Tørvur á umleið 450 fleiri búplássum komandi árini
Tal av føroyingum 80 ár og eldri tvífaldast frá 2020 til 2040. Tá verða tey 4.500 og umleið 20% av teimum eru á røktar og ellisheimi.
Um 20% av teimum sum í dag eru 80+ ára gomul eru fastbúgvandi á røktar- og ellisheimi. Verður hetta lutfallið nýtt, er tørvurin á búplássum til fastbúgvandi umleið 450 pláss afturat í komandi tíðum.
Demografisku broytingarnar hava við sær, at tað verða alsamt fleiri eldri, samanborið við talið av fólki í arbeiðsførum aldri. Í dag eru nærum 1.000 fleiri pensjónistar (67+ ár) samanborið við í 2020 og sambært fólkatalsframskrivingini hjá Hagstovuni frá 2022, veksur talið av pensjónistum nógv komandi árini.
Talið av 80+ ára gomlum er eisini vaksandi tí føroyingar liva longri. Í 2020 vóru gott 2.270 fólk sum vóru 80+ ára gomul, í 2030 verða tað væntandi um 3.500, og í 2040 áleið 4.500 fólk í hesum aldursbólkum. Alt annað líka kann væntast, at vøksturin í talinum av eldri borgarum fer at merkjast á røktartørvinum komandi árini.
Eldrarøktin liggur hjá kommununum, og kommunurnar fara helst í komandi tíðum at merkja eitt stórt trýst á útreiðslurnar til eldrarøktina. Um 20% av teimum sum í dag eru 80+ ára gomul eru fastbúgvandi á røktar- og ellisheimi. Verður hetta lutfallið nýtt, er tørvurin á búplássum til fastbúgvandi umleið 450 pláss afturat komandi 15 árini. Í dag eru umleið 630 tøk búpláss til fastbúgvandi og umlætting.
Mest lisið í farnu viku

Lívið nær Gudi
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











