Mentanarnáttin á Tvøroyri - Varðin Pelagic & Delta Seafood luttakað
Úr drúgvu skránni fyri Mentanarnáttina á Tvøroyri stendur at lesa, at Varðin Pelagic tekur nýggja økið frammanfyri skrivstovubygningin í nýtslu. Tað byrjar klokkan 17.00 í morgin
Skráin fyri løtuna sær soleiðis út.
17:00 Røða v. framleiðsluleiðaranum á Varðanum Pelagic, Ólavur Bjarkhamar.
Ludvík, Maria og dansararnir framføra.
Møguleiki er at síggja 3D-myndir av nýggja virkinum í Skálanum. Til ber
eisini at “spáka sær ein túr” á nýggja virkinum, við sokallaðum virtualreality
brillum. Kaffi, køkur og sunkist verður at fáa í skrivstovubygninginum.
Til ber at royna súkklubátarnar í hylinum.
18:00 Faroe Flips, úr Havn, vísa fimleika- og parkour-kynstir. Bátarnir hjá FSR verða
klárgjørdir á økinum, til stevnuna dagin eftir.
18:15 Søludeildin hevur framløgu um logistikk í fundarhølinum á 1. hædd.
19:00 Elin Súsanna W. Mortensen og Gudmund Mortensen spæla nøkur løg.
20:00 Søludeildin hevur framløgu um logistikk í fundarhølinum á 1. hædd.
Delta Seafood tendrar grillina og bjóðar grillaðan saltfisk í grilltjaldinum á økinum. skráin er drúgv og kann síggjast her http://www.tvk.fo/files/MN2018.pdf
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











