Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Heilsufrøðiliga Starvsstovan søkir eftir trimum málsviðgerum til matvørudeildina. Talan er um tvey føst størv og eitt tíðaravmarkað starv.

Matvørudeildin
Matvørudeildin á Heilsufrøðiliga starvsstovuni arbeiðir við at fyribyrgja, at fólk gerast sjúk av mati ella vatni. Matvørudeildin hevur eftirlit við løggildari matvøruframleiðslu og vatnveiting. Í løtuni eru á leið 700 løggildað støð, ið liggja kring alt landið. Matvørudeildin hevur eisini eftirlit við inn- og útflutningi av matvørum og fremur yvirvøku av fiskavørum og vatni.

Á matvørudeildini arbeiða 14 starvsfólk, við ymiskum útbúgvingum og fakligum førleikum.

Arbeiðsuppgávur
Sum málsviðgeri skalt tú hava eftirlit við løggildaðum framleiðarum og viðgera umsóknir um løggildingar. Eindirnar fevna breitt, frá stórum framleiðsluvirkjum og skipum til matstovur og smáar handlar.

Tú kemur eisini at taka ímóti fyrispurningum frá borgarum um nýtt virksemi, klagur o.a.

Tú skal møguliga vera partur av eini vaktarskipan, sum er á matvørudeildini í samband við útflutning av fiskavørum. Vaktarskipanin hevur skiftandi arbeiðstíðir.

Arbeiðsuppgávurnar kunnu broytast, alt eftir eftir hvørjar uppgávur eru á stovninum, og hvussu stovnurin mennist.

Førleikakrøv

  • Viðkomandi tekniskar útbúgvingar, sum professión bachelor í matvøruteknologi, matvøruteknikari, laborantur ella líknandi.
  • Matvøruverkfrøðingur, matvørukanditatur ella aðra viðkomandi náttúruvísindaliga útbúgving.

Umsøkjarar við viðkomandi starvsroyndum hava fyrimun. Harumframt er ynskiligt við royndum innan fyrisiting.

Væntanir til umsøkjaran
Sum málsviðgeri á matvørudeildini, fert tú at arbeiða í einum fakliga sterkum toymi, sum brennir fyri sínum arbeiði.

Tínir førleikar, millum annað:

  • góð samstarvsevni
  • torir at taka avgerðir
  • hevur koyrikort til bil
  • trívist við skiftandi arbeiðsuppgávum
  • dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu
  • dugir at samskifta á enskum
  • hevur góðan telduførleika og gott hegni at seta seg inn í nýggjar skipanir
  • tú ert nærlagdur/løgd og dugir at arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv, sum fakliga fevnir breitt um matvøruøkið, og sum er nógv merkt av altjóðagerðini. Tú fert at starvast á matvørudeildini, saman við dugnaligum og áhugaðum starvsfólkum við ymiskum útbúgvingum og hollum royndum. Góðir møguleikar eru fyri førleikamenning.

Setanartreytir
Størvini eru full tíð og verður sett skjótast gjørligt. Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Sí annars heimasíðuna hjá Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum: www.fmr.fo

Umsókn
Umsóknir til starvið við avriti av prógvi, CV, viðmælum o.t. skulu sendast til Heilsufrøðiligu starvsstovuna, Smyrilsvegur 7,2. hædd, 100 Tórshavn, ella hfs@hfs.fo, og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 22. nov. 2019 kl. 12.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Maluna Nicolinudóttir Mikkelsen, deildarleiðara, tel. 556400.

Heilsufrøðiliga starvsstovan, við tilhoyrandi kanningarstovum, er stovnur undir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum. Endamál hjá stovninum er at umsita matvøru- og djórasjúkulógina.

 


Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum