NÝGGJ FØROYSK BÍBLIUTÝÐING - væntandi í nærmastu framtíð!
Tað eru nú fleiri ár gingin síðani ein tvørsamkomulig nevnd, við tásitandi biskupi, Hans Jacob Joensen á odda, fór undir eina nýggja føroyska týðing av bíbliuni.
Ein nevnd varð sett, har umboð úr fleiri samkomum eru við, hetta tí, at man ynskti, at nýggja bíbliutýðingin skal verða ein sokallað felagsbíblia og samstundis tann offisiella bíbliutýðingin í føroysku fólkakirkjuni.
Miða verður ímóti, at nýggja bíbliutýðingin verður á marknaðinum um eini tvey ár. Í brævi frá Føroyska Bíbliufelagnum, sum í hesum døgum er sent út, verður sagt, at Fróðskaparsetur Føroya, Gudfrøðingar og onnur leggja í hesum døgum seinastu hond á arbeiði við nýggju útgávuni av nýggju bíbliutýðingini. Tá nevnda bíbliutýðing er givin út, er ætlanin at hon skal hava løggilding, sum eisini merkir, at hon kemur afturat bíbliutýðingini hjá Dahl/Viderø.
Hans Jacob Joensen, fyrrverandi Biskupur, hevur staðið fyri týðingini av bæði Gamla og Nýggja Testamenti í samstarvi við tvørsamkomuligu nevndina. Hann hevur tó ikki týtt sálmarnar, sum fyrrverandi presturin í Vága prestagjaldið, Dávid Johannesen, hevur havt um hendi at týða.
Í brævi, sum bíbliufelagið hevur sent út í hesum døgum, verður heitt á fólk um at stuðla útgávuni av nýggju bíbliutýðingini. Konta í Bank Nordic.
STOVNAÐ 2012
Føroyska Bíbliufelagið varð stovnað í 2012. Í stýrinum fyri felagið sita limir úr flestu fríkirkjum í Føroyum. Føroyska Bíbliufelagið hevur nógv jørn í eldinum. Fyri trimum árum síðani gav felagið út Nýggja Testamenti undir heitinum NÝGGI SÁTTMÁLIN, sum er ein lættlesilig týðing tillagað føroyska gerandismálinum í dag. Hon varð prenta í 3000 eintøkum, og sølan hevur gingið avbera væl.
Føroyska Bíbliufelagið hevur seinastu árini givið út tvær barnabøkur. Onnur eitur GUDS UNDURFULLA ORÐ og hin eitur MELDURBÍBLIAN. Eisini hevur felagið givið út barnabíbliuna, BÍBLIA TIL ØLL BØRN.
Forseti í Føroyska Bíbliufelagnum er Jógvan Fríðriksson, Biskupur og aðalskrivari er Gunnar K. Nattestad.
FÝRA BÍBLIUTÝÐINGAR
Tá henda nýggja bíbliutýðingin hjá Hans Jacob Joensen er komin út, tá eru fýra bíbliutýðingar á móðurmálinum. Tann fyrsta bíbliutýðingin kom út í 1949, sum var týðingin hjá Victor Danielsen, og í 1961 kom bíbliutýðingin hjá Dahl/Viderø.
Ein yngri maður úr Rituvík, Sjúrður Højgaard, hevur eisini roynt seg sum bíbliutýðara. Hann setti sær fyri, einsamallur at týða eina føroyska bíbliutýðing frá ensku løggildigu King James týðingini. Hendan bíbliutýðingin kom út í 2015.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
gjaranes@gmail.com
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Portal.
Mest lisið í farnu viku

15 ár síðani at eg slepti rórinum í ANSNI

Kanning hjá vísindabólki viðvíkjandi presidentvalinum í USA

Øll eru ikki líka fyri lógini á Twitter

Jarðarferð úr Ebenezer í dag kl. 13.30

Nýggj sending á Radio.fo

Kulturkríggið

Til minnis um Sverra Mortensen á Argjum

Norrøna fær eitt facelift

Sálmur 23, vers 5

Hava fingið eina betri barsilsskipan

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

Nær røkir Ternan siglingina um Nólsoyarfjørð?

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Alt ger mun - Eitt stutt brot úr Hvalbiar søgu

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Pison komin á Klaksvík.

At royna at skilja Trump-fyribrigdið (ókeypis online fyrilestur)

Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni ?

Svøvnur - Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað? 2019

Hvat kostar rein samvitska?

Er tað eins hjá okkum, sum í grannalondunum?

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Møtið í dag, 10. januar kl. 12.00, verður netvarpað
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











