Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Vit eiga ikki at organisera eina verð rundan um følilsi  

Innanlands, Lesarabrøv | 26/08-2018 15:30
Agga Niclasen | Mynd: r7.fo

Tað er tí transgender-doktrinin, ið er avmarkandi og totaliter í síni náttúru.

At gera sum Sonja Jógvansdóttir, har hon grunt og atlitsleyst áleggur børnum eina útgávu av veruleikanum, sum ikki hevur hald í veruleikanum, er einki minni enn andalig vanrøkt.

Sum ein fylgja av, fyrst, tí so larmandi býtta uppskotinum hjá Sonju Jógvansdóttir, enn eitt!, har hon skjýtur upp, at vit skulu gera upp við fatanina av kynum og tí veruleika, ið kringar okkum, og tí skipa okkara samfelag sambært kenslum, heldur enn veruleika, og tínæst nøkrum eyðkenniliga ójournalistiskum viðgerðum av og práti við einstaklingar, ið kenna virðið á út, ikki inn, niður, ikki upp, og tí halda seg vera nakað annað, enn teir reint faktiskt eru, er trupult at halda seg aftur og ikki koma við nøkrum avvarðandi spurningum og viðmerkingum um tað, ið ivaleyst endar sum enn ein feel-good kampanja hjá Sosialinum í teirra kravrenda dreymi um at vera modernað. Pseudomodernað.

Lat meg byrja við einstaklingunum, ið onkursvegna eru havnaðir í eini øvutari spegilsprismu, tá tað kemur til veruleika og kyn.

Hvussu kanst tú, drongur ella genta, yvirhøvur koma við hasi ómøguligu hevdanini um at vera føddur í skeivum kroppi ella "droyma um at vera ein drongur"?

Hvussu kanst tú vera so avgjørdur um nakað so avgerandi, um tín samleika, tín persón, ið forrestin er ein samanrenning av biologi, søgu og kulturi, tá tú á ongan hátt og ongum øki eginliga veitst nakað um hin kroppin, um hitt kynið?

Sum so aftur, vælsaktans!--fyri viðkomandi, ið heldur seg vera nakað annað, enn hann er, tí hann "følir" tað--er ein fatan eina og aleina grundað á, hvussu tú og tíni nú einaferð fata hesa stødd, altso kyn? Utter BS.

Ella, eins og ein kveikjandi kenningur greiddi frá í morgun: "Hvussu kann man vita, at man "følir seg sum hitt kynið"? Hvussu kann man vita, hvussu tað følist? 

Eg eri ein maður. Eg haldi, at eg føli meg, sum man eigur at føla seg, tá man er ein maður. Men egentliga veit eg ikki, tí eg havi ongantíð roynt nakað annað--og eg havi í hvørt fall ikki peiling av, hvussu man eigur at føla seg, um man er ein kvinna."

Men alt í alt trupult at avgera, hvør verri: ein ójournalistiskur Sosialur ella tey, ið faktiskt lata seg lumpa.

Alraniðast er ein partur av Moral Maze nevndur "Gender Politics", sum, ja, LGBT-elitan, at byrja við, so hóskandi kundi lurtað at--um hon annars torir.

Her, millum annað, greiðir Claire Fox frá, at "Society should not be Organized around how People feel"... altso, tað er í lagi, at tú følir tað, tú følir, ver vælkomin!, men tað, at ein maður følir seg sum kona, merkir ikki, at tað fyri tað er soleiðis.

Persónligur veruleiki er ikki veruleikin. Eins væl og hjúnabandið er foreiniligheitin av manni og konu og tí, ið kanska, kanska ikki, spyrst burturúr, og at eitt borð heldur uppat at vera eitt... borð, tá tað ikki longur ber til at stilla nakað á tað--uttan so, at tað dettur av--kann eg ikki forlanga av øðrum, at tey skulu kalla meg fyri afro-føroying, bert tí eg ímyndi mær tað, bert tí, at eg "føli" meg nokkso afrikanskan... krúllurnar (!)

Dr Heather Brunskell Evans, tað síðsta vitnið í omanfyrinevndu sending, er serliga áhugavert fyri ung, ið spæla við samleika, ið halda seg vera ein robottur ella lyktapeli, og hvat eisini er heilt vanligt og gott, og forrestin eisini gjørdu væl áðrenn transgender-narrativið... hetta, alt samalt, ber væl til at spæla við uppá sum vaksin, tó uttan at moralisera um tað.

Men fyri tey ungu, ørkymlað ung, ið fara tað stevið víðari, møta tíverri nøkrum vaksnum og gyrða seg inni við teimum og aðramáta samsintum í einum korruptum ekkókamari, sum ikki hevur tað í sær at siga teimum, at upp er upp, niður niður.
Hesi vaksnu hava enn ikki skilt, til barnsins ólukku, at tað hvílir á okkum, sum hava ábyrgd av okkara ungfólki, tess vælferð, sálarliga, sosialt og medisinskt, ikki at samtykkja og taka undir við hesi søgu--um hvønn, tey halda seg vera, og serstakliga ikki, tá søgan er um nakað so grundliggjandi sum, hvat ger teg, títt kyn, tín samleika.
Tað er tí transgender-doktrinin, ið er avmarkandi og totaliter í síni náttúru. 

Tí tað, ið eginliga hendir, er at eitt barn verður fortalt, at har er okkurt ikki heilt rætt við tess kroppi, at tað hevur heilan, ið ásetur, at tað er nakað annað.
Børn og ung fáa at vita, at eru tey øðrvísi í útsjónd ella atferð ella eitt triðja, tá er tað ikki nokk við tí: tað er ikki nokk og góðtakiligt bert at vera øðrvísi (innanfyri sítt kyn og eksisterandi samleika).
Nei, tá ert tú "veruliga øðrvísi", fortelja tey tær. Faktiskt so øðrvísi, at tú ert nakað annað. Ein annar enn hann ella hon, tú áður helt, tú var.

Slíkt kann ikki vera lætt hjá nøkrum barni at taka ímóti. Tað, um nakað, er andalig vanrøkt. Hetta er at pota avmarkingar á børn. Tey eiga at kunna vera so flótandi og spælandi, vera tey, tey hava hug at vera, uttan at gera hetta til eitt problem við kollveltandi broytingum og medisinering sum úrslit. Tí tað er tá, at tey, ja, veruligu problemini koma undan kavi.

Eg rokni tí innarliga við, at alskyns hoyringspartar koma uppí og ávara um hetta vanrøktar-uppskot, Sonja Jógvansdóttir so grunt og óatlitssligt langar inn í tingið at verða trumfað ígjøgnum í síni totaliteru heild.

Vit áleggja børnum eina útgávu av veruleikanum, sum ikki hevur hald í veruleikanum.

Vaksin kunnu kalla seg tað, tey nú einaferð hava hug til, ein henbløðra, maiskolba ella endurbrúkt omma, tað so floyti eg á!, men tað er ongantíð í lagi, at vitonnur verða kravd eftir at góðkenna hetta.

Tíansheldur at staturin og tess stovnar, tað er vitonnur, gera tað.

https://www.bbc.co.uk/programmes/b09dz416


Agga Niclasen

 

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
AI ger niðurstøðu um kommunuvalið í Runavíkar kommunu
Sambands­flokku­rin og monopolið
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi