Nólsoyingar hava fingið bókasavn
Týskvøldið 13. apríl læt Nólsoyar bókasavn dyrnar upp á fyrsta sinni. Í hesum sambandi var almenn móttøka í Nólsoyar skúla.
Nólsoyingar hava í longri tíð ynskt sær almenna atgongd til eitt bókasavn, so tað er gleðiligt fyri bygdafólkið, at hetta umsíðir er vorðið veruleiki.
Nólsoyar bókasavn heldur til í somu hølum sum skúlabókasavnið í Nólsoyar skúla og skal framyvir virka sum ein deild undir Býarbókasavninum í Havn, júst sum Kollafjarðar bókasavn eisini hevur gjørt í nógv ár.
Mong høvdu leitað sær niðan á bókasavnið til upplating og hátíðarhald. Býarbókavørðurin, Vónbjørt Vang, legði dent á, at eitt gott bókasavn eigur at vera opið, atkomuligt og vera karmur um góðar upplivingar í mun til bókmentir, vitan og mentanarligar upplivingar. Hugnaliga bókasavnið úti í Nólsoy hevur góðar karmar til júst hetta og á Býarbókasavninum fegnast tey nú um, at bókasavnstilboð er til enn fleiri borgarar í kommununi. Anfinnur Brekkstein, formaður í Mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, helt eisini røðu og handaði bókasavninum eina gávu.
Í sambandi við upplatingina var eisini hátíðarhald fyri navnframa nólsoyinginum, Jens-Kjeld Jensen, sum herfyri vann umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri at varpa ljós á margfeldi í føroysku náttúruni. Børn í Nólsoyar skúla høvdu gjørt eitt vakurt kort, sum tey høvdu myndprýtt við flogkyktum, og sungu tveir sangir fyri virðislønarvinnaranum.
Bókasavnið heldur til í Nólsoyar skúla, og ætlanin er at hava opið fyri almenninginum eina ferð um vikuna, hvørt týskvøld kl. 17.00-18.30. Tað er Bára Traustadóttir, sum frammanundan rekur skúlabókasavnið á skúlanum, sum eisini fer at røkja almenna bókasavnið.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Captain Morgan gerst lokalur

Eindarkostnaðirnir mugu lækkast fyri øll vælferðarøkini

Framløgudagur um Fiskivinnuroyndir

Hernaðarstrategiski týdningurin hjá Føroyum í dag

Leiguprísir hækkaðir 8%

Rós til løgmann – ja takk til nýskipan

Russar kunnu aftur selja fisk og brúka útlenskar havnir

Sólberg fiskaði 13.000 tons av botnfiski

SPD og CDU nærkast stjórnarsemju

Tørvur á umleið 450 fleiri búplássum komandi árini
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











