Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing
? / ??

Løgmaður: Mær dámar illa gjald fyri at ganga í haganum

Innanlands, Politikkur | 04/05-2017 08:02

Løgmaður hevur svara einum fyrispurningi frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um rættin at ganga í haganum.

“Tað er ikki rætt, at einstakar bygdir fara undir at áseta gjald fyri at ganga í haganum.” Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður í svari til ein § 52a spurning frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

“Reglurnar um hetta eiga at vera eins fyri alt landið og ásettar í løgtingslóg,” sigur løgmaður.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur setti Løgmanni 4 spurningar.

Í fyrstu atløgu vísti hon á, at Løgmaður nevndi í løgmansrøðu síni í 2016, í samband við ætlaðu stjórnarskipanina, at hann vildi tryggja fólki rætt til at ganga í haganum. Hetta var ein grundleggjandi rættur og kom undir frælsi hins einstaka. Løgtingskvinnan vildi tí hava at vita, um løgmaður hevði arbeitt víðari við hesum?

Um hann ikki hevði tað, vildi hon hava at vita, um hann ætlaði at gera nakað við hetta og hvat?

Eisini spurdi hon, um løgmaður ætlaði í sambandi við stjórnarskipanina at seta girðingarlógina frá 1937 úr gildi, ella um hann ætlaði at dagføra hana?

At enda spurdi hon, um munur fer at verða gjørdur á føroyingum og útlendskum ferðafólki?

Løgmaður vísir í svarinum á, at rætturin at ganga í náttúruni hevur stóran týdning.

"Í eini tíð, har alt fleiri fólk hava inniarbeiðið, ofta sitandi, er tað av týdningi, at tey hava møguleika í frítíðini at koma burtur í óbygt at nýta føroysku náttúruna og at fáa kroppin í venjing,” sigur hann.

“Frá einum fólkaheilsusjónarmiði hevur hetta týdning og eisini sosialan týdning fyri hin einstaka og familjurnar," vísir løgmaður á.

Men Aksel V. Johannesen heldur eisini, at tað eru fleiri tvørgangandi atlit at taka.

"Rætturin má avmarkast av umhvørvisligum grundum. Tað fer ikki at bera til, at náttúran fer at verða dálkað av fólki, sum gongur í henni, at viðkvæmt djóra- ella plantulív verður órógvað, ella djóra- og plantusjúkur verða spjaddar. Eisini má fyribyrgjast, at fólk koma sær í óføri, soleiðis at tað í størstan mun slepst undan vanlukkum og kostnaðarmiklum bjargingartiltøkum", svarar Aksel V. Johannesen.

Løgmaður sigur eisini, at hann fer at umrøða málið við landsstýrismenninar í landbúnaðarmálum, fíggjarmálum, umhvørvismálum og ferðavinnumálum, hvussu eitt lógaruppskot kann orðast, har øll hesi atlit verða vigað upp ímóti hvørjum øðrum og lata tey standa í eini skilagóðari javnvág. Eisini verða bøndur, Búnaðarstovan, umhvørvismyndugleikar, bjargingarmyndugleikar, kommunur, ferðavinna, gongufeløg og onnur tikin uppá ráð, tá uppskotið verður orðað.

“Mær dámar illa gongdina, har man á grannastevnu fyri einstaka bygd er farin at áseta gjald fyri at ganga í haganum,” sigur løgmaður.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Kommunuvali í Oyndarfirði
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi