JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Tað vóru sorgarboð, sum komu úr USA, tá ið tað hoyrdist, at einasti sonur Gudny og John Munro var brádliga deyður. Hann fekk blóðpropp og doyði meðan tað varð arbeitt upp á hann í sjúkrabilinum sunnudagin 25. apríl (flaggdagur í Føroyum).
Gudny og John Munro fingu ein son í teirra hjúnabandi, sum tey góvu navnið: Christopher John Munro, sum er teirra einasta barn. Hann var giftur, og eftir hann sita kona og 4 børn, nú hann er farin bert 37 ára gamal.
Familjan er kend í Føroyum við tað, at man regluliga hevur lisið um tey í bønarløtuni. Bønarløtan er eitt mánaðarligt blað, sum Brøðrasamkoman í Føroyum gevur út, har tíðindi og myndir eru frá øllum trúboðarunum innan Brøðrasamkomuna bæði heima og uttanlands. Tá Kristoffur var barn var hann ein partur av tíðindunum og við á myndini saman við foreldrunum.
Pápin, John Munro, er skoti. Hann læs løgfrøði í sínum ungu árum og arbeiddi eitt skifti á eini advokatskrivstovu í Lerwick í Hetlandi. Tað var í Lerwick at føroyingar og John komu at kennast. Gudny er vaksin upp í Eiriksgøtu úti í Grønlandi í Tórshavn, og er dóttur Jørgild og Ingolf Gunnarson. Heimasamkoma hennara í barna- og ungdómsárunum var Ebenezer í Tórshavn.
Á vári í 1973 var eitt traktatlið úr Føroyum og vitjaði í Hetlandi. Gudny var við í hópinum, og tað var undir hesi ferðini, at Gudny og John fyrstu ferð møttust. Eftir at tey vóru gift búðu tey eitt skifti í Lerwick, men seinni fluttu tey til Aberdeen, har John stovnaði egið advokatvirkið.
Hetta var um tað mundi, tá oljuvinnan av álvara tók seg upp í Skotlandi, og John og Gudny høvdu eina lovandi framtíð í hyggju. Men hóast hetta, so kendu tey bæði eitt kall at útbúgva seg til tænastu í orðinum. Tey fluttu til USA í 1981, har John byrjaði Gudfrøðilestur á Dallas Theological Seminary. Síðani 2006 hevur John Munro virka sum Senior-pastorur í Calvary Church í Charlotte, USA.
JARÐARFERÐIN
Jarðarferðin var sett at vera úr Calvary Church fríggjadagin 30. apríl (Dýra Biðidag) kl.16:00 føroyska tíð. Jarðarferðin var stroymd beinleiðis á heimasíðuni hjá Calvary Church. Samkoman í Ebenezer stroymdi jarðaferðina á stórskýggja, har fleiri savnaðust at vísa sína samkenslu.
Tað var grípandi at hoyra vinmenninar við nógvum og vøkrum lýsingarorðum siga frá vinarbandinum millum teir og Kristoffur, og tað var ein djarvur pápi, sum steig fram á talarapallin, sum við væl valdum kærleiksfullum og eymum orðum mintist sonin, samtundis sum hann bardist við kenslurnar. Hann nevndi, at tá Kristoffur var bert 6 ára gamal, hevði Gudny tað stóru gleði at hjálpa teirra einasta barni til trúnna á Jesus. Eisini nevndi pápin, at tá hann var 15 ára gamal, kom hann eftir egnum ynski til sín og vildi verða doyptur. John nevndi, at seinasta samtalan hann hevði við Kristoffur var í telefonini dagin fyri andláti, og seinastu orðini hann segði við pápa sín vóru: “Dad, I love you!”
Eftir Kristoffur sita 4 børn: Alex 13, Ian 10, Kera 8 og Vincent 2.
Um onkur ynskir at lesa minningarorð um Kristoffur ella síggja jarðarferðina ber til at fara inn á heimasíðuna hjá Calvary Church: www.calvarychurch.com
Kristoffur er jarðaður í kirkjugarðinum í Calvary’s Magnolia Memorial Gardens.
KRISTILIGA TÍÐINDATÆNASTAN YNSKIR GUDS SIGNING OG FRIÐ AT LÝSA YVIR HESI FÝRA BØRN!
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus, Glyvrar
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Hjartaliga takk fyri
Klokkuklárt sjálvmál
Kommunuvalið í Oyndafirði
Krógva seg fyri veljarunum
Lygn samgongan
Medisinkistur
Skal tunnilsgjaldið í Eysturoyartunlinum brúkast til at rinda fyri Suðuroyartunnilin?
Smá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnum
Soleiðis ferðast Tunfiskur
Styrkja tilbúgvingina
Ukraina hevur skotið langtrøkkandi rakettir inn í Russland
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur