Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Hernaðarstrategiski týdningurin hjá Føroyum í dag

Innanlands | 24/03-2025 07:57

Sjálvstýri skipar fyri almennum fundi í Lamba í kvøld kl. 19:45

Í kvøld klokkan 19:45, fer Sámal Tróndur Finnsson Johansen, søgufrøðingur, at hava framløgu í Lamba skúla um hernaðargerð og føroyskan politikk undir kalda krígnum.

Fundurin er almennur

Føroyar í hernaðarstrategiskum ljósi er vorðið meira viðkomandi við vaksandi spenniningum millum stórveldini.

Tí skipar landsnevndin hjá Sjálvstýri fyri evnisfundi um føroyska politikkin undir kalda krígnum. Evnisfundurin verður í sambandi við økisaðalfundin hjá Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, sum byrjar klokkan 19:00.

Í framløgu sínari fer Sámal Tróndur at greiða frá søguni um hernaðargerina av Føroyum við sjóneykuni á kalda kríggið:
 Hvønn leiklut hava føroysku hernaðarinnsetingarnar (støðirnar) havt í trygdarætlanum hjá USA/NATO?
 Í hvønn mun vóru aðrir aktørar (danir og føroyingar) við í og/ella vitandi um nýtsluna av innsetingunum?
 Hugleiðing um hernaðarstrategiska týdningin hjá Føroyum í dag - og um neyðugt er við nýggjum innsetingum nú ella í framtíðini.

Almenni evnisfundurin í skúlanum í Lamba, á Lambavegi 11, í kvøld 24. mars kl. 19:45

Øll eru hjartaliga vælkomin


Eysturoyar Sjálvstýrisfelag


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi