Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Eitt er sikkurt og víst; innkrevjingarnar hjá Taks er uttan heimild
Tá ein tekur nakað, sum ikki av røttum er eins egna, kann talan vera um misskiljing ella stuldur. Stuldur verður meldaður og ákæruvaldið avgerð um talan er um ein feil ella stuldur, soleiðis eigur justitsur at fungera.
Karsten Hansen bleiv landsstýrismaður fyri Tjóðveldi í 1998. Hann byrjaði í einum øvundsrúsi at jaga okkum, sum arbeiða við valuta imoprti til Føroya. Men bert nakrar og ikki allar.
Eitt eyka heilsutrygdargjald bleiv lagt á okkum. Tað vísti seg skjótt, at tað var ikki heimild fyri tí. Norðurlendski samstarvs sáttmálin er omanfyri prinsippir tjóðveldis manna. Men hetta legði tingið einki í. Eingin gjørdi naka.
Í 2016 byrjaði kærustovnurin at geva kærarum viðhald, eitt slíkt viðhald merkir, um rætt verður borið at, at innkrevjingin steðgar. Men tað hendi ikki, tí TAKS brúkti undanførðsluna at ”vit hava stevnt” 2 novembur 2020 bleiv dómur avsagdur sum staðfestið avgerðina hjá Kærustovninum. Men tað floytaði TAKS ein grúðiligani langan march uppá.
Hetta skuldi fingið andstøðuna á Løgtingi at ressast við men einki hendi. Hendan dagin fór innkrevjingin hjá TAKS frá at vera ólólig til at vera direkta kriminell. Ein slík háan fyri rættinum, átti at fingið fylgir. Men tá tað er Taks so verður banditturin kelaður við hárinum og tá Landsrætturin vendi tummlinum niður eftur fyri Taks skuldið sjálvt Samgongan og Landstýri ressast við, men tey snorksvóðu.
02.11.2020 sat Fólkaflokkurin á fíggjarmálum. Men har var heldur ongin hjálp at heinta. Landstýrismaður last ikki um vón, tá ein ólólig innkrevjing, sambært rættarskipanini bleiv ein ránshandling. Og hendan koyrir í ”beste velgående” enn tann dag í dag.
Hvussu ber tað til, at allir flokkar á tingið hava sitið við valdið meðan, Rættarskipanin hevur meiri enn nokk at gerða við at avvísa hesi eirindaleysu krøv. Deytirnar á tingið sita bert og snorksova valskeið eftur valskeið, og tá val stundar til táskulu vit velja hesar deeyturnar aftur ”sjálvandi”.
Eins og politikarnir snorksova fagfeløg og áhugafelagskapir, nógvir av Føroyingunum í hesu vinnu eru limir í føroyiskum fagfeløgum og áhugafelagskapum, men her hevur eingin hjálp verið at heinta yvurhøvur.
Onkur í leiðsluni hevur missbrúkt felagskapin fyri at sleppa sær sjálvum undan rokningum. Sum eg sýggi tað, so hava demokrati og sakligheit og prinsippið, at øll eru líka fyri lógini, onki virði í Føroyum.
Kunnu Føroyar og føroyingar hava álit á politisku skipanini? Og ikki minst kann nakar hava álit á almennu fyrisitingini, so sum hon hóroyggjar sær?
At Margith Stórá stillar seg fram, sum ein klovnur í eini cirkus manesju og spælir offurrolluna, fyri slíkar ránshandlingar ger, at Taks framhaldandi krevur nakað teir ikki eiga.
Er tað hesir sum Margith Stóra spælir offur fyri? Um so átti hon ikki at siti í landstýrinum
Eg mátti møta í Rættinum í Danmark. Føroyska Taks sendi Danska Taks at heinta heilsutrygdargjald, frá mær. Mín sakførari vísti til 2 dómar og kærunevnd. Rætturin gav mær viðhald og danska taks fór sum flongdur hundur av rættarfundi. Hetta var óneyðugt, um Taks og politikarar høvdu virðing fyri rættarskipanini.
Jóan Pauli í Geil
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Captain Morgan gerst lokalur

Eindarkostnaðirnir mugu lækkast fyri øll vælferðarøkini

Framløgudagur um Fiskivinnuroyndir

Hernaðarstrategiski týdningurin hjá Føroyum í dag

Leiguprísir hækkaðir 8%

Rós til løgmann – ja takk til nýskipan

Russar kunnu aftur selja fisk og brúka útlenskar havnir

Sólberg fiskaði 13.000 tons av botnfiski

SPD og CDU nærkast stjórnarsemju

Tørvur á umleið 450 fleiri búplássum komandi árini
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











