Eindarkostnaðirnir mugu lækkast fyri øll vælferðarøkini
Landsstýrið eigur at seta eina nevnd at koma við nágreiniligum rationaliseringsætlanum innan stóru vælferðarøkini; tað eru skúlaøkið, heilsuøkið og almannaøkið.
Í Føroyum eru nógvar smáar stovnseindir. Kommunurnar eru 29 í talið. Fólkaskúlarnir eru 39 í tali, og 15 av teimum hava færri enn 40 næmingar. Bæði innan almannaverk og eldraøkið eru fleiri smáir bústovnar. Hjá almannaverkinum eru heili 11 stovnar við 1-2 búfólkum og 38 stovnar við færri enn 10 búfólkum. Tað er bara ein stovnur undir almannaverkinum, sum hevur fleiri enn 30 búfólk. Á eldraøkinum, eru tilsamans 30 stovnar. 18 av hesum stovnum hava færri enn 20 búfólk.
Eindarkostnaðirnir mugu lækkast, annars fara samlaðu almennu útreiðslurnar at veksa uttan íhald næstu mongu árini.
Smáir stovnar gera tað væl truplari at hava skynsaman rakstur á stovnunum og harafturat krevja smáir stovnar eitt hægri starvsfólkatal fyri hvønn brúkara samanborið við um stovnarnir vóru størri. Hetta er serliga galdandi, tá ið stovnarnir hava tørv á samdøgursmanning.
Myndin niðanfyri vísir ársverk hjá landinum innan størstu økini; tað eru skúlaøkið, heilsumál og almanna og mentamál. Tað sæst, at talið av ársverkum er vaksið mest innan hesi stóru málsøkini. Neyðug er við nýskipanum á øllum hesum økjum.
Ítøkiliga átti landsstýrið at sett eina nevnd at koma við nágreiniligum rationaliseringsætlanum innan øll stóru vælferðarøkini. Eindarkostnaðirnir mugu lækkast, annars fara samlaðu almennu útreiðslurnar at veksa uttan íhald næstu mongu árini.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Framløgudagur um Fiskivinnuroyndir

Leiguprísir hækkaðir 8%

Rós til løgmann – ja takk til nýskipan

Russar kunnu aftur selja fisk og brúka útlenskar havnir

Sólberg fiskaði 13.000 tons av botnfiski

Tørvur á umleið 450 fleiri búplássum komandi árini
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











