Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

LINDIN Í 18 ÁR

Innanlands | 09/02-2018 18:30

- nógv fólk í Østrøm

Nógv virksemi var næstseinasta leygardag, 27. januar. Kristiliga kringvarpstøðin Lindin feiraði 18 ára dagin við beinleiðis sending úr hølunum hjá Østrøm í Havn. Holocaust-minningarhald var í Løkshøll í Runavík, og seinni um kvøldi var almennur kunningarfundur um hjálparfelagsskapin Mercy Ships, eisini í Løkshøll.

Leygardagin 27. januar rundaði kristiliga kringvarpsstøðin LINDIN 18 ára dagin. Dagurin varð hildin sum ein stuðulsdagur við drúgvari skrá í Østrøm í Rættará í Havn, har byrjað var at senda beinleiðis frá kl.13:00, og hildið varð á til kl.23:00, tá høvuðsvinningurin varð trektur, sum var ein ferðaseðil upp á 30.000,00 krónur.

Til tess at stuðla Lindini fíggjarliga vóru fleiri stórir vinningar útlutaðir ígjøgnum dagin, sum fyritøkur hava givið. Kendir føroyskir listamálarar, so sum Øssur Mohr, Sámal Toftenes og Petur Prent, høvdu donera málningar, sum vórðu seldir á uppboði undir føðingardagshaldinum. Allir málningarnir vórðu seldir og góvu teir í alt 55.000,00 krónur.

Eisini sótu fólk við telefonirnar at taka ímóti boðum frá stuðlum, sum ynsktu at flyta eina upphædd á kontu hjá Lindini. Tór Arni Samulesen, sum hevur arbeitt í Lindini í mong ár, sigur, at 42 nýggir stuðlar meldaðu seg á stuðulsføðingardegnum.

Føðingardagsgestirnir, sum vóru fleiri enn undanfarnu ár, komu og fóru ígjøgnum allan dagin. Gestirnir kundu njóta ein góðan bita saman við góðum tónleiki, borin fram av tónleikarum sum Ólavur á Váli Olsen, Magni Christiansen og øðrum.

FRAMTÍÐARÍLØGUR
Lindin hevur sum mál at gera íløgur i upptøku- og sendihølir í enn fleiri støðum í landinum, so sum Suðuroy og í Vágunum, og leiðslan í Lindini vónar, at stuðulsdagurin á 18 ára degnum hevur givið so mikið, at hetta skjótt kann gerast veruleiki. Lindin sendir í dag alt døgnið, og røkkur 90 % av landinum.

_____________________________________________________


Lagt út: Poul Jóhan Djurhuus
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Kommunuvali í Oyndarfirði
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi