Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Grøni Bogi, burðardyggi Kári, Biden í barndømi og so Putin

Innanlands, Lesarabrøv | 27/08-2022 13:51

Grøni Bogi, burðardyggi Kári, veðurignoramus Elsa í TK og kúheidna Hervør á Tingi (alt Tjóðveldi) hava tíbetur ikki enn klárað at boygt vilja føroyinga, at kúga vanligt vit og skil og at brongla tann veruleika, at oljan er besta og bíligasta orka í heiminum.

Umhvørvisstovan bar í vikuni tey gleðiboð, at í 2021 kom 91% av orkunøgdini í Føroyum frá olju og bert 9% frá grønum orkukeldum, íroknað vatn. Hvar er vindurin?

Tað er støðan eftir róp og geyl frá okkara veðurlagsvargum í 20 ár.

Grøni Bogi, burðardyggi Kári, veðurignoramus Elsa í TK og kúheidna Hervør á Tingi (alt Tjóðveldi) hava tíbetur ikki enn klárað at boygt vilja føroyinga, at kúga vanligt vit og skil og at brongla tann veruleika, at oljan er besta og bíligasta orka í heiminum.

Jarð- og sjóhiti, vindmylnur, hitapumpur, sjódrekar, sólpanel, elbilar (við upp til 70.000 kr í skattfíggjaðum studningi!), bann fyri oljufýrum frá 2024 o.t. eru og verða luftkastellur (bókstavliga) og hvørvisjónir hjá nýreligiøsum klimakultistum.

62% av føroysku el-orkuni fekst í fjør úr olju og bert 38% úr grønari orku, vatni og vindi.

Íalt brúktu vit 54.000 tons av tungolju til el-framleiðslu, ið er 1/6 av samlaðu oljunýtsluni (312.000 tons, og 2.600 tons meiri til el enn árið fyri).

Gott við vaksandi oljunýtslu, tí tað merkir størri framleiðsluvirði og vælferð, sum okkara eksplosivt økjandi útflutningur klárar at gjalda fyri.

Endamálið við vaksandi útflutningi í einum nútíðar samfelag er jú at gjalda fyri vaksandi innflutning. Í tí liggur øll vælferð.

Nú hómast lukkutíð ein glotti við samansettu el-framleiðsluni í Suðuroy. Gævi tað eydnast.

Biden ein vanlukka fyri USA og heimin
Tá Trump fór, var USA sjálvbjargið við orku fyrstu ferð í 50 ár. Tað var hansara avrik.

Fyrsta dag sum forseti lækkaði Biden við fyriskipan oljuframleiðsluna í USA við 1,2 mió tunnum um dagin (10%). Oljuprísurin kring heimin leyp í loft við 50% eftir fáum vikum.

Biden herjaði á amerikanska orkuídnaðin, longu áðrenn Putin brúkti høvið við einum senilum forseta í USA til at leypa á Ukraina, júst sum Hitler leyp á Póland í 1939.

Føroyar guldu 940 mió kr fyri olju í 2020, 1.340 mió kr í í fjør og 2.000 mió kr í ár(!!!). Tað er 2-falding eftir hálvtannað ár við Biden. 

Men nú er munurin á Føroyum og Týsklandi, at føroyingar hava ráð til at keypa olju fyri teir fúlu prísirnar hjá Biden og Putin. Men tað hava týskarar ikki. Tað er ein kollvelting.

30% av týskum húskjum verða skrásett sum ‘oljufátæk’ í vetur, tí tey sita myrk og køld.

Týskarar úr fornøld til nútíð
Týskarar (‘germani’ á látíni og Arier á nazi-týskum) hava í 2.500 ár verið nakað fyri seg.

Teir forðaðu rómverjum at ota seg eystur um Rínánna í 1. øld e.Kr..

Teir hertóku Rómaríkið í 5. øld, sum var rotnað innan av villum tilflytarum, av ‘panis et circenses’ (breyði og sirkus - í dag av fótbólti, gorlagongum, festivalum og ALMU).

Teir tryggjaðu protestantisku trúbótina í Norðurevropa í 16. og 17. øld, sum frígjørdi norðurevropear frá katolisismu, sicilianskari og latínamerikanskari syndikalismu.

Við anglo-saksiskum fríkirkjum, parlamentalismu, kapitalismu og ídnaðarkollvelting vóru eisini týskarar við til at skapa eksplosjónina av ríkidømi og vælferð í 19. øld.

Men mitt í 20. øld tapti Hitler tíbetur 2. heimskríggj, tí Týskland sjálvt átti onga olju og megnaði ikki at berja seg fram til sovjetisku oljuna við Kaspiska havið og Kaukasus.

Olaf (Scholz) tapir eisini sítt ‘oljukriggj’ nú móti Putin, tí Merkel hevur við Nordstream 1 og 2 lagt lykkjuna um hálsin á Týsklandi og Evropa, og Putin táttar endan.

Eingin nútíðar búskapur, heldur ikki tann týski, klárar seg uttan kolvetni.

At halda upp á tað mótsatta er rein fávitska og og/ella politiskur fjandanskapur.

