Trump fær nýggj køliskáp fyri 144 mió. kr.

Air Force One, amerikanska forsetaflogfarið, skal hava nýggj køliskáp, sum skulu breyðføða forsetan og hansara nærmastu 50 persónar við trimum máltíðum um dagin í tríggjar vikur.
Umsitingin hjá Donald Trump forseta hevur gjørt sáttmála við flogverksmiðjuna Boeing um at skifta út tvey kølianlegg til matvørur á Boeing 747-flogfarinum hjá forsetanum, sum kallast Air Force One, tá forsetin er umborð.
Køliskápini hava ein ávísan kapasitet, og ikki færri enn fimm av teimum eru umborð.
Air Force One er, sum navnið eisini sigur, partur av amerikanska flogvápninum, og harvið eru herðnaðarligar forskriftir galdandi umborð, skrivar bretska blaðið.
Køliskápini skulu kunna hýsa ikki færri enn 3000 máltíðir.
Hetta er nógmikið til at breyðføða forsetan og hansara nærmastu 50 persónar við trimum máltíðum um dagin í tríggjar vikur.
144 mió. kr.
Netmiðilin defenseone.com skrivar, at tey bæði nýggju kølianlegginum kosta 24 miljónir dollarar, umleið 144 miljónir krónur, og er hetta eitt dømi um, hvussu dýrt tað er at hava eitt serflogfar sum jumbomaskinuna hjá amerikanska forsetanum.
Sambært defenseone.com er orsøkin til høgu útreiðslurnar ikki, at Boeing skrúvar prísin upp. Orsøkin er harafturímóti sambært miðlinum, at flogvápnið og Hvítu Húsunum hava sera stór krøv til útgerð og kapasitet í flogfarinum.
Tá Trump var forsetavalevni, fanst hann ofta at Air Force One. Umsitingin hjá táverandi forsetanum Barack Obama hevði bílagt eitt nýtt flogfar til forsetan.
- Boeing byggir eitt spildurnýtt 747 Air Force One til komandi forsetar, men onki tamarhald er á útreiðslunum. Meira enn fýra miljardir dollarar. Avlýs bíleggingina, skrivaði Trump á Twitter.
Henda fráboðanin rakti Boeing-partabrævið.
Ikki er greitt, hvaðani Trump hevur fingið upphæddina upp á fýra miljardir dollarar frá. Um tað mundið hevði Boeing ein sáttmála upp á 170 milljónir dollarar at byrja arbeiðið upp á eitt nýtt flogfar til forsetan, skrivar The Guardian.
Men so koma aðrar og stórar útreiðslur aftrat, tí Boeing 747-flogfarið skal gerast út við øllum tí, sum flogvápnið og Hvítu Húsuni krevja.
Heitið Air Force One vísir annars ikki til eitt serflogfar. Øll flogfør, sum hava amerikanska forsetan umborð, hava hetta heitið.
Mest lisið í farnu viku

Kommunuvali í Oyndarfirði
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











