Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

R7 Kringvarp fekk 192.068,72 ókeypis frá tí almenna, onnur fingu meir enn tað

Innanlands | 22/12-2020 22:22

Sera torført er at meta um, hvussu játtaðu upphæddirnar ávirka framleitt journalistiskt tilfar á jaligan hátt. Samstundis merkir tað eisini, at metingar um journalistiska dygd og skapanarhug hava sera lítið rúm í verandi regluverki. 

Miðlastuðul latin sjey miðlum 

Miðlastuðulsnevndin er liðug at viðgera umsóknirnar um miðlastuðul fyri 2020. Niðurstøðan er, at sjey føroyskir miðlar fáa part av samlaðu miðlastuðulsjáttanini á tvær milliónir krónur. 

Átta umsóknir vóru til miðlastuðul í ár, sum er sama tal sum í fjør. Teir sjey miðlarnir, ið lúka treytirnar fyri stuðli, fáa úr 175.373,06 kr. upp í 678.103,33 kr. í stuðli í ár. 

Tvær milliónir eru settar av á fíggjarlógini fyri 2020 til miðlastuðul, og býtið millum miðlarnar er sum víst niðanfyri við støði í fíggjarligum upplýsingum frá 2019: 

Sosialurin kr. 678.103,33 

Dimmalætting kr. 276.958,60 

Portal.fo kr. 237.741,44 

Norðlýsið kr. 231.843,82 

FM1 kr. 207.911,02 

R7 Kringvarp kr. 192.068,72 

VP.fo kr. 175.373,06 

Miðlastuðul verður játtaður við heimild í miðlastuðulslógini. Stuðulin verður latin sum ein føst  grundupphædd, áljóðandi 40% av árligu játtanini á fíggjarlógini, býtt javnt millum umsøkjararnar,  sum lúka treytirnar, og harumframt verða 60% av árligu játtanini latin sum ein lutfalslig upphædd í  prosentum av skjalprógvaðum lønarútreiðslum árið fyri umsóknarárið hjá viðkomandi miðli.  

Samlaði miðlastuðulin kann í mesta lagi vera 40% av skjalprógvaðu lønarútreiðslunum árið fyri  umsóknarárið hjá einum miðli. Í mun til í fjør eru lønirnar hjá teimum sjey miðlunum, sum hava  fingið stuðul játtaðan, øktar úr umleið 21,0 til 21,5 mió. kr. 

Miðlastuðulsnevndin hevur í viðgerðini av teimum átta umsóknunum í stóran mun fylgt leistinum  frá seinastu trimum árunum við einari lutfalsliga breiðari tulking í mun til treytirnar, ið lógin og  viðmerkingarnar til lógina seta til innihaldið í miðlunum. 

Miðlastuðulsnevndin hevur í hesum sambandi viðgjørt ávísar prinsipiellar spurningar, herundir  millum annað, at lóggávan í løtuni er sett soleiðis saman, at tað fyrst og fremst eru lønarútreiðslur í árinum fyri, ið hava størstan týdning, og ikki onnur viðurskift, til dømis framleiðsla ella  framtíðarætlanir. 

Tá miðlastuðulin var latin í fjør staðfesti miðlastuðulsnevndin, at ætlanin hjá samgonguni er at  eftirmeta skipanina við miðlastuðli og at hetta eisini samsvarar við, at mentanarnevndin hjá  løgtinginum í sínum áliti um miðlastuðulsnevndini í 2017 mælti til, at lógin eigur at verða  endurskoðað fýra ára eftir, at hon varð sett í gildi. 

Miðlastuðulsnevndin upplýsti tá, at hon tók undir við hesi ætlan, og heldur tað vera skilagott at  eftirmeta, um stuðulin er við til at røkka teimum endamálum um margfeldi í miðlalandslagnum og  journalistiska dygd, sum politiska skipanin upprunaliga hevði við miðlastuðlinum.

Hetta er framhaldandi støðan hjá Miðlastuðulsnevndini. Nevndin kann í hesum sambandi skoyta  uppí, at verandi skipan við sera stórum denti á undanfarin fíggjarár og lønarútreiðslur, havandi í  huga fráboðanir frá miðlum seinastu vikurnar og mánaðirnar, ikki sær út til at tryggja verandi  margfeldi í miðlalandslagnum. Sera torført er at meta um, hvussu játtaðu upphæddirnar ávirka  framleitt journalistiskt tilfar á jaligan hátt. Samstundis merkir tað eisini, at metingar um  journalistiska dygd og skapanarhug hava sera lítið rúm í verandi regluverki. 

Vegna Miðlastuðulsnevndina 

Eirikur í Jákupsstovu, formaður


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi