Sildarok í 1941
Trolarin Urd hjá Kongshavnar trolarafelag fiskaði sild tá hann var undir Íslendskum flaggi. Í 1941 fiskaði hann 4.270 tons av sild í 47 dagar, írokna sigling og avreiðing.
Kongshavnar Trolarafelag keypti í februar 1946 trolara úr Íslandi. Hesin kallaðist Ran, GK 507. Manningin fór yvir eftir trolaranum og beinleiðis til fiskiskap.
26 feburar 1946 veit dagblaðið at siga frá stovnandi aðalfundi í Kongshavnar Trolarafelag. Manningin sum taldi 24 mans fór við Drotningini til Íslands og beinleiðis til fiskiskap. Skipari var Mortan Jóhannesen úr Hvannasundi.
28 mars vóru tíðindini at Rán var komin til Grimsby at landa.
19 mars lesa vit tó at navnið var broytt til Urd. Útflutningsnevndin nevnir Rán, núverðandi Urd. Hetta í avgerð um hvørji føroysk skip skuldu avreiða í Hull og hvørji í Grimsby. Tað eru á leið 10 fjóðringar millum hesi hesar báðar havnir.
Urd eins og aðrir trolarar brúkti kol og tað var dýrt at sigla langt og sum R7 hevur fingið upplýst, bleiv hann lagdur í 1950 og upphøgdur í 1952.
Gísli Reynisson, frá Aflafrettir, sum vit onkuntíð tosaðu við í R7 visti hesa søguna nú ein dagin, um Urd, undir Íslendskum flaggi.
Sildarok í 1941
Árini frá 1940 til 1950 var nógv sildaveiða kring landið. Tað vóru sildamóttøkur, sum tá vóru í drift. Ein av teimum størru var Djúpuvík á Ströndum.
Á sumri 1941 landaðu rættiliga nógvir bátar sild í Djúpuvík á Íslandi. Ein av teimum størru landaði sild var trolarin Rán GK 507.
Hesin trolarin var í rakstri í Íslandi frá 1915 til 1946 tá hann varð seldur til Føroyar og søgan um Rán GK 507 endaði í 1952 tá hann varð skrottaður.
Á sumri 1941 var Rán GK á sildaveiðu frá 13. juli 1941 til 29. august.
Øll tøl eru úr avreiðingarfrágreiðingum og eru umroknað til kilo og tons.
Fyrsta landing av trolaranum var 25. juli, tilsamans 136,3 tons.
Dagin eftir, kom Rán GK inn við 561,8 tonsum av sild, (hetta er skrásett sama dag, enn er ikki greitt um talan er um tvær landingar)
August var sera góður, Rán GK kom 626 tons inn 1. august og dagin eftir kom Rán GK við 510 tonsum av sild.
8. august kom Rán GK við 411 tonsum og dagin eftir við 815 tonsum,
Hetta talið á 815 tons er í roynd og veru rættiliga stórt, fyri at siga tað sum er, tí trolarin varð máldur til 262 tons í bruttotonsaguni.
15. august kom Rán GK við 226 tonsum og dagin eftir 244 tonsum.
Tá var sildaveiðan hjá Rán GK tilsamans 4268,9 tons í teimum 12 avreiðingingunum ella 355 tons í landingum.
Roknast kann við at hann hevur avreitt fleiri ferðir onkran dag.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avtala gjørd við Noreg um fiskiveiðirættindi fyri 2025
Bústaðir eiga at brúkast sum bústaðir
Fólkapensjón og aðrar almannaveitingar hækka á nýggjárinum
Góðu tinglimir
Jólakonsert í Gøtu Kirkju
Kríggj og stuldur: Yvirtøkan av landbúnaðarjørðini í Ukraina
Laksastuldur
Lomvigin sum skal friðast er útlendskur
Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið
Sildarok í 1941
Strandarlandasemja millum Føroyar og Noreg um norðhavssild
Tilmæli frá Havstovuni um tosk fyri 2025
Vit veiða útlendskan fugl
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur