Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Átrúnaðarligir leiðarar stuðla uppreistrinum í USA

Uttanlands | 12/06-2020 11:00

Fleiri átrúnaðareligir leiðarar um alt USA eru farnir at stuðla uppreistrinum móti løgverjuni, eftir at hava sæð upptøkuna av løtuni, tá George Floyd varð handtikin og doyði undir knænum á einum løgreglumanni.

Talan er bæði um rættiliga konservativar religiøsar leiðarar, og teir, sum liggja meira í miðjuni, sum vilja vera partur av uppreistrinum. Hetta minnur í so máta nógv um rørsluna fyri borgararættindum, sum var í 1960-unum, skrivar Reuters.

Konservativir- og teir leiðarar, sum liggja meira móti miðjuni, melda seg inn í uppreisturin saman við svørtum kirkjum, progressivum katolikkum og protestantum, jødiskum synagogum og øðrum trúarbólkum, sum vilja hava løgverjuna broytta og temja rasismu.

- Vit síggja broytingina á gras-rótar stigi. Vit síggja rabbinarar lið um lið við muslimskar leiðarar, við katólskar prestar og átrúrnaðaligar systrar. Vit síggja, at fólkaslag rakar allar trúarbólkar, sigur Johnny Zokovitch, leiðari í Pax Christi USA, sum er amerikanskt katólskur bólkur, ið arbeiðir fyri friði og rættvísi.

Fleiri enn 1.000 rabbinarar, prestar, imamar og aðrir átrúnaðarligir leiðarar hildu felags ráðstevnu á netinum í síðstu viku, har teir løgdu fram hugsanir og uppskot um, hvussu tað ber til at tala at og gera nakað ítøkiligt við skipaða harðskapin, sum verður framdur móti afro-amerikanarum.

Ein luttakari, sum var við á ráðstevnuni, Jonah Dov Pesner,k rabbinari, sigur tað vera nýggj breidd og dýpd í afturmeldingunum frá trúarsamfeløgunum. 

- Hetta ber brá av hungri eftir sambandi við onnur aftaná fleiri mánaðir, har øll hava hildið frástøðu orsakað av koronafarsóttini, sigur Rabbinarin. 

- Fólk eru ill. Tey eru ill um at vera fyri rasismu, tey eru ill um ódugnaligu handfaringina av koronasmittuni, tey eru ill um trongskygnið, um anti-Semitismu og Islamofobi, og hvítt yvirræði, sigur Jonah Dov Pesner, rabbinari og leiðari í Religious Action Center of Reform Judaism. 

Tað skrivar Reuters.


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Kommunuvali í Oyndarfirði
Sambands­flokku­rin og monopolið
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi