Hvørjar eru ætlanirnar á kt-økinum?
Beint fyri jól var kt-didaktiskt visiónseminar hildið á Hotel Føroyum fyri 100 lærarum.
Endamálið var at geva undirvísarar úr øllum skúlaverkinum høvi at seta orð á royndir, avbjóðingar og møguleikar við kt í egnari undirvísing. Aftrat hesum málið var eisini umráðandi, at visiónir innan hetta økið vórðu orðaðar og tiknar við í eina frágreiðing.
Frágreiðingin, sum nú er liðug, byggir á tekst, sum ein ritstjórnarbólkur hevur sett saman úr tí tilfari, sum tá kom fram.
Nøkur høvuðsevni eru vald burturúr og innan hesar karmar eru tilmæli gjørd.
Í frágreiðingini verða visiónsorðingarnar frá arbeiðsbólkunum og tilmælini frá ritstjórnarbólkinum, innan tey úrvaldu evnini, løgd fram.
Hóast tilmælini eru nógv í talið, og tað ikki ber til at seta øll í verk, so bendir frágreiðingin greitt á, at evnini hanga saman, tí tey ávirka hvørt annað. Tí er umráðandi at varpa ljós á átøk, sum hava størstu ávirkanina.
Við frágreiðingini hava vit fingið betur innlit í, hvussu vit kunnu fremja munagóð átøk á kt-didaktiska økinum. Frágreiðingin kann av hesi orsøk metast sum ein stevnuskrá, ið kann verða leiðbeinandi í sambandi við tey átøk, ið skulu gerast.
Mest lisið í farnu viku
679 lúsakanningarferðir í 2024
Andakt
Bilasølan hálvera síðan 2019
Elmarknaðurin skal seta ferð á grøna orkuskiftið
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli
Landsstýrið hevur tikið eitt lán á 350 mió.
Meiriluti av grønlendarum ynskir at blíva partur av USA
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin heldur helst fram
Nýggi Høgaberg verður latin Framherja í næstum
Nýggj nevnd í Mentanargrunninum
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Rætta sjálvstýriskósin sett
Rættleiðing til “Brotsvarpið”
Soleiðis leggja tey klæðir saman
Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur