NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók
Bókaframløga í skúlahøllini í Klaksvík hóskvøldi 29. apríl kl.19:00. Tað er Havnamaðurin, Svein Askildsen, sum hevur búleikast mong ár í Randers í Danmark, sum hevur skrivað og givið út sína fyrstu bók. Bókin er skrivað á donskum og hevur heitið: HAN SATTE HENDE FRI, BIBELENS KVINDEFRIGØRENDE BUDSKAB.
Fitt av fólki var møtt upp til bókaframløguna, har Svein hevði drúgva frágreiðing um innihaldið í bókini, har hann nevndi fleiri av sínum prógvførslum, hví hann er sannførdur um tað kvinnusýni, sum sett verður fram í bókini.
Eftir framløguna hevði fólk høvið at seta spurningar, og eisini at ogna sær bókina fyri 250,00 krónur, og fingu samstundis rithøvundans signatur á fyrsta blað.
Bókin er ein uppgerð við traditionella kvinnubíbliusýnið, sum rithøvundurin meinar hevur valdað innan kristnar samkomur, og sum hann trýr er ein skeiv fatan av tí bíbilska kvinnusýninum.
Svein skrivar ikki úr ongari sannføring, tí aftast í bókini er ein drúgvur listi yvir bøkur og rithøvundar, sum hann hevur granskað, og sum er vorðið til eina bók frá hansara egna penni upp á 286 síður.
Bókin kostar 250,00 krónur og fast í bókabúðunum. Bókin er prentað við einum upplag upp á 1000.
Tað kann nokk ikki sleppast undan, at bókin er kontroversiel og kemur at provokera mangan og ein bæði í danska og føroyska kirkju- og samkomuhøpinum, men vit eru noydd at síggja í eyguni, at vit liva á døgum, har spurningar verða settir við mangt og hvat, bæði upp á gott og ónt, og fólk taka støðu fyri ella ímóti.
Svein Askildsen vaks upp í Tórshavn. Hann er 55 ár. Konan Meta er úr Sandavági. Tey fluttu til Danmarkar fyri mongum árum síðani, har tey hava verið virksom í somu samkomu í Randers í mong ár. Tey eiga trý børn og eitt barnabarn. Svein hevur arbeitt mong ár innan Hotelyrki.
VIÐMERKING: Kristiliga Tíðindatænasta roynir at skriva tíðindir frá neutralum og sakligum sjónarmiði, sum merkir, at Tíðindatænastan ikki nýtist at vera samd við tey tíðindi hon ber víðari!
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus, Glyvrar
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Hjartaliga takk fyri
Klokkuklárt sjálvmál
Kommunuvalið í Oyndafirði
Krógva seg fyri veljarunum
Lygn samgongan
Medisinkistur
Skal tunnilsgjaldið í Eysturoyartunlinum brúkast til at rinda fyri Suðuroyartunnilin?
Smá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnum
Soleiðis ferðast Tunfiskur
Styrkja tilbúgvingina
Ukraina hevur skotið langtrøkkandi rakettir inn í Russland
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur