Til minnis um Ormar Eyvindsson Dalsgaard
Týsnáttina andaðist vinmaðurin Ormar eftir stutta sjúkralegu, 76 ára gamal.
Gjøgnum lívið hevur tú vinir og familju. Men so hevur tú vinir, sum gerast familja. Tá eg kom til Havnar í ’55 gjørdust vit báðir Ormar beinanvegin bestu vinmenn. Abbatrøð gjørdist okkara barnaheimur, hetta var, meðan økið omanfyri Jónas Broncksgøtu enn var ein stór fløta, og bara onkur barakk frá heimsbardaganum sløddist í økinum.
Vit gjørdust vinir fyri lívið. Vit gingu í skúla saman, vórðu fermdir saman, giftust at kalla dag um dag og gjørdust gubbar hjá børnunum hjá hvørjum øðrum. Hann lærdi rørsmíð og eg maskinsmíð. Soleiðis fylgdust vit allan ungdómin og skiltust ikki, fyrrenn Ormar flutti til Danmarkar seinast í sekstiárunum.
Ormar búði í Revagarðinum í Lon, har eg nærmast hoyrdi til húskið. Sigrid, mamma hansara, tók sær avbera væl av okkum og mangan drekkamunnin fekk eg frá henni, meðan eg sat og bíðaði eftir Ormar. Har var eitt ótrúligt hjartarúm.
Vit fingu síðan familjur hvør í sínum lagi. Hildu tó altíð sambandið og hittust av og á, bæði í gleði og sorg. Vit hava altíð hjálpst at, og hóast okkara vegir skiltust, hildu vit fast um ein grundleggjandi vinskap og trúfesti, sum hevur smittað av uppá familjurnar. Vit hava altíð verið fastir fúsir til øll tiltøk, okkum hevur hepnast at luttikið í saman.
Ormar var ein stuttligur vinur. Hann var smekkfullur í lívsvísdómi og hevði eitt einstandandi fjølbroytt orðatilfar at oysa av. Hann var eins við øll, høgan sum lágan, og hevði eitt nátúrligt forvitni, sum hevði við sær, at hann setti seg inn í tað mesta og visti tað mesta.
Vit samstarvaðu millum annað um standmyndirnar á Glaðsheyggi. Eyvind, pápi Ormar, gjørdi upprunaligu standmyndirnar, sum familjan átti, og eg fekk danska listarmannin Jens Peter Kellermann at gera standmyndirnar í fullari stødd. Í dag standa tær sum eitt stásiligt prýði við gamla hagaportrið á Glaðsheyggi.
Tað var stuttligt at samstarva við Ormar. Hann hevði eitt ótrúligt tekniskt snildi. Sum ungir høvdu vit eisini ein lítlan bát saman, sum vit vóru á floti við. Haldi eg kann siga, at øll ungdómsárini vóru vit ikki at skilja sundur. Og líka síðan hava familjurnar havt eitt serligt tilknýti.
Seinnu árini hevur Ormar ikki verið frískur. Seint í summar var hann á fundi á Ráðhúsinum. Hann gramdi seg um keðiligan hosta, og dótturin Anna stóð klár at koyra hann til samrøðu hjá lækna beint eftir fundin. Boðini vóru ikki góð og ómetaliga skjótt gekk harfrá og til nú, Ormar stillisliga sovnaði burtur.
Løtur sum hesar situr ein eftir við sorg, við fløktum, men góðum minnum. Fram um alt verður tað trúfestið og gjøgnum tíðirnar óbroytiligi vinskapurin, eg komi at minnast Ormar fyri. Eg syrgi við tykkum, Annu, Johan og Brynhild og familjuni allari. Gud vælsignið tykkum øll.
Við hesum vil eg lýsa frið yvir minnið um mín góða vinmann, Ormar Eyvindsson Dalsgaard.
Hvíl í friði, góði Ormar.
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur