New York Times og Le Monde vitja nýggjárshaldið í Vági
Áhugin fyri nýggjárshaldinum í Vági er vaksin nógv, og eisini útlendskir gestir vitja stórfingna tiltakið.
Tá vágbingar skjóta nýggja árið inn, gamlaárskvøld, fara rakettirnar og bálið at síggjast um stóran part av heiminum. Fleiri útlendskir journalistar og myndafólk hava nevniliga boðað frá, at tey ætla sær at koma til nýggjárshaldið í Vági. Tað skrivar heimasíðan hjá nýggjárshaldinum.
Millum hesi er ein amerikanskur journalistur og mynda- og filmsmaður, sum millum annað ætlar at skriva eina grein í New York Times um nýggjárshaldið í Vági. New York Times hevur umleið 9,3 milliónir lesarar av dagligu útgávuni og er størsta avís í USA og 18. mest lisna avís í Heiminum.
Nýggjárshaldið í Vági fær eisini vitjan av einum fronskum journalisti og myndamanni, sum hevur skrivað greinar til stóra franska blaðið Le Monde. Le Monde telist millum størstu avísir í Fraklandi. Eisini hesin hevur ætlanir um at fáa greinar um og myndir frá nýggjárshaldinum í fleiri ymiskar miðlar.
Seinastu árini hevur vaksandi áhugi verið uttanfyri landoddarnar fyri nýggjárshaldinum í Vági. Nýggjárshaldið hevur fleiri ferðir verið umrøtt í norðurlendskum miðlum, og fyri 4 árum síðani var tað eisini umrøtt í CNN, tá ein mynd, sum Reidar Joensen tók, varð víst har. Eisini freelance myndafólk hava verið í Vági á nýggjárinum,
Nýggjárshaldið í Vági er uttan iva tað størsta og kendasta nýggjárshaldið í Føroyum. Hvørt ár leita hundraðtals fólk sær til Vágs á nýggjárinum at uppliva hetta forkunnuga tiltakið, og talið av útlendskum vitjandi er eisini vaksandi, skrivar heimasíðan hjá nýggjárshaldinum.
Mest lisið í farnu viku

AI ger niðurstøðu um kommunuvalið í Runavíkar kommunu

Sambandsflokkurin og monopolið
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











