EVANGELISTURIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Tá eg setti meg við telduna fríggjamorgunin, Grækarismessudag, var tað fyrsta eg frætti, at heimskendi evangelisturin Luis Palau er deyður, ella sum tað eitur á enskum “has passed away!” Hansara heimstaður var í býnum Portland í statinum Origon í USA. Hann er føddur og vaksin upp í Argentina, men flutti sum ungur maður til USA. Í 1962 fekk hann Amerikanskan ríkisborgaraskap; tá var hann 28 ára gamal.
12 ára gamal var hann á eini summarlegu, har hann játtaði Jesus sum Harra og frelsara. Hendan summarlegan setti hansara lívskós, sum kom at vera milliónum av menniskjum til signing. Hann halgaði sítt lív at kunngera evangeliið, og hann náddi langt út um Argentinsku landamørkini við evangeliinum. Hann varð skjótt ein víðakendur evangelistur, ikki minst í tí spanskt talandi heiminum, har hann mangan varð nevndur tann Suðuramerikanski Billy Graham.
Í 1960 fór hann á bíbliuskúla í USA, har møtti hann gentuni Patricia Scofield, vanliga rópt Pat, sum hann giftist við í 1961. Tey búsettust í Oregon í statinum Portland, har tey hava búleikast til dagin í dag.
Vit hava vitað, at hann hevur borið upp á krabbamein seinastu trý árini. Familjan hevur verið dugnalig at fylgja sjúkuni upp og kunna almenningin um heilsustøðuna seinastu trý árini. Hann hevur kortini havt tað rímiliga gott til tíðir, og hevur undir sjúkratilgongdini enntá havt orku at talað á onkrum stórmøti. Fyri einum lítlum mánaða síðani kom hann heim eftir kemoviðgerð og ymsar kanningar á sjúkhúsinum, og familjan skrivaði á facebook, “at hann hevði tað betur, men at orkan er lág!”
Fyri umleið tveimum vikum síðani søgdu læknarnir, at har var einki meir at gera, og tí fekk hann pláss á einum Hospice, har hann hevur verið seinastu tíðina, men nú hann andaðist var hann saman við familjuni í heimi teirra í Portland í Origon. Eftir Luis Palau sita konan Pat, fýra synir við konum og 12 barnabørnum.
Í FØROYUM
Nú hevur Luis Palau talað evangleiið fyri seinastu ferð, og milliónir av menniskjum um allan heim hava hoyrt gleðiboðskapin av hansara munni – eisini í Føroyum! Man hoyrir ikki so sjálvdan frá fólki, sum siga, at tey komu til trúgv ella vóru vakt andaliga á møtunum hjá Luis Palau í Ítróttarhøllini í Havn í apríl 1988; og tey eru mong, sum minnast hesi møtini við stórari gleði. Vit høvdu tað gleði og framíhjárætt í Føroyum, at hann, saman við konuni Pat, vitjaði í apríl í 1988. Tað ber til at hoyra og síggja møtini við at fara inn á EVR.FO
Tað var í ítróttarhøllini Kelvin Hall í Glasgow, at hann fyrstu ferð fekk fyrispurningin um eina møguliga møtivitjan í Føroyum. Nøkur ár seinni møtti Svenning av Lofti honum á eini stevnu í Amsterdam, har spurningurin um Føroyar aftur varð reistur; tá svaraði Luis, at hann og konan hava biðið fyri Føroyum síðani tey fingu fyrsta fyrispurning í 1981.
Tá kom rættulig gongd í at fyrireika vitjanina, sum gjørdist veruleiki hósdagin 14. apríl, táið umboð fyri nevndina vóru á flogvøllinum og tóku ímóti Luis Palau og fylgi. Fríggjakvøldið 15. apríl var fyrsta stórmøti. Ítróttrahøllin var fullsett, og Gundadalshøllin var eisini fullsett, har stórskýggi var settur upp.
Konan Pat og elsti sonurin Kevin vóru við í fylginum. Pat talaði á einum kvinnumøti, sum varð fyriskipað á Hotel Føroyum. Eisini vóru møtir skipaði fyri politikarar og samkomu- og kirkjuleiðarar, sum vóru serdeilis væl vitjaði. Møti fyri politikarar varð skipað á hotel Hafnia. Atli Dam var løgmaður tá, og hann gav sær stundir at vera við og hava eina røðu til heiðurs fyri útlendsku gestirnar.
ARVURIN EFTIR LUIS PALAU
Hann vitjaði um allan heimin, sum bleiv til meira enn 500 stórmøtir í meira enn 80 londum, har hann kunngjørdi evangeliið fyri fullsettum hallum og ítróttarstadium.
Við tveimum dagligum radiosendingum á sponskum máli hevur Luis Palau í fleiri áratíggir nátt milliónir av spanskt talandi fólki í Mið- og Suðurameruika.
Hann hevur lati eftir seg ein óvikiligan vitnisburð um evangeliið millum høgt standandi fólk í Latínamerika, har ímillum forsetar og einaræðisharrar.
Luis Palau var ein av teim allar fyrstu stórevangelistunum, sum í sjeyti- og áttatiárunum, meðan komunisman enn var í hásæti, fingu loyvi at hava evangelisk stórmøtir í Sovjetsamveldinum.
Í dag eru tríggjar altjóða radiosendingar á enskum máli, sum altjóða felagsskapurin hjá Luis Palau hevur bygt upp, og sum hoyrist í meira enn 48 londum.
Luis Palau hevur eisini verið ein skrivandi maður, sum megnaði í síni lívstíð at geva út hópin av bókum, m.a. eina bíbliukommentar á sponskum. Hansara best kenda bók er: What is a real Christian?, sum kom út í 10 millióna-upplagi, og týdd til fleiri mál. Í 2019 gav hann út sína lívssøgu: Palau: A Life in Fire. Í 2019 kom eisini út ein filmur um hansara hendingaríka lív.
Triðelsti sonurin, Andrew, er stigin í fetini hjá pápanum. Hann hevur virkað sum fulltíðar evangelistur innan Luis Palau Evangelistic Association (LPEA) í fleiri ár, og er í dag ein væl kendur og høgt mettur evangelistur, sum heldur líknandi stórmøtir eins og pápin gjørdi.
Enn er jarðarferðin ikki alment kunngjørd, sum verður hildin á privatum støði í heimbýi teirra, Portland. Stroymingin kann fylgjast á www.luispalau.org
Kristiliga Tíðindatænastan ynskir Guds signing yvir tænastuna og minnini eftir Luis Palau.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus, Glyvrar
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Hjartaliga takk fyri
Klokkuklárt sjálvmál
Kommunuvalið í Oyndafirði
Krógva seg fyri veljarunum
Lygn samgongan
Medisinkistur
Skal tunnilsgjaldið í Eysturoyartunlinum brúkast til at rinda fyri Suðuroyartunnilin?
Smá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnum
Soleiðis ferðast Tunfiskur
Styrkja tilbúgvingina
Ukraina hevur skotið langtrøkkandi rakettir inn í Russland
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur