Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!

Kristiligar Tíðindasendingar | 24/10-2021 15:00

Sunnudagin 03. oktober hevði ein av okkara merkismonnum ein stóran dag, sum varð hildin saman við konuni á Hotel Føroyum. 

Talan er um hjúnini Kirstin og Óla Jacobsen, sum rundaðu teirra 40 ára brúdleypsdag. Tá man hevur verið giftur í 40 ár, so eitur tað RUBINBRÚDLEYP. Tað vóru yvir 300 gestir, sum ynsktu at heiðra RUBINPARIÐ henda sunnudagin á Hotel Føroyum, sum bæði røður og sangir bóru boð um. 

Ein, sum helt røðu, var Poul Jóhan Djurhuus. Røðan tolir at verða endurgivin og kann lesast her. Hon verður endurgivin soleiðis, sum hon var borin fram:  

Um ikki tað var tí, at ein  garður í Norðagøtu lá og bíðaði, at eftirmaðurin skuldi taka við, so hevði Óli møguliga verið heilur danskari og búsitandi í Keypmannahavn í dag. 

Tey fyrstu árini av sínum barnaárum búði Óli saman við foreldrum sínum í Keypmannahavn, har pápi hansara hevði eitt rættuliga gott starv. Tey búðu eitt skifti í íbúðini, sum er knýtt til samkomuna í Tórsgøtu 40 í Keypmannahavn, og tí er tað, at kona mín Else og Óli hava felagsminnir frá samkomuni í Tórsgøtu á Nørrebrúgv í Keypmannahavn, har tey minnast somu persónar, sum settu sín eyðkenda dám á samkomulívið og sunnudagsskúlan har.  

Men pápi Óla kendi á sær, at hann mátti taka leiðina aftur til heimbygdina Norðagøtu, og Óli gjørdist føroyingur! Tað eru vit øll sera glað fyri, tí hvat skuldu vit gjørt við øll tey mongu, sum liggja undir grønutorvu í Gamla Kirkjugarði í Havn, um ikki Óli hevði megnað at reist tey upp, og tá enntá inn í ein talgildan heim?!

Næst Várharra hevur tað eydnast Óla at fáa lív í deyðu beinini, sum væl meira enn eina heila øld hava verið meira og minni heilt gloymd av langabba- oldurabba- og tippabbabbørnum teirra, sum annars dagliga bæði koyra og ganga fram við kirkjugarðinum undir Svínaryggi í Havn; vit kunnu nevna vegastrekkini: Niðara endi av Dalavegnum, eystari endi av Jóannesar Pætursonargøtu og vestari endi av Dr. Jacobsens gøtu.

Her hevur Óli gjørt eitt megnar granskingararbeiði, har hann hevur vitjað gravstøðini og leitað fram søguna hjá viðkomandi, sum hann síðani hevur prentað í Fiskimannablaðnum og seinastu mongu árini í Sosialinum. Við hesum hevur Óli ríka tað føroysku fólkalívssøguna, okkum øllum til undirhald, gagn, mentan og gleði. 

Nú er bara at vóna, at Tórshavnar kommuna fer at bera so í bandi, at hesin annars gloymdi og órøktaði blettur, við sínum stóra potentiali, mitt í Havnini, gamli kirkjugarður, fer at ganga í fótasporum Óla Jacobsens og umskapa hendan blettin, við sínum ríka potentiali, til eitt hugnaligt og brúkaravinarligt urtagarðsøki til gleði og fragd bæði fyri Havnafólk og vitjandi – Óli hevur lagt støði!

Óli hevði framløgu í Miðlahúsinum í nov. 2017 við bókini “Tær Bygdu Land.” Her er hann saman við Hervør Djurhuus, sum er ein av kvinnunum í bókini.Persónliga fari eg at takka Óla fyri, at hann loftaði, áðrenn ov seint var, lívssøguni hjá mammu míni, Hervør Djurhuus, sum, saman við ørðum lívssøgum, avspeglar syrgiligu avleiðingarnar av tuberklunum, tátíðarinnar korona, sum herjaðu í oyggjunum um tað mundi, tá abbarnir og ommurnar hjá mínum ættarliði vóru í bestu árum og settu búgv við stórum vøkrum dreymum, men sum tuberklarnir í mongum førum gjørdu enda á. So statt hevur tú Óli foreviga lívssøguna hjá mammu míni, sum bæði eg og Elsa eru tær sera takksom fyri. 

DOLLIN
Eitt annað, sum eg eisini ynski at takka Óla fyri er, at tú setti sjóneykuna á hin GLOYMDA  trúboðaran, Dánjal Jacob Danielsen, vanliga kallaður Dollin, við tí úrsliti, at í dag vita allir føroyingar um Dollan og hansara trúboðaravirki og vísundaliga kanningaravrik og gjøgnumbrot í politisku sorgarleikunum í Congo fyri meira enn 100 árum síðani. 

Tá Dollin ikki fór aftur til Congo flutti hann til Føroyar við konu síni og tey byrjaðu eitt trúboðaraarbeiði í Føroyum í 1904 við útgangsstøði í Sloans Sali og seinni gamla Ebenezer, sum í dag stendur inni í Saltangará. 

Tá arbeiði teirra í Føroyum var í hægsta blóma, tá doyr Dollin bert 45 ára gamal í 1916. Tey áttu ongar eftirkomarar, og kona hansara Lina, sum tá var einkja, flytur til Skotlands at búgva, og sum árini ganga hoyrist minni og minni um virkið hansara í Congo og í Føroyum. Hann gjørdi nevniliga ikki nógv við at tosa um síni avrik í Congo, og tað vóru eingir eftirkomarar, sum tosaðu um hann  - tí er tað, at eg kalli hann hin GLOYMDA trúboðaran. 

Men hetta fekk Óli gjørt nakað við, tá hann setti eitt kanningararbeiði í gongd bæði í Føroyum og uttanlands, og úrslitið var bókin: DOLLIN – Havnamaðurin, sum broytti heimssøguna!

Óli – alt Guds fólk í Føroyum, og tá serliga innan Brøðrasamkomuna, stendur í eini skuldartøkk til tín fyri tað, at tú setti tær fyri at granska og leita fram sonnu søguna um gloymda trúboðaran Daniel J. Danielsen, Dollan, sum í dag liggur øllum opin í eini vakrari bók, sum enntá eisini er komin út á enskum máli. Dollin er í dag ikki bert kendur í Føroyum, men eisini uttanfyri Føroyar bæði millum vanligar borgarar og í tí akademiska heiminum – alt hetta orsaka títt ótroyttiliga litterera arbeiði.

KIRSTIN
Hvat er ein ektamaður uttan eina trúfasta konu við sína lið!? Kirstin, tú tókst tær væl og virðiliga av Óla fyri 40 árum síðani, og eg ivist onga løtu í, at tú eigur ein stóran leiklut í øllum tí stóra og søguliga tilfari, sum Óli hevur lagt eftir seg hesi mongu árini - takk skalt tú hava fyri tað! 

Má Harrin framvegis signa tykkum og øll tykkara, og einaferð enn hjartaliga til lukku frá mær og Elsu. Eisini ein hjartalig og heit heilsan frá mammu míni!

Óli Jacobsen signerar


Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi