Andakt
Páll Poulsen skrivar
.. tí settist Hann, táið Hann hevði gjørt reinsan fyri syndir okkara, við høgru hond hátignarinnar á hæddini. Hebr.1:3
... kom Jesus sjálvur til teirra og fylgdist við teimum. Luk.24.15
Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, ...vit... verða rykt burtur ... at møta Harranum í luftini. 1.Tess.4:1617
Tað eru ávís verk einans Harrin Sjálvur kann gera. Í tí farna er einans Hann, sum kundi doyggja fyri syndir okkara. Í nútíðini er tað einans Hann, ið kennir djúpasta tørv okkara og kann geva sanna og varandi troyst, sum Hann gjørdi fyri teir báðar (tey bæði? á vegnum til Emmaus. Í framtíðini fer Hann, sum hin einasti, ið kennir seyð Sín við navni, knappliga at rykkja okkum burtur fyri í ævir at vera saman við Sær.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Særdur fyri meg, særdur fyri meg,
negldur á krossin og særdur fyri meg.
Burtur er syndin, og fríur varð eg,
einans tí Jesus varð særdur fyri meg.
2. Doyði fyri meg, doyði fyri meg,
Jesus á krossinum doyði fyri meg.
Bar syndabyrðina, loystur varð eg,
einans tí Jesus leið deyðan fyri meg.
3. Reis fyri meg, reis fyri meg,
Jesus úr grøvini reis fyri meg.
Frá deyðabroddinum frígjørdur eg,
einans tí Jesus reis upp fyri meg.
4. Livir fyri meg, livir fyri meg,
livir í Himli til besta fyri meg.
Leiðir, varðveitir meg á sínum veg,
einans tí Jesus nú livir fyri meg.
5. Tekur meg heim, tekur meg heim,
kemur skjótt aftur og tekur meg heim.
Á, hvør ein gleði hans ásjón at sjá,
hann tá í ævir mín lovsong skal fá.
*W.G. Ovens (Amer.), 1870–1945, (1. vers).
*Gladys Westcott Roberts (Amer.), f. 1888, (versini 2–5).
{Lag: W.G. Owens}.
(Brynleif Hansen týddi).
Nr.180 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Framløgudagur um Fiskivinnuroyndir

Leiguprísir hækkaðir 8%

Rós til løgmann – ja takk til nýskipan

Russar kunnu aftur selja fisk og brúka útlenskar havnir

Sólberg fiskaði 13.000 tons av botnfiski

Tørvur á umleið 450 fleiri búplássum komandi árini
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











