at søkja til setan 1. september 2021 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er full tíð við møguleika fyri at arbeiða niðursetta tíð.
Barnaverndartænastan við Skálafjørðin er eitt samstarv millum Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunu, og vit halda til í hølum á Mýravegi 26 í Runavík. Á deildini starvast seks fólk, skrivari: sosialráðgevar og sálarfrøðingur.
Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.
Arbeiðsuppgávur:
• málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin
• fyrireika mál til viðgerð í Barnaverndarnevndini
• samskipa og samstarva tvørfakliga við aðrar myndugleikar
• vera við í vaktarskipan hjá Barnaverndartænastuni
Vit ynskja okkum starvsfólk, sum:
• hava góð samskiftis- og samstarvsevni
• vilja samstarva og duga at síggja loysnir
• tola at arbeiða undir trýsti
• hava yvirlit og kunna arbeiða sjálvstøðugt
Førleikakrøv:
• Útbúgvin sosialráðgevi
• Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur, men ongin treyt.
Umsókn:
Umsókn saman við prógvum og CV skal sendast í seinasta lagi 15. august 2021.
Løn og setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Nærri upplýsingar:
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jenny Petersen, leiðara fyri Barnaverndartænastuna, á tlf. 237096.
Nes, Sjóvar- og Runavíkar kommuna samstarva um Barnaverndartænastuna sambært lóg um barnavernd. Í kommununum búgva á leið 6.500 fólk.
Send umsókn her: https://app.jobmatchprofile.com/mqumsm
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið



