Føroyingar brendu torv í 1000 ár
Víkingar róðu og sigldu (deiliga burðardygt) í opnum knørrum úr Noreg til Føroya.

Helvtin druknaði á vegnum. Tann sjóferðin (í frískari, reinari luft) hevði ikki borið til uttan 1-2 stig lýggjari (og betri) veður í víkingatíð (800-1250 e. Kr) enn í dag.

Eingir bilar, skip, sentralhiti, ferðsla ella ídnaður elvdi til ta lýkkuna. Hon var náttúrlig.

Teir numu land, tí her var so frægt av torvi (deiliga grønt), at tey fingu húsahita og matgjørdu. Tey andaðu torvdust (ikki CO2) niður í seg 24/7 alt lívð.

Tey vaksnu og virknu ótu og brendu 3.000 kaloriur, tey óvirknu og gomlu í koyggjuni tærdu 500-1.000 kaloriur um dagin.

Eitt vátt summar sum hetta hevði gjørt alt innilív dýggvátt. Lýsikolan spruttaði undir bitunum, hønurnar skvøttu av bitunum, og kúgvin var ‘sentralvarmi’ í øðrum endanum av roykstovuni. Lekkurt og burðardygt við ótolandi stanki inni av armóð og skitti.

Tey skóru, miðskiftu og tyrvdu torvið í kráum. Høvdu 1-2 tíma gongd frá húsum og aftur annan hvønn dag við 50 kg tungum rokaleypi á nakka (mergjandi fitness). Millum ár 1675 og 1940 bóru 3-4.000 føroyingar íalt 60 mió torvleypar millum heiðar og hús.

Miðal livialdur tá reið um 40 ár, tí annað hvørt barn doyði í fyrsta liviári (óføra náttúrligt).

Frá 1800 til 1940 fjølgaðust føroyingar úr 5.000 upp í sløk 30.000 fólk. Kolið í Hvalba og úr Bretlandi bjargaðu føroyingum frá millumkrígs- inn í nútíð.

Um vit mistu oljuna nú, duttu vit úr 55.000 niður í 5.000 fólk, tí Føroyar uttan olju føddu ikki fleiri.

Frá torvi og koli til Guds signaða olju
Frá 1955 fóru Føroyar frá at brenna kol til olju. Tað skiftið hevur - við betri heilsurøkt – styrkt og økt búskapin, hevur longt miðal livialdurin 15 ár, økt fólkatalið úr 38.000 upp í 55.000 fólk og 20-faldað livistøðið úr 10.000 kr um árið upp í 200.000 kr. pr íbúgva.

Fram til eftir krígslok var kúgv í næstan hvørjum kjallara og deymur av tøðum upp undir ryggásina. Eini 5-10 bilar í hvørjari av størru bygdum. Í dag er eingin kúgv í nøkrum kjallara, men 1,5 bilur í hvørjum túni.

Í Føroyum høvdu bert 500 húski ráð til egnan bil (umframt 100 arbeiðsbilar) í 1955. Í dag eru 36.000 akfør í Føroyum, ið svarar til 1,5 privatbil pr. húsarhald.

Føroyingar, ið hava malið í okkara nógv dýrkaðu skúla- og útbúgvingarskipan, vita ikki orsøkirnar til omanfyri nevnda framburð frá tí strævna, skitna og stutta lívinum hjá okkara forfedrum, til okkara snildfonir, undirhald og telduspøl við ‘kips’ og Cola afturvið.

Skúlin lærir ikki børnini, at vit øll kunnu takka olju, gassi, kjarnorku og koli, t.e. 85% av heimsins orkunýtslu, fyri alla okkara vælferð. Kolvetni eigur lívið í 6 av heimsins 8 mia íbúgvum.

Klimafasisma hóttir heimin mest
Nú ger tann oljukynda kapitalisman, at helvtin av fólkinum í Vestanlondum arbeiðir og føðir hina helvtina, sum livir av skatti í løn og almennum veitingum. Tað er vælferð.

Hetta tvíbýtið í skapandi og njótandi bólkar broytir tó ikki ta grundreglu, ið vit øll fagna og stuðla, at eitt og hvørt arbeiði er sína løn vert.

Føroyar hava minst mun á inntøku millum rík og fátæk í heiminum. Eru kapitalisma og demokrati ikki fantastisk? Verið góð við alt kolvetni, serliga olju og gass.

Nógvir klimavargar, ‘vísindafólk’ og politiskir aktivistar fáa góða løn fyri at billa fólki inn, at veðurlagsbroytingar orsakað av CO2 eru størsta hóttan móti mannaættini.

Hesir nýreligiøsu kultmissionerar eru antin býtt, fávitskut ella áhugað í teimum $2.000 mia, sum tann falski klimaídnaðurin kostar heimsins skattgjaldarum árliga í lønum og studningi til gransking í veðurlagi, burðardyggari framleiðslu o.ø. fuppi og svindli.

Klimafasisma og avkristnan eru nógv størri hóttan móti mannaættini enn veðurlagið.

Óli Breckmann


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi