Jólakonsert í Gøtu Kirkju
Gøtu Kirkju Ungdómskór syngur jólini inn í Gøtu kirkju sunnukvøldið kl. 19
Siðvanda Jólakonsertin, har Gøtu Kirkju Ungdómskór syngur jólini inn, verður komandi sunnukvøld 22.desember kl. 19.00.
Hetta er samstundis einasta jólakonsertin í ár, har kórið syngur alla sína jólaskrá, sum er bæði fjølbroytt og áhugaverd. Til konsertina sleppa vit eisini at hoyra Gøtu Kirkju Barnakór syngja nakrar sangir, og eisini saman við ungdómskórinum.
At syngja jólini inn saman við Gøtu kirkju ungdómskórið, plagar at vera eitt serliga gott upplivilsi.
Tema í ár er "Jólanátt" og skráin hjá kórinum hesaferð avspeglar tí eisini temaðið. Av skránni verður alt frá siðbundnum jólaløgum í eldri og nýggjari formi, til Pentatonix og víðari til Samiskan jólajoik framførd. So verð vælkomin til at seta dám á løtuna saman við kórinum.
Áhoyrararnir fáa sjálvandi eisini høvi til at luttaka aktivt gjøgnum felagssang, og eftir konsertina eru øll boðin til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum.
Kórið verður stjórnað av Símun Hammer, organisti í Gøtu kirkju. Umframt at framføra acapella, hevur kórið eisini ljóðførið, klaver og orgul við til fleiri av sangunum/verkunum.
Konsertin er ókeypis, men høvið verður at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum.
Møtir tú upp til ein hálvan tíma áðrenn konsertina, vilt tú blíva leidd/-ur inn í jólahugna, av Símun Hammer, sum fer at spæla eyðkend jólaverk, meðan kirkjan fyllast av áhoyrarum - vælkomin.
Mest lisið í farnu viku
679 lúsakanningarferðir í 2024
Andakt
Bilasølan hálvera síðan 2019
Elmarknaðurin skal seta ferð á grøna orkuskiftið
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli
Landsstýrið hevur tikið eitt lán á 350 mió.
Meiriluti av grønlendarum ynskir at blíva partur av USA
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin heldur helst fram
Nýggi Høgaberg verður latin Framherja í næstum
Nýggj nevnd í Mentanargrunninum
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Rætta sjálvstýriskósin sett
Rættleiðing til “Brotsvarpið”
Soleiðis leggja tey klæðir saman
Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur