AVTAKIÐ BUMMGJØLDINI
Lassi Klein heldur at vit eiga at gera eina nýggja gjaldsskipan fyri tunnlar
Skulu vit framhaldandi útbyggja samferðslukervi t.d. við undirsjóvartunlum, og tað skulu vit, so er neyðugt, at finna fram til eina skilagóða skipan, sum tekur hædd fyri at fíggja íløgur og rakstur av slíkum slagi, og ein møguleiki kundi so verði ein samhaldsføst skipan.
Einki er ókeypis. Vit sleppa ikki undan at gjalda. Vit eiga ikki at spenna bein fyri, at eisini onnur í samfelagnum fáa líka góðar møguleikar fyri flutningi enn vit. Tað var kongstankin tá farið var undir fyrsta undirsjóvartunnilin í 1988.
Vit mugu syrgja fyri, at vit fáa tryggar fíggjarligar karmar tá talan er um íløgur og rakstur av serstøkum samferðsluætlanum, sum landskassin av einari ella aðrari orsøk ikki til fulnar stuðlar, men sum eru almanna gagnlig, t.d. framhaldandi bygging av undirsjóvartunlum.
Tað er ikki bara ein spurningur um “bummgjøld”, men eisini ein spurningur um samábyrgd, og eina samhaldsfasta gjaldsskipan, sum gerð tað møguligt hjá okkum øllum, at fáa lut í at menna okkara samfelag á samferðslu økinum.
Verðandi gjaldsskipan er eitt gott dømi. Hon hevur gagna samfelagnum, og hon hevur gagna brúkarunum, og hevði gagna í størri mun um hon upprunaliga var samhaldsføst, og galdandi fyri allar undirsjóvartunlar, eisini teir sum ætlanin er at fara undir.
Men vit kunnu bert staðfesta, at orðaskifti seinastu tíðina hevur víst, at semja ikki fæst um “bummgjøldini”, sum tey í dag eru skipaði, og so er bert eitt eftir at gera:
Avtakið “bummgjøldini”; gerðið nýggja samhaldsfasta gjaldsskipan fyri núverandi, og komandi undirsjóvartunlar.
Lasse Klein
Mest lisið í farnu viku

Aliráðstevnan verður 28 februar

Almennar lønir vaksa 9% privatar vaksa 2,1%

Andakt

Álit um støðu fólkakirkjunnar innan føroysku fyrisitingina og virkisøki umboðsmansins

Bakkafrost úrslit fjórði ársfjórðingur 2024

Flogfar lendi á takinum í Toronto

Krógvaðu 140 milliardir

Lækni nevnir orsøkina til at vit missa evni at minnast

Løgmaður til Týsklands á trygdarráðstevnu

Løgmaður: Støðan í heiminum er alsamt meira óviss

Tey ríku og kvinnur sleppa lættari í rættarskipanini

Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast fram í nútíðina

Video: Maður í kajak endaði í kjaftinum á stórhvali
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











