Andakt
Páll Poulsen skrivar
Jójada boð eftir høvuðsmonnunum yvir lívvaktini, læt teir koma inn í hús HARRANS til sín, gjørdi sáttmála við teir, tók teir í eið har í húsi HARRANS og vísti teimum kongasonin. 2.Kong.11.4
Tað var dagur í viku hjá Jójada, tá hann almannagjørdi hetta loyndarmálið. Hann vísti høvuðsmonnunum son kong. Tað kom óvart á hesar leiðararnar, sum ikki vistu, at hús Dávids framvegis átti ein arving á lívi. Tað var ein gleðihending fyri øll. Vers 12 sigur; “Nú leiddi hann kongasonin út, setti krúnuna á hann og fekk honum vitnisburðin; teir gjørdu hann til kong og salvaðu hann, og teir klappaðu saman hendur og róptu: „Kongurin livi!“ Tað var ein fagnaðardagur! Tað er eisini ein stórur forrættur fyri okkum, sum vit savnast í navni Harrans at minnast og tilbiðja Hann. Máttu vit eisini átikið okkum tann gleðiliga gerning at krýna Hann við okkara kærleika og at leiða onnur at síggja “kongasonin”.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Krýn hann, hin Dýrdarkong,
hitt Lamb, Guds trónu á,
og takkarsongur Himmalsins
alt annað doyvir tá.
Vak, sál, og syng um hann,
sum gav í deyðan seg,
veit honum prís um alla tíð
so dýrt hann frelsti teg.
2. Krýn hann, hin Kærleikskong,
hvørs særda likam ber
enn sjónlig sár, tó heima hann
nú dýrdargjørdur er.
Ei einglar skilja tað
men undrast á ta sjón,
ið teimum opinberast har,
sum okkum birtir vón.
3. Krýn hann, hin lívsins kong,
sum grøv og deyða vann,
tá sigurríkur hann upp stóð,
og øll tí frelsa kann.
Hans dýrd vit syngja um,
ið høgt nú lyftur er,
sum okkum lívið ævigt vann
og veldissprotan ber.
*Matthew Bridges (Ongl.), 1800–1894, og Godfrey Thring (Ongl.), 1823–1903,
{Lag: George J. Elvey (Ongl.), 1816–1893}.
(Arnfinnur Setberg týddi).
Nr.330 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avtala gjørd við Noreg um fiskiveiðirættindi fyri 2025
Bústaðir eiga at brúkast sum bústaðir
Fólkapensjón og aðrar almannaveitingar hækka á nýggjárinum
Góðu tinglimir
Jólakonsert í Gøtu Kirkju
Kríggj og stuldur: Yvirtøkan av landbúnaðarjørðini í Ukraina
Laksastuldur
Lomvigin sum skal friðast er útlendskur
Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið
Sildarok í 1941
Strandarlandasemja millum Føroyar og Noreg um norðhavssild
Tilmæli frá Havstovuni um tosk fyri 2025
Vit veiða útlendskan fugl
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur