Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Sambandsflokkurin og monopolið

Innanlands | 06/08-2025 08:21

Helgi Abrahamsen, Løgtingsmaður, skrivar um avtøkur av monopolum

Á útvarpsrásini FM1 er ein sending eina ferð um vikuna sum kallast “Stjórnin – politikkur á skák”. Í hesi sendingini sita tríggir útvaldir “serfrøðingar” og greina ta politisku støðuna í landinum, meðan ein journalistur fyri tað mesta bara “heldur í mikrofonini”.

Í einari av hesum sendingunum, beint fyri summarsteðgin, viðgjørdu teir ríkisrættarligu støðuna, og í tí sambandi varð komið inná “DNA’ið í Sambandsflokkinum”. Har varð millum annað róð framundir, at um Sambandsflokkurin hevði verið stovnaður áðrenn kongaligi einahandilin bleiv avtikin, so hevði flokkurin verið ímóti hesi avtøkuni.


At gera sær tankar um, hvat ein flokkur hevði gjørt, um hann hevði verið til áðrenn hann varð stovnaður, gevur onga meining, tí tað kann bara blíva eitt git. Men hinvegin, so kunnu vit altíð hyggja eftir, hvat flokkarnir hava gjørt við ymisk monopol, eftir at teir vórðu stovnaðir.

Tryggingarmonopolið

Tað eru 34 ár síðani Sambandsflokkurin legði uppskot fyri Løgtingið um at avtaka tryggingarmonopolið í Føroyum. Av teimum fimm flokkunum sum vóru umboðaðir í Fíggjarnevndini tá, var tað bara umboðið hjá Sambandsflokkinum, sum tók undir við uppskotinum, meðan umboðið hjá Kristiliga Fólkaflokkinum vildi taka støðu í tingsalinum.

Umboðini hjá Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum (flokkunum hjá tveimum av “serfrøðingunum” á FM1) søgdu, at landsstýrið arbeiddi við at broyta tryggingarlóggávuna, og tí skuldi hetta bíða. Umboðið hjá Tjóðveldisflokkinum (flokkinum hjá triðja “serfrøðinginum”) segði bart út, at hann var ímóti at avtaka monopolið.
Telefonverkið

Í 1997 (meðan Sambandsflokkurin stóð á odda fyri landsstýrissamgonguni) fingu Føroyar eina nýggja fjarskiftislóg, sum hevði til endamáls at skapa fortreytir fyri frælsari kapping á telefonøkinum. Samtíðis bleiv gamla Telefonverkið umskipa til alment partafelag. 

Útvarp og sjónvarp 

Í sama valskeiði blivu monopolini hjá bæði Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya avtikin. Umboðini hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum í Mentanarnevndini mæltu løgtinginum frá at samtykkja tað uppskotið, men tað vóru kanska fleiri orsøkir til tað.

Eg minnist at onkur var so bangin fyri at loyva øðrum framat einum útvarpssendara, at viðkomandi vildi hava tað at standa í lógini, at tey sum fingu loyvi at senda, skuldu í minsta lagi einaferð um tíman siga, hvør sendistøðin var. Hetta skuldi tryggja, at fólk ikki blivu leidd í óføri, tá tey í góðari trúgv hildu seg lurta eftir óhefta Kringvarpinum, og so vísti tað
seg at vera onkur annar.

Helst er hetta orsøkin til, at sendingin “Stjórnin – politikkur á skák” enn tann dag í dag bæði byrjar og endar við orðunum “Tú lurtar eftir FM1”.

Støðan í dag

So seint sum á vári í fjør samtykti sitandi landsstýrissamgonga at broyta elveitingarlógina, soleiðis at onnur enn SEV skuldu ikki hava loyvi til at seta vindmyllur upp í Lamba og leiða streymin gjøgnum egnan kápil til Fuglafjarðar. Nei tá var betri at brenna tungolju í Fuglafirði og varðveita monopolið.

Í seinastu tingsetu høvdu Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin eitt uppskot um at skipa ein føroyskan elmarknað. Men tað uppskotið feldi samgongan í mars í ár, hóast uppskotið var í samsvari við semjuna sum er gjørd millum landsstýrið, Føroya Kommunufelag og SEV. Og hyggja vit í løglistan fyri komandi tingsetu, so stendur einki har
um, at landsstýrið ætlar at gera nakað við hetta málið í hesi tingsetuni. – Tey vilja heldur varðveita monopolið.

Ikki neyðugt at gita

Tað gevur onga meining at sita og gita, hvat Sambandsflokkurin ella onkur annar flokkur hevði gjørt, um hann hevði verið stovnaður áðrenn 1856, tí tað veit eingin. Men tað er sjón fyri søgn, hvat flokkarnir hava gjørt við ymiskar monopolstøður í Føroyum síðani teir vórðu stovnaðir.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Kommunuvali í Oyndarfirði
Sambands­flokku­rin og monopolið
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi