Miðlastuðul 2020 - Hvør skal fáa og hvør skal ikki fáa?
Vísandi til onkrar viðmerkingar sum hava verið frammi, um hvørt miðlastuðulin er rætt givin ella ikki, loyvi eg mær at koma við hesum viðmerkingum.
Fyri okkara viðkomandi hevði tað verið gott um stuðulin var givin eftir uppskotinum hjá “www.jn.fo”
Tað vil siga, eftir framleiðslu.
Vit hava landsdekkandi útvarp, umframt ein av virknastu portalum í landinum, www.r7.fo og eina infokanal á sjónvarpssendinetinum hjá R2 Net.
R7 Kringvarp hevur hesi 5 árini framleitt eina rúgvu av egnum redaktiónellum tíðindum/sendingum.
Tað eru meira enn 3.000 ymiskar sendingar/samrøður, 1754 tímar, tá eru tíðindasendingar og live sendingar ikki taldar við.
Vit hava vitja og sent úr nógvum plássum runt um landið:
Úr Suðuroy, umleið 50 sendingar = 129 ymiskar samrøður í 121 tímar
Úr Norðoyggjum, umleið 40 sendingar = 195 ymiskar samrøður í 75 tímar
Úr Fuglafirði, 16 sendingar = 19 ymiskar samrøður í 26 tímar
Úr Sandoynni, 8 sendingar = 16 ymiskar samrøður í 17 tímar
Úr Sjóvar kommunu, 7 sendingar = 14 ymiskar samrøður í 18 tímar
Afturat hesum koma so allar sendingar sum eru sendar úr okkara studio í Havn og Søldarfirði og ein rúgva av live sendingum ymsastaðni í landinum.
Tíðindasendingar hava verið á R7 næstan hvønn yrkadag í hesi 5 árini.
Allar sendingar, greinar og tíðindasendingar eru redigeraðar og lagdar á okkara portal www.r7.fo og við einari góðari leitiskipan, tøkar og lættar at finna hjá almenninginum.
Vit hava havt, fult útgjørd, studio í Søldarfirði, Klaksvík og í Havn, umframt eitt ferðastudio til onnur pláss at senda frá.
Tá vit vóru mest, vóru 15 fólk knýtt at R7 Kringvarp.
Útreiðslurnar til ein miðil sum “R7 Kringvarp”, eru; umframt lønir, leiga av landsdekkandi FM-sendinetið, gjøld til Koda/Gramex, leiga av hølum til studio, ferðakostnaður av at senda á bygd osfr. Umleið 1,5 mill. um árið.
Miðlastuðul 2020, R7 Kringvarp kr. 192.068,72
Til samanberingar hevur t.d. www.vp.fo, við sera lítið av egnum tíðindum, men sum fyri tað mesta “Copy/Paste’ar” og linkar til aðrar miðlar, serliga útlendskar, lítlar og ongar útreiðslur uttan lønir til Ólavur í Beiti og onkran avloysara.
Miðlastuðul 2020, Vágaportalurin kr. 175.373,06
FM1 hevur fáar redaktiónellar sendingar, mest tónleikur tó nakað av ítrótti og spøl/kappingar. Ongan portal, ein heimasíða, www.midlar.fo, men onki tilfar frá 2019, onki savn.
FM1 lýkur ikki treytirnar um at verða landsdekkandi, FM sendinetið er ikki landsdekkandi, ognarskapurin og at persónar ikki skulu ganga aftur í fleiri feløgum sum fáa stuðul, er heldur ikki uppfyltur, tað finnast somu eigarar og persónar í FM1 og Sosialinum.
Miðlastuðul 2020, FM1 kr. 207.911,02
www.jn.fo hevur ein sera góðan og virknan portal við nógvum egnum upplýsandi tíðindum, serliga fiskivinnutíðindi, eisini er savnið gott.
Miðlastuðul 2020 www.jn.fo kr. 0.-
www.jn.fo eigur at fáa somu sømdir sum FM1, tí hvørgin lýkur treytirnar.
At Sosialurin fær mest, er helst rætt, tey framleiða sjálvi eina rúgvu av tíðindum til bæði blað og portal og hava stórar útreiðslur til m.a. print og útbering/Posta og hava ein av landsins stórstu og virknastu portalum www.in.fo
Miðlastuðul 2020, Sosialurin kr. 678.103,33
Hinar miðlarnar veit eg so lítið um og tí ikki viðgjørdir her.
P.S. Vit gevast bert við útvarpspartinum, portalurin www.r7.fo, heldur fram, so vit vænta okkum, eins og www.vp.fo, eisini miðlastuðul næsta ár.
Gleðilig jól til tykkum øll
Vh. Petur
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avtala gjørd við Noreg um fiskiveiðirættindi fyri 2025
Broytingar í sjófeingislógini
Fólkapensjón og aðrar almannaveitingar hækka á nýggjárinum
Jólakonsert í Gøtu Kirkju
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Sildarok í 1941
Tilmæli frá Havstovuni um tosk fyri 2025
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur