Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Norskt skip skal leita eftir horvnum flogfari

Uttanlands | 04/01-2018 12:00

Tað er framvegis ein stór gáta, hvat ið hendi við Boeing-flogfarinum MH370, sum hvarv sporleyst í Indiska Havinum fyri skjótt fýra árum síðani. Hóast fleiri royndir hevur enn ikki eydnast at finna flogfarið hjá Malaysia Airlines, sum hevði 239 ferðafólk og manning við umborð.

Í fjør gjørdu avstralsku, kinesisku og malaysisku myndugleikarnir av at gevast við trý ára longu úrslitaleysu leitingini, sum var tann mest umfatandi í loftferðslusøguni.

Men nú ætlar amerikanska fyritøkan Ocean Surveyor at taka upp aftur leitingina eftir flogfarinum, sum hvarv av radaranum 8. mars 2014.

Fyritøkan hevur sambært vikutíðarritinum The Economist leigað vælútgjørda norska skipið Seabed Constructor, ið varð bygt í 2014, til endamálið.

Hetta er eitt av heimsins framkomnastu skipum til kanningar av havbotninum, sum millum annað verður brúkt í oljuvinnuni. Tað er millum annað útgjørt við fleiri sjálvstýrandi smáum kavbátum, sum tað kann senda niður á 6.000 metra dýpi at skanna havbotnin.

Hetta er nógv djúpari enn kavbáturin, sum varð brúktur undir seinastu leitingini.

Stór gáta

Málið er at fáa loyst tað, sum verður skírt ”størsta gátan í altjóða loftferðslu í mong, mong ár”, og geva teimum avvarðandi eina frágreiðing um, hví flogfarið datt niður.

Flogfarið var á veg úr høvuðsstaðnum í Malaysia, Kuala Lumpur, til kinesiska høvuðsstaðin, Beijing. Men stutt eftir at tað var farið á flog, fór flogfarið av ógreiðum orsøkum av kós síni, sløkti radiosambandið og setti ístaðin kósina suðureftir.

Hildið verður, at tað helt fram við at flúgva, inntil brennievnið var uppi, og at tað síðani datt niður í Indiska Havið.

Stór finningarløn bíðar

Samstundis ætlar amerikanska fyritøkan at fáa fingrarnar í finningarlønina upp á 440 miljónir krónur, sum malaysiska stjórnin hevur lovað teimum, sum finna svarta kassan í flogfarinum, sum kann greiða gátuna um, hví flogfarið datt niður.

Ocean Surveyor fær tó bert pengarnar, um teir finna vrakið, og tí noyðist fyritøkan sjálv at rinda fyri leitingina.

Tað kostar eina miljón krónur um dagin at brúka skipið. Og sambært The Economist hava teir gjørt av at fara undir leitingina, sjálvt um ongin sáttmáli enn er gjørdur við malaysisku myndugleikarnar.

Um leitað verður nóg leingi

Men meðan myndugleikarnir úr Avstralia, Malaysia og Kina skuldu kanna eitt øki upp á umleið 120.000 km2 í Indiska Havinum, er umráðið nú avmarkað til umleið 25.000 km2.

Orsøkin eru útrokningar, ið eru gjørdar, síðani flogfarið datt niður.

Útrokningarnar eru millum annað grundaðar á tey fáu vrakpettinini, ið eru skolað í land á afrikonsku eysturstrondini.

Spurningurin er so bara, um tað hesaferð fer at eydnast at finna flogfarið. Indiska Havið er sera, sera stórt, men verður leitað nóg leingi, verður tað funnið.

Hetta sóu vit, tá Air France-flogfarið datt niður á leiðini millum Rio de Janeiro og París. Tá varð leitað í tvey ár, áðrenn svarti kassin varð funnin.


Lagt út: Leivur Hansen
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Kommunuvali í Oyndarfirði
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi