Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

H71 sigraði í sonnum drama

Innanlands, Ítrottur | 19/04-2017 21:38

Eftir sera spennandi og javnan dyst, eydnaðist hoyvíkingum at vinna fyrstu FM-finaluna móti VÍF í Vestmanna í kvøld.

Eftir øgiligt drama í Vestmanna vann H71 spennandi og jøvnu FM-finaluna á VÍF, og tryggjaði sær eitt gott útgangstøði áðrenn seinnu finaluna leygardagin.

Dysturin var javnur allur sum hann var, og liðini skiftust um at vera frammanfyri. Tað var ongantíð fleiri enn trý mál á muni, men fyri tað mesta stóð á jøvnum ella var talan um leiðslu upp á eitt mál.

Tá bert ein minuttur var eftir avgjørdi Peter Krogh dystin við einum undirhondsskoti. VÍF tók time-out, tá hálvur minuttur var eftir, men tað eydnaðist ikki at fáa útjavnandi málið, og H71 hevur nú góð kort á hondini í dystinum um FM-heitið.

Onnur finalan verður spæld leygardagin í Hoyvíkshøllini, og vestmenningar skulu vinna, um talan skal verða um ein triðja og avgerandi dyst.

Tað var H71, ið byrjaði dystin betur, og tá seks minuttir vóru spældir vóru hoyvíkingarnir á odda 5-2. VÍF arbeiddi seg kortini so líðandi inn í dystin, og kom upp á javnleik upp á eina lítla løtu.

Vestmenningarnir tóku síðan yvir, og Mladin Mjerimacka í VÍF-málinum bjargaði ferð eftir ferð og hjálpti liðfeløgunum at leggja VÍF framum. Tá 18 minuttir vóru spældir var munurin trý mál, men H71 vann seg uppaftur á javnt, og tá væl spældi og ferðmikli fyrri hálvleikurin var liðugur, og liðini fóru í umklæðingarrúmini, var støðan 13-13.

Seinni hálvleikur var sera javnur, og liðini fylgdust allan vegin. Onkuntíð sá út til, at heimaliðið skuldi fara avstað við sigrinum, men tað skifti skjótt, og so var H71 omaná.

Mladin Mjerimacka stóð ein góðan dyst, og framdi fleiri stórar bjargingar síðstu løtuna, men tað varð kortini stórskjúttin hjá H71, ið fekk síðsta málið og orðið.

VÍF-H71 27-28 (13-13)


Lagt út: Símun Christian Olsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi