FBI kannaði Donad Trump av órøttum
Kanning vísur, at FBI av órøttum hevur kannað Donald Trump. Orsøkin var kanning, umbiðin og goldin av Hillary Clinton og Demokratiska flokkinum
Stórsta evni í USA seinastu dagarnar er um eina kanning av FBI. Kanningin er gjørd av Umboðsmannatinginum. Formaðurin í kanningarnevndini er Devin Nunes úr California. Hann er Republikanari. Trey Gowdy, sum eisini er Republikanari og løgfrøðingur var tann politikarin, sum vegna nevndina hevur lisið tey skjøl, sum eru í málinum.
Í gjár var ein 4 síður frágreiðing almannakunngjørd.
Í stuttum er søgan, at FBI hevur brúkt eina lóg, Foreign Intelligence Surveillance Act, til at kanna ein persón, sum arbeiddi fyri Donald Trump í 2016, sum sjálvandi var árið Trump var valdur til President í USA.
Tað sum kanningin sigur, er, at FBI brúkti eina frágreiðing, sum Hillary Clinton og Demokratiski flokkurin hava goldið fyri, sum prógv fyri at fáa loyvi at kannað ein ávísan persón. FBI skal fyri at fáa loyvi, at kanna persónar eftir hesari lóg, prógva í einum serligum dómstóli, at orsøk er at kanna ávísan persón. Somuleiðis skal loyvi endurnýggjast 3 hvønn mánað.
Tað skal síggjast í ljósinum av at ein av teimum, sum var við í kanningini er nú avdúkaður í at verða sera stórur mótstøðumaður hjá Donald Trump. Hansara SMS samskifti við unnustuna, sum eisini starvast hjá FBI er parvís alment og parvíst sletta á løgnan hátt, tó at tað ljóðar at tað onkursvegna er eyðnast at fáa fatur á slettaðu SMS boðunum.
Formaðurin í kanninagarnevndini Devin Nunes greiður her frá í Fox News.http://www.foxnews.com/politics/2018/02/02/nunes-tells-fox-news-memo-was-released-out-public-obligation.html
Niðurstøðan av hesum er púra greitt, at alt ikki er so gott sum tað eigur at verða.
Demokratarnir eru als ikki samdir og teir lata frætta frá sær í CNN og CNBC og øðrum miðlum. Fyrrverðandi stjórin James Comey hevur eisini viðmerkingar um hetta.
Her er eitt link til lógina, sum er umtalað.
https://en.wikipedia.org/wiki/Foreign_Intelligence_Surveillance_Act
Mest lisið í farnu viku

Kommunuvali í Oyndarfirði
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











