Berchtesgaden, Adlernest og Berghof hjá Hitler umvæld og útbygd
Ferðafús fólk finna sær nýggj, forkunnug, vøkur og søguliga spennandi ferðamál, nú tað er vorðið so lætt og bíligt at ferðast loft- og landvegis.
Eitt av hesum plássum er “Arnarreiðrið” hjá týska Føraranum (1933-45). Tað hevur í nøkur ár staðið til at bresta av tí skjótt vaksandi talinum av vitjandi.
Eitt søgusavn er í Obersaltzberg í bayerisku alpunum tætt við Eysturríki, og myndugleikarnir fara nú at byggja Adlernest og Berghof út fyri 200 mió kr.
Hitler keypti sjálvur Hous Wachenfeld í 1933, tí útsýnið er so undurfagurt.
Kundi nakar hugsað sær eitt meiri hóskandi stað hjá tí máttmikla “føraranum” at halda til allar ársins tíðir til at fáa íblástur til sínar svøku dreymar?
Tað ljóðaði, at hann keypti henda garðin uppi í fjøllunum fyri vinning av bókini Mein Kampff, ið seldi í miljóna uppløgum, tí Das Reich keypti bøkurnar til allar skúlar, almennar stovnar, ja enntá til øll brúðarpør.
Hitleri treyt ikki pening tá. Hann hevði fingrarnar í týska ríkiskassanum, og øll ynski førarans um pening til “alment gagnlig endamál” vórðu gingin á møti. Hann fekk t.d. burtur av hvørjum frímerki, ið týska postverkið seldi.
Tað er munurin millum fólkastýri og eitt totalitert ravnsbøli, har maktin ræður.
Amerikanskar herdeildir oyðiløgdu Berghof, tá teir hertóku Bayern í 1945.
Men eitt søgusavn, Dokumentation Obersaltzberg, varð bygt í 1999, har skjøl, myndir o.o. krígsminni vórðu sett til at upplýsa vitjandi. Tað ráddi um, at Berghof ikki bleiv eitt ideologiskt pílagrímsmál hjá nýnazistum.
Obersaltzberg varð innrættað til at taka ímóti 35.000 ferðafólkum árliga. Men nú vitja 200.000 ferðafólk hetta søguliga staðið hvørt ár.
300.000 fólk velja at fara upp á toppin, har leivdir av Adlernest eru. Tað var ein testova á sjálvum fjallatoppinum, sum Martin Bormann, privati floksskrivari førarans, lat byggja fyri at tekkjast sínum ideologiska harra og meistara.
Bormann mundi eisini fáa pening til øll síni ideologisku hjartans ynski.
Nú halda myndugleikarnir, at vandin fyri føraradyrkan er av.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi